hósdagur 17. september 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
18. SEPTEMBER 2020
Greið ráð: Øki brúksgjøld fyri tilfeingið
Ein tilburður afturat av koronu varð stað
festur í mikudag. Tað vísa nýggjastu tølini
hjá Landslæknanum.
Talan er um ein persón, sum er smittaður
í Føroyum, men sum er í eini smittuketu,
sum Landslæknin kennir til. Viðkomandi
er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd
við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 429 persónar fingið stað
fest smittuna í Føroyum. Tilsamans eru 412
persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt
eru 17 persónar smittaðir í løtuni. Tilsamans
eru nú 112.530 kanningar gjørdar í Føroyum
Í løtuni er eingin
innlagdur á Sjúkra
húsi í samband við
Korona.
KORONA
Tora vit at tosa
um sex?
Klumma, síða 13
Føroyingur varpaði
ljós á ræðuleikar í
Kongo
Siðsøga síða 24-25
Í blaðnum...
Les eisini blaðið
á telefonini
Er tað kanska lagaligari at avtaka
Búskaparráðið?
Tað var við ávísum spenningi, at vit
bíðaðu eftir heystfrágreiðingini hjá Bú
skaparráðnum. Tí vit vita, hvussu Bú
skaparráðið plagar at meta um viður
skiftini í fiskivinnu – um virðini, sum
eiga at fella aftur í landskassan. Sitandi
samgonga hevur gjørt beint øvugt av
teimum tilmælum, sum plaga at vera –
tí at her veit Fólkaflokkurin best. Og tá
Fólkaflokkurin er í samgongu, so verð
ur tað sum Fólkaflokkurin vil, tí sam
starvsflokkar klára seg ikki í kapping
ini. Fólkaflokkurin er bara nógv
sterkari. Soleiðis hevur verið so leingi.
Tá so fíggjarmálaráðharrin setti sín
egna valkampanjuleiðara frá seinasta
løgtingsvali at standa fyri Búskapar
ráðnum, so kundu tú freistast at halda,
at nú fóru hugsanirnar hjá Fólkaflokki
num at síggjast aftur.
Ikki tí. Formaðurin í Búskaparráð
num er eingin hentur idiotur, og vit
høvdu ikki væntað, at hann fór at
leggja sín professiónella integritet til
viks fyri eitt slíkt projekt, og tað hevur
hann heldur ikki gjørt.
Tað er eitt ordans høgg, sum búskap
urin hevur fingið, tó at øll í samfelag
num ikki merkja tað eins væl. Hetta
fær sjálvandi avleiðingar fyri ta fíggjar
lóg, sum landsstýrið í hesum døgum
putlast við at semjast um.
Ráðið heldur tó, at búskapurin fer at
vaksa longu næsta ár – og tí skal hann
ikki stimbrast við eyka almennum íløg
um. Heldur ikki verður mælt til at
minka um hallið á fíggjarlógini og sagt
verður, haldføristrupulleikar í búskapi
num og tørvurin á at fáa ein meira pro
duktivan búskap tala greitt fyri, at
brúksgjøldini fyri tilfeingi verða mun
andi økt. Skal landsstýrið fylgja ráðu
num, so merkir tað væl saktans, at hall
ið fíggjarlógini verður øgilga stórt, at
landið ikki fer at gera eyka íløgur, og at
landsstýrið heldur ikki sleppur at gera
stórar sparingar.
Hinvegin skal landsstýrið gera júst
tað, sum tað ikki ætlar: Størri gjøld á
fiskivinnuna, heldur enn at plúndra
skattgjaldaran enn meira.
Landsstýrið ætlar at broyta Búskap
arráðið. Kanska tað er for troyttandi
hjá politikarunum at hoyra uppá, at
Búskaparráðið als ikki heldur politikar
arnar vera rættari leið – sjálvt um tað er
ein fólkafloksstrategur sum sigur tað...
Tað sigur Gordon Rajani, sum
er stjóri í felagnum Mark, sum í
hesum døgum er við at seta upp 48
leiguíbúðir undir Kongavarða á
Argjum
Í hesum døgum er nógv byggivirksemi í
býlinginum undir Kongavarða á Argjum.
Tað er felagið Mark, sum er í ferð við at
seta upp ein bygning við 48 leiguíbúðum.
Bygningurin kemur liðugur til landið í
modulum, sum so verða sett saman. Alt er
liðugt innan, tá modulini koma. Hetta er
byggiháttur, vit eisini hava sæð við øðrum
stórum byggjaríum í høvuðsstaðnum.
– Tað gongur væl. Vit eru nú í ferð við
at seta upp mittasta bygningin, og í aðru
viku vænta vit, at tann síðsti parturin
kann setast upp. Síðani skal bygningurin
klæðast, og trappur og svalar setast upp,
sigur Gordon Rajani.
Upprunaliga ætlan var at gera 96 íbúð
ir. Men eftir at øll loyvi vóru givin og klárt
var at fara í gongd, kom sperðil í. Grannar
mótmæltu, tí tey hildu, at hetta fór at
taka ov nógv frá økinum undir Konga
varða, og at tey fóru at missa sólina.
Hóast øll loyvi vóru givin, so var byggi
loyvið broytt soleiðis, at ætlanin varð
minkað niður í helvt, og Mark fekk nýtt
loyvi til at byggja 48 íbúðir.
– Tað var sjálvandi ein strika í rokning
ini hjá okkum, tí hetta tekur burtur stóran
part av inntøkugrundarlagnum. Tí eitt nú
alt útgrevstrararbeiði og fyrireikingarar
beiðið hevði verið at kalla tað sama, um
bygningurin var eitt sindur hægri og eitt
sindur longri, sigur Gordon Rajani.
Men ein treyt hjá Mark fyri at ganga
við til at minka verkætlanina úti á Argj
um var, at felagið fekk annað stykki at
byggja hin partin av verkætlanini á.
– Ta lyftið fingu vit frá býráðnum, og
tey hava eisini víst okkum á eini tvey onn
ur stykki, men enn er eingin greiða fingin
á hesum, sigur Gordon Rajani.
Spurdur um teir høvdu verið til reiðar
at bygt ta upprunaligu ætlanina við 96
íbúðum á øðrum stað í Havn, so sigur
hann, at tað høvdu teir fegnir gjørt.
– Vit vilja gjarna byggja 100 íbúðir aftu
rat í Havn. Og vit eru eisini sinnaðir at
fara í gongd aðrastaðni enn í Havn, sigur
Gordon Rajani.
Byggja fegnir 100 íbúðir afturat
Nú eru 17 fólk
sjúk av koronu
Sleppa vit, so byggja vit fegnir 100 íbúðír afturat, sigur Gordan
Rajani, stjóri í bústaðafelagnum Mark
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri