Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 3 STARVIÐ Fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum er at leiða Visit Tórshavn og at tryggja, at Visit Tórshavn fram­ haldandi tænir borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. Starvið sum stjóri er fulla tíð og verður lønt sambært avtalu. Visit Tórshavn húsast í Steinatúni, har seks dugnalig starvsfólk eru. Viðhvørt verður arbeitt longur enn ásettu tíð. FØRLEIKAKRØV Stjórin m/k er arbeiðssamur og lagaligur og kennir bæði ferðavinnu og handilsvinnu. Eisini krevst innlit í fíggjarstýring og fíggjarætlanir. Leiðslu royndir og góð evnir at samskipa og leiða verk ætlan ir eru fyrimunir. At duga væl at samskifta og málbera seg á føroyskum, enskum og donskum er krav. Somuleiðis má stjórin duga at røkja sambond og samstarva við myndug­ leikar, vinnu og onnur. Umsøkjarar mugu hava útbúgv ing í ferðavinnu, sølu, tænastu, samskifti ella líknandi. FREIST Umsóknarfreistin er hósdagin 1. oktobur 2020. Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknir skulu sendast til vtstarv@torshavn.fo. Hevur tú spurningar, ert tú væl komin at ringja til Henny á Líknargøtu, nevndar­ forkvinnu, tel. 235900. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Visit Tórshavn virkar fyri at menna, savna og breiða út upplýsingar um høvuðs staðin og virksemi í býnum. Visit Tórs havn arbeiðir eisini fyri at vekja áhuga fyri býnum og bygd unum í Tórshavnar kommunu. Hartil stuðlar Visit Tórs havn handli, íðnaði og mentan. Soleiðis ger Visit Tórshavn, at býurin verður áhuga verdur og spennandi fyri bæði borgar ar og gestir. STJÓRI TIL VISIT TÓRSHAVN Visit Tórshavn Niels Finsens gøta 17 P.O. Box 379 FO­110 Tórshavn www.visittorshavn.fo sansir.fo