Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2020 30 LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM KVINNUR HONDBÓLTUR 2019/20 StÍF Momoko Nakamura Hanna Ø. Ljósá Karina Berg Høgnesen Emmy Ingibjørg S. Kass Poula Dulavík Berg Vár D. Poulsen Guðrið Ellingsgaard Haruka Gima Yuika Kurimoto Mao Otani Rebekka Zachariassen Fríðrún Olsen Simona Á Fríðriksmørk Styrkt StÍF skal læra at vinna Nakrir av kendu StÍF-profilunum vera við aftur í ár, og tað er við til at styrkja um vónina. - Men vit skulu læra at vinna aftur, sigur Jón Rasmussen, venjari, ið vónar at fáa eina góða byrjan fyri at styrkja sjálvsálitið í hópinum. Profilar Kvinnurnar hjá StÍF hava havt tað trupult síðstu árini. Tað er blivið til fáar sigrar og nógv tap, men í ár røkist fyri, at liðið kann fáa fleiri stig á kont­una. Liðið er nevniliga styrkt nakað væl. Profilar sum Fríðrún Olsen, Rebekka Justinussen og Guðrið Eliasen (fyrr: Poulsen) eru við aftur, og saman við einum nýggjum japanskum málverja, ið sigst hava eitt høgt støði, so eru vónirnar nú aftur góðar til hondbóltin á vestara armi á Skálafjørðinum. - Jú, hetta sær rættiliga spennandi út, sigur Jón Rasmussen, StÍF-venjari, tá ið hann tosar um tilgongdina av profilunum. - Og so hava vit eisini eina yngri stammu á liðnum, sum hevur verið ótrúliga røsk at vant styrkivenjing í alt summar. Tær hava í grundini ongan steðg havt síðani kappingin varð avbrotin, vísir hann á. - So eg vil siga, at hópurin er breidri og betur fyri enn í fjør, tekur hann saman um. Jón Rasmussen hevur verið um StÍF-hópin í fleiri ár. Hann var hjálparvenjari tað tíðarskeiðið danski Tomasz Zilberberg var venjari, og í fjør stóð hann á odda fyri liðnum saman við Alex­ anduri Johansen. Í ár verður hann so høvuðsvenjari og kemur at hava Paulu Berg Høgnesen afturat sær sum hjálparvenjara. Læra at vinna Tá ið síðsta kappingarár varð avbrotið hevði StÍF sjey stig fyri 16 dystir, men okkurt árið framm­ anundan hevur úrtøkan verið enn minni. - Tað hevur verið drúgt til tíðir, men eg má taka hattin av fyri kvinnunum, sum hava tímað at spælt í so nógv ár. Tað vísir bara at tær vilja hondbóltin, heldur Jón Rasmussen, venjari. - Tær hava havt tað stuttligt saman, og tær hava hildið tað verið stuttligt at komið til venj­ ing. Tað er umráðandi, sigur Jón. Við teimum betraðu vónunum í ár fylgir eisini størri ábyrgd. - Vit skulu læra okkum at vinna aftur, sigur Jón. - Vit vóna at fáa eina góða byrjan upp á kappingina, soleiðis at sjálvsálitið verður gott, sigur hann. Hondbólturin í StÍF er annars sum heild væl fyri. Tað hevur verið nakað stórt glopp í aldurs­ mun­inum á besta liðnum, men StÍF er farið í holt við at slúsa leikarar frá U16-liðnum inn í SMS- hópin, og Jón Rasmussen heldur fyri, at tað eru góð talentir at síggja á U16-liðnum, og um tær halda á við at venja, so kann tað gerast heilt spennandi í framtíðini. Fleiri stig Tað er ikki settur nakar greiður málsetningur fyri komandi kappingarár, men: - Vit ætla okkum at vinna fleiri dystir í ár enn vit hava gjørt síðstu árini, sigur StÍF-venjarin. - Og tað hevði verið stuttligt at komið í topp 4, leggur hann afturat. Hann sigur seg vænta at høvuðsstaðurin fer at mynda oddastríðið í ár. Hann hevur H71 sum favoritt til at vinna kappingina, og so metir hann eisini at Kyndil og Neistin fara at liggja har frammi. - Vit hava ikki sæð nógv til hini liðini, men ein hoyrir, at onkur lið hava mist leikarar, sum eru burturi vegna barnsburð. Tað hava vit kent til onnur ár, men ikki upp á sama máta í ár, so kanska tað fer at útjavna seg hetta kapping­ar­ árið, sigur Jón Rasmussen. StÍF kvinnur Føroyameistaraheiti: 0 Steypasigrar: 0 Toppskjúttar kappingarárið 2019/2020 Haruka Gima, 109 mál Karina Berg Høgnesen, 50 mál Yuika Kurimoto, 50 mál