hósdagur 10. september 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
22
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
KVINNUR
HONDBÓLTUR 2019/20
Kyndil
Alda av Skarði
Jovana Stranjanac
Barbara Hammer
Sólja B Poulsen
Beinta Lindberg Hansen
Karin S Midjord
Ásleyg Súnadóttir
Beinta Bárðadóttir
Natasja Hammer
Bára K Hansen
Bjarta Johansen
Anja Eliasen
Turið Arge
Súna K Hansen
Ró Nielsen
Stefanie Lausen
Bjørt Krossteig
Halla S Midjord
Dragan Brljevic, venjari
Jórun S Ludvig, hjálpavenjari
Tilgongd:
Turið Arge (eftir barnsburð)
Halla S. Midjord (eftir barnsburð)
Bjarta Johansen (Úr Vendsyssel og eftir
barnsburð)
Ró Nielsen (úr VÍF)
Súna K. Hansen (úr EH Aalborg)
Kroatiskt verjuspæl
og svenskt álopsspæl
í Kyndli
Stórir profilar eru til reiðar aftur í Kyndli – Bæði á vøllinum og á beinkinum
Tað var við Kyndli á odda í serstakliga tættari
kapping um fremsta plássið í SMS-kappingini,
tá ið kappingarárið brátt endaði í vár.
Kyndil hevði langt síðani tryggjað sær plássið
í hálvfinalunum saman við Neistanum, VÍF og
H71, og nú snúði tað seg um at vinna fyrimunin
av fremsta plássi.
Hini liðini tevjaðu kortini møguleikarnar
ímóti oddaliðnum, ið segði farvæl við Turið Arge
Samuelsen vegna barnsburð tíðliga í kapping
arárinum. Hon náddi at skora 65 mál í níggju
dystum. Tað skakaði ikki Kyndil fyri fyrst, men
tá ið Súna Krossteig Hansen fór at dragast við
skaða í februar og mars-mánað, gjørdist tyngri,
og hini fóru at nærkast á stigatalvuni.
Og kappingarneytarnir mundu eisini anda
lættari um komandi kappingarár, tá ið tað frætt
ist, at Súna K. Hansen fór at royna seg í Dan
mark.
Profilar aftur á vøllinum
Men tíggju dagar fyri kappingarbyrjan broyttust
ætlanirnar, og bakkurin við kvika fótskiftinum
fór at venja í Kyndli aftur. Afturat henni eru
Turið Arge og Halla Skylv Midjord við aftur eftir
barnsburð, eins og Bjarta O. Johansen er tað
– sum eisini hevur spælt í Danmark seinastu
kappingarárini. Og so er Ró Nielsen komin úr VÍF.
Ungi høgri vongurin var ein av stóru atvoldunum
til, at VÍF basti Kyndli í hálvfinalunum í Faxe
Kondi-kappingini í fjør.
Professionellur venjari
Tær leggjast afturat eitt nú Báru Krossteig
Hansen, ið er bjartskygd um kappingarárið fyri
framman.
- Vit vænta eitt gott kappingarár, har nógv
lið bjóða hvørjum øðrum av. So vit eru spentar,
sigur spælskiparin, ið hevur nýggjan venjara
hetta kappingarárið.
Kroatiski Dragan Brljevic tekur við. Hann
hevur drúgvar royndir úr svenskum topphond
bólti, har hann er kosin ársins venjari fleiri ferðir.
- Hann er øgiliga professionellur. Tað er
stuttligt at koma til venjing. Hann leggur stóran
dent á smálutirnar, sigur Bára og heldur fram:
- Hann hugsar um menning. Altso hann hugs
ar ikki bara um at nú skulu vit vinna næsta dyst,
men heldur at um eitt ár skulu vit verða so og
so nógv betri til hesi tingini, greiðir spælskiparin
hjá Kyndli frá.
Korona órógvaði nakað
Men fyrireikingarnar á vøllinum hava verið
órógvaðar nakað. Kyndil var rakt av koronu í
summar.
- Helmingurin av liðnum, umframt venjarin,
sat í sóttarhaldi, sigur Bára og heldur fram:
- Vit hava brúkt meginparturin av uppstart
inum við at venja úti og renna á Tórsbreyt, tí vit
sloppu ikki inn í høllina.
- Vit hava ongan venjingardyst spælt, og eg
kendi væl, at orkan var góð, men at okkum vant
aðu dystarvenjing í stórsteypadystinum - Men
tað kemur, tekur Bára til.
Dystin vann Kyndil eisini 28-26 á H71 eftir
longda leiktíð.
Drúgvar FM-royndir
Stórsteypadysturin um Lions-bikarið, vísti eisini
áskoðarum tann Kyndilshópin, ið er komin sam
an til hetta kappingarárið.
- Sum nú er, haldi eg at hópurin sær øgiliga
spennandi út, og venjarin fær brúkt førleikarnar
hjá øllum, sigur Bára, ið eisini fegnast um at
Súna og hinar eru við aftur.
- Vit fáa nógvar leikarar aftur, sum hava
royndir av at vinna alt, og vit hava eisini fingið
Jórun Ludvig til hjálparvenjara – Hon kemur
eisini við teimum royndunum, greiðir Bára K.
Hansen frá.
Verja kroatiskt og leypa svenskt á
Í stórsteypadystinum sást eisini ein rættiliga
høg og ágangandi verja frá Kyndli.
- Tað verður ikki síðstu ferð, vissar Bára um.
Dragan sigur at honum dámar væl kroatiskan
verjuhondbólt og svenskan álopshondbólt.
- Vit hava roynt høgar 3-2-1 verjur fyrr, sigur
Bára, og vísir til Føroyameistaraárini í 2014 og
2017, áðrenn hon leggur afturat, at tað skal
sjálvandi venjast nógv fyri at fáa skipanina at
rigga til fulnar.
Tað skal fyrst og fremst røkka til hálvfin
alurnar, greiðir fleirfaldi Føroyameistarin frá,
og leggur afturat at nú skal Kyndil vinna tey
gullmerkini, sum liðið ikki fekk, tá ið Korona
steðgaði farna kappingarári.
Kyndil kvinnur
Føroyameistaraheiti: 8 (1964, 1975,
1981, 1998, 1999, 2014, 2017, 2019)
Steypasigrar: 4 (2000, 2014, 2017,
2019)
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Súna Krossteig Hansen, 75 mál
Natasja Hammer, 72 mál
Bára Krossteig Hansen, 68 mál