hósdagur 10. september 2020síða 45
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
HONDBÓLTUR 2020/21
21
THW Kiel sigur landsliðsvenjarin, og nevnir fleiri
onnur nøvn. Tað er greitt at hann kennir Kekkia
væl longu nú. Tað er eisini toyminum at takka.
- Bæði Dia (Midjord, hjálparvenjari, blm.) og
Dejan (Lacok, málverjuvenjari, blm.) hava gjørt
eitt sera gott arbeiði við at kanna Kekkia, sigur
Sonni Larsen, høvuðsvenjari.
Tveir dystir upp á eina viku
Kappingin er løgd soleiðis, at liðini hittast tvær
ferðir innan eina viku hvørja ferð, og tað hóvar
bara landsliðsvenjaranum væl.
- Tað verður stuttligt. Eg vænti at tað verður
gott fyri okkum, og at vit kanska læra meira enn
hini.
-Vit royndu tað sama ímóti Ukraina í fjør, og
tá lærdu vit sera nógv, sigur Sonni Larsen.
Hann minnist aftur á, at Føroyar taptu 30-
19 í Kiev og tríggjar dagar seinni var tað um
reppið, at Føroyar fingu minst eitt stig, tá ið tað
gjørdist til 27-26 ósigur, eftir eitt nógv betri
avrik í seinna dystinum.
- Eg síggi enn tann dystin fyri mær. Tað var
ein ”top-performance” frá dreingjunum, tekur
venjarin til, og leggur afturat, at bert nakrar fáar
støður skuldu eydnast betri. - So høvdu vit verið
har, brosar landsliðsvenjarin.
Ukraina enn einaferð
27-26 ósigurin ímóti Ukraina var triði dysturin,
sum Føroyar spældu ímóti Ukraina síðani Sonni
Larsen tók við sum venjari. Og tilvildin vildi, at
Føroyar enn einaferð endaðu í bólki við Ukraina.
- Sjálvandi hevði tað verið deiligt at endiliga
vunnið á teimum, sigur Sonni Larsen, áðrenn
hann ger greitt, at tað er alt ov tíðliga at meta
um líkindi av teimum dystunum.
Føroyar spæla ímóti Ukraina 10. mars á
heimavølli og 13. mars á útivølli, áðrenn bólka
spælið endar ímóti Russlandi 28. apríl og 2.
mai.
- Har kann so nógv henda áðrenn tað. Fáa vit
eitt nú bara tveir skaðar, kann tað hava avger
andi broyting á liðnum hjá okkum. Eg eri spentur
at síggja hvussu vit síggja út tá, men tað er ikki
fyrr enn um eitt hálvt ár, so vit hugsa ikki um tað
fyrr enn aftaná dystirnar ímóti Kekkia.
Fleiri yrkisleikarar á landsliðnum
Til hesa undankapping ræður landsliðsvenjarin
yvir upp aftur fleiri leikarum, ið spæla uttan
lands og á sáttmálum, og tað er ein stórur
styrkur, greiðir venjarin frá.
- Tað er avgerandi fyri næsta stigið í
menningini av landsliðnum, sigur landsliðsvenj
arin.
- Fáa vit ikki hesar yrkisleikarar, koma vit ikki
víðari við teimum stóru málunum.
- Men tað merkir ikki, at leikarar uttan sátt
málar ikki kunnu gera mun. Tí tað kunnu teir
sanniliga, ger Sonni Larsen greitt.
Gekk væl í Luksemborg
Í januar farna vetur eydnaðist tað at vinna fyrsta
HM-dystin í mannaminni, tá ið tað eydnaðist at
basa Luksemborg.
Dagin fyri var tað endað við enn einum tepr
um 27-26. Hesaferð ímóti Slovakia.
- Vit vildu at vit vunnu tann dystin. Vit
spældu ein góðan hondbóltsdyst, fingu røttu
møguleikarnar, men royndirnar hjá Slovakia
gjørdu munin.
Men landsliðsvenjarin lítur eisini aftur á
kappingina í Luksemborg við góðum minnum.
- Tað var tað besta skjótálopsspælið vit hava
megnað. Vit skora seks skjótálop ímóti Litava,
átta ímóti Slovakia og tíggju ímóti Luksemborg,
sigur venjarin.
- Tað er altjóða støði og er púra á hædd við
tey tølini, sum eitt nú Danmark og Spania hava,
tá ið tey vinna HM og EM.
Men støði skal framvegis hækkast, sigur
landsliðsvenjarin.
- Tað, at tað endiliga eydnaðist at vinna ein
undankappingardyst við sigrinum ímóti Luksem
borg, prógvar at vit kunnu vera við og vinna á
hesum støði.
- Tað gjørdi eina stigið í Montenegro eisini.
Vit vísa eisini okkum sjálvum at vit eru við á
altjóða støði. At vit kunnu vinna dystirnar, og
ikki bara vinna nøkur skifti í dystunum, tekur
Sonni Larsen til.
At prógva okkum á altjóða
støði er størsta málið
- Enn eru vit har, at vit seta okkum ikki so ítøkilig
mál um úrslit. Vit seta nøkur ítøkilig lutmál um
avrikini. Millum annað at vit skulu eydnast í
verjuni, og at vit skulu bjarga so og so nógvar
bóltar í hvørjum dysti.
- Men í veruleikanum er okkara størsta mál,
at halda fram við at prógva, at vit hoyra til á
hesum støði. Tað er her vit hoyra heima, og
vit skulu eisini vera her næstu ferð, ger Sonni
Larsen greitt.
UNDANKAPPING TIL
EM 2022 – STIG 2:
Liðini eru býtt í átta bólkar. Tvey tey
fremstu í hvørjum bólki og fýra teir
bestu tríðararnir í bólkaspælinum
spæla seg beinleiðis í EM-endaspælið
í Ungarn og Slovakia.
SKRÁ:
4. november 2020: Føroyar – Kekkia
8. november 2020: Kekkia – Føroyar
10. mars 2021: Ukraina – Føroyar
13. mars 2021: Føroyar - Ukraina
28. apríl 2021: Russland – Føroyar
2. mai 2021: Føroyar – Russland