hósdagur 10. september 2020síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
26
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
KVINNUR
HONDBÓLTUR 2019/20
Neistin
Margit W. Fríðmundsdóttir
Mona Poulsen
Rúna J. Larsen
Stina Madsen
Anna H. Clementsen
Frida H. Jacobsen
Hervør Niclasen
Gunnrið Poulsen
Marjun F. Danberg
Sólbjørt Høj
Ingunn Kristina Persson
Petra A. Larsen
Rakul Vang
Katrina Mortansdóttir
Brynja Høj
Barbara N. Johannesen
Hjørdis Viðstein
Hanna D. Hansen
Frágongd:
Maja Dragoljubovic,
Birita Ingolfsdóttir,
Fríða á Dunga,
Gunnfríð P. Nólsoy,
Ana Blagojevic.
Neistin: Nógvar ungar
og nakrar royndar
U-18-liðið hjá Neistanum verður væl umboðað í SMS-
deildini í ár, men nakrir Føroyameistarar eru við enn
Mest vinnandi liðið í føroyskum hondbólti hevur
havt ein gull-turk, síðani greipuna í 2016.
Neistin hevur lagt nógv fyri at byggja upp
hesi fýra árini, men mest sum á hvørjum ári hevur
útskiftingin verið stór, har profilar annaðhvørt
eru givnar, farnar at royna seg uttanlands, ella
farnar at lesa.
Skulu finna nógv mál aftur
Ùtskiftingin í ár verður eisini ein avbjóðing. Ein
av bestu málverjum í landinum seinastu árini,
Maja Dragoljubovic, takkar fyri seg í Neistanum.
Tað gera kviku veingirnir, Fríða á Dunga (39 mál
í fjør) og Gunnfríð Nólsoy (54 mál) eisini, eins og
bakkurin, Birita Ingolfsdóttir (32 mál)
Styrkurin er innanhýsis, har væl verður lagt
afturat frá ungdómsliðnum.
Onkur styrkur er eisini í mun til kappingar
byrjan í fjør, tí í ár vera Føroyameistararnir frá
2016, Marjun F. Danberg og Brynja Høj við frá
byrjan. Tær traðkaðu til, tá ið væl var komið
inn í kappingarárið í fjør, og vístu beinanvegin
dygdir tá ið tær vardu saman í miðverjuni.
Serliga Marjun F. Danberg var eisini farin at
taka av í álopinum, júst sum kappingarárið
brátt endaði. Seinasti dysturin var ímóti VÍF,
har Marjun skoraði 11 mál í framúr útisigri á
VÍF. Tað bar boð um eitt sterkt neistalið áðrenn
hálvfinalurnar, ið vóru av ongum.
Neistin byggir upp við teimum ungu
Eins og hini liðini, má Neistin kortini byrja av
nýggjum, og lyklaorðini eru tey somu aftur í ár.
- Vit hava fingið nógvar við frá U18-liðnum,
og tær skulu spælast inn, sigur Brynja Høj.
Sterki strikuleikarin greiðir frá, at hon hevur
vant við í summar, so hon er í betri formi, enn tá
ið hon byrjaði seint seinasta vetur.
Uppaftur yngri í ár
- Tá var tað eitt ungt lið, sum ikki hevði nógvar
royndir, og í ár er tað bara enn yngri, har minst
tríggjar úr byrjanaruppstillingini eru farnar, sigur
Brynja Høj, ið kann væntast at fáa ein høvuðs
leiklut í miðverjuni.
Verjan er lykilin
- Lyklilin til at kappingarárið skal eydnast, er
ein sterk verja. Tað er tað altíð í Neistanum. Og
so skulu vit fanga nakrar bóltar, og renna fleiri
skjótálop. Vit fingu ikki ordiliga gongd í tað í fjør
sigur strikuleikarin.
Í skipaða álopinum eru eisini somu avbjóð
ingar sum í fjør.
- Vit hava ikki nógvar skjúttar. So har skulu
vit hava fleiri at taka av, sigur Brynja,´og leggur
afturat:
- Tá ið tað so er sagt, so hava vit nógvar ung
ar, raskar og skjótar leikarar, sum eru sera gjøgn
umbrotssterkar. Og tað er er greitt okkara sterka
síða í álopinum.
Toppskjúttin og annar
málverjin vera verandi
Í fjør dúvaði Neista-álopið eisini nógv upp á
gjøgnumbrot, har serliga Ingunn Kristina Pers
son eydnaðist væl. Hon var greiður toppskjútti
á liðnum, og skoraði triðflest mál í allari deildini.
Hon er ein av profilunum, ið verður verandi í ár,
eins og landsliðsmálverjin, Margit Weihe Fríð
mundsdóttir, sum mundi hava eitt tað besta
avrikið av øllum leikarum farna kappingarár,
tá ið hon helt Kyndli niðri á bert 12 málum í
óhoyrdum 19-12 sigri í januarmánað.
Kári heldur fram
Í ár hevur tað verið stór útskifting á venjara
bonkunum kring landið, men í mun til hini trý
liðini, sum vóru í oddinum í fjør, varðveitir Neistin
venjarin.
Tað er framvegis Kári Horn, ið tók við fyri
hálvum øðrum ári síðani, sum stendur við
ábyrgdini.
- Tað er frálíkt at hava sama venjara. Hann
kennir okkum væl, og veit hvat vit skulu arbeiða
við. Vit kunnu fara beint í gongd, og tað haldi
eg vera ein stórur fyrimunur, staðfestir Brynja,
ið torir at seta sær stór mál:
- Vit vilja í minsta lagið í topp-3, og so hevði
tað verið stuttligt við minst einum gullmerki,
sigur Brynja Høj.
Neistin Kvinnur:
Føroyameistaraheiti: 41 (1943, 1946,
1948, 1952, 1953, 1954, 1955, 1956,
1957, 1959, 1966, 1967, 1969, 1970,
1971, 1972, 1973, 1974, 1976, 1978,
1979, 1980, 1982, 1983, 1984, 1985,
1986, 1987, 1988, 1989, 1990, 1992,
1994, 1995, 1996, 1997, 2011, 2012,
2013, 2015, 2016)
Steypasigrar: 14 (1987, 1988, 1989,
1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997,
1998, 2006, 2013, 2015, 2016)
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Ingunn Kristina Persson, 101 mál
Gunnfríð P. Nólsoy, 54 mál
Fríða á Dunga, 39 mál