Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 4 TERJI NIELSEN G ongst eftir æt­lan kann øll rav­magns­ fram­leiðslan hjá SEV gerast grøn um eini 10 ár. Tað er í hvussu so er eitt av mál­unum við nýggju hav­vind­ myllu­lundini, sum SEV hevur í um­búna at seta upp. Talan er um eina hav­vind­ myllulund, sum kann fram­leiða upp til eini 120 MW, og sum tí svarar til eini fimm vind­ myllulundir á landi. Í fyrstu atløgu verða kann­ing­ ar gjørdar av einum øki eystan fyri Nólsoynna, har ein slík havvindmyllulund kann setast upp. Nógvar avbjóðingar á landi Seinnu árini hevur SEV lagt stóra orku í útbyggingar av vind­ myllulundum á landi, men hetta hevur verið rættiliga avbjóðandi av ymsum orsøkum. Vit síggja til dømis, at tað eru stórar avbjóðingar við at fáa atkomu til lendið, sum vit skulu brúka. Tað er ein økt til­ vitska um umhvørvið millum fólk, og tí er tað ikki líka lætt at fáa atgongd øki á landi. Hetta síggja vit eitt nú við ætlaðu út­ byggingini á Eiði, greiðir Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, frá. Hann sigur, at ikki bara í Før­oyum men eisini í londum kring okkum er tað blivið alsamt truplari at fáa atgongd til lendi til orkuverkætlanir. Til dømis í Týsklandi er tað næstan steðgað upp við slíkum verk­ætlanum, tí fólk vilja ikki hava nakað slíkt í sínum nær­ um­hvørvi, sigur hann. Harumframt eru aðr­ar avbjóðingar við vind­myllu­lund­ um á landi so sum turbulens. Noyðast at fáa ferð á Menningarleiðarin hjá SEV dylur ikki fyri, at um man skal røkka málinum um at gerast leys av olju í 2030, so má ferð kom á grønu útbyggingarnar. Tað er av alstórum týdningi at fáa ferð á grønu útbyggingarnar, skulu vit gera okkum nakra vón um at gerast leys av oljuni í 2030. Í løtuni eru stórar avbjóðingar við útbyggingum á landi av ymsum orsøkum, og tí fara vit nú undir at kanna møguleikarnar fyri vindorkuútbygging á sjóøki, sig­ur Terji Nielsen. Hann sigur, at við hesi verk­ ætlan, sum lagt er upp til, so kemur framleiðslan hjá SEV um eini 10 ár at vera 100 prosent grøn eitt vanligt ár og kanska eini 90 prosent grøn eitt óvanligt ár. Terji Nielsen sigur, at kost­ nað­urin fyri at seta upp hav­ vind­myllulundir er lækkandi, og tí er tað eisini blivið meiri áhuga­ vert fyri SEV at fara undir eina slíka verkætlan. Á sjónum er meiri støðugur vindur, og tað hevur við sær, at tað ikki eru líka stór útsving á framleiðsluni, sum vit til dømis síggja tað við vanligum vind­myllulundum, og tí leggur tað ikki sama trýst á netið hjá okkum, sigur menningarleiðarin hjá SEV. Kanningar gerast komandi ár Í fyrstu atløgu hevur verið ar­ beitt við eini staðseting eyst­an fyri Nólsoynna, har hav­vind­ myllu­lundin kann setast upp. Í hesum føri liggur hon eini 2,5 kilometrar úr landi og fevnir um eitt øki á eini fýra fer­ kilometrar. Vindmyllurnar eru rættiliga stórar, men tær verða ikki serliga sjónligar fyri havnar­ fólk, sigur Terji Nielsen. Ítøkiliga koma vindmyllurnar at vera eini 100 metrar høgar frá vatnskorpuni til navið, og veingjabreiðið á eini slíkari vind­myllu er eini 167 metrar. Dýpið har á leiðini liggur TVÆR MILLIARDIR SEV er farið undir eina fyrireikingarnar til eina havvindmyllulund. Verkætlanin kemur væntandi at kosta slakar tvær milliardir krónur Tað er ein økt tilvitska um umhvørvið millum fólk, og tí er tað ikki líka lætt at fáa atgongd øki á landi. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV Mynd: Álvur Haraldsen