hósdagur 17. september 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
5
millum 35 og 55 metrar, og tað
skuldi verið væl egnað til eina
slíka offshore verkætlan, sigur
Terji Nielsen.
Hann sigur, at enn hevur man
ikki gjørt nakrar kanningar á
staðnum, men nú er ætlanin
at fáa loyvir upp á pláss, so at
man kann fara undir at gera
fyrireikandi kanningar til eina
slíka verkætlan komandi ár.
Men vit skulu sjálvandi eisini
kanna aðrar staðsetingar fyri at
finna bestu loysnina. Men tað er
greitt, at tað verður á eystursíðuni
av Føroyum, tí har er minni alda,
enn tað er á vestursíðuni, sigur
menningarleiðarin hjá SEV.
Kanningarnar umfata dýpdir,
botn-, aldu- og vindviðurskifti,
umframt umhvørvisárinsmet
ingar. Umsókn verður send
myndugleikunum um loyvi til at
fara undir hetta arbeiðið. Eisini
skulu kanningar gerast í mun til
íbinding og flutning av orkuni, ið
kemur frá eini havvindmyllulund,
umframt hvørji tiltøk skulu gerast
fyri at tryggja framhaldandi
støðufesti í elskipanini.
Pumpuskipan í Vestmanna
er ein fortreyt
Fyri at man skal koma á mál við
verkætlanini um eina havvind
myllulund av slíkari stødd, er
tað ein fortreyt, at man hevur
eina pumpuskipan í Vestmanna
sambært SEV.
Tí neyðugt verður at goyma
partar av framleiddu elorkuni
til tíðir, tá ið minni vindur, og
harafturat skal skipanin vera
við til at óstøðugu vindorkuna
meira støðuga, og neyðugt
verður við tillagingum á neti
num, so at man orkan kann fáast
til høldar í elskipanini.
Vit hava góðar vónir um, at
hetta letur seg gera um okkara
leiðir, men skal ein slík verk
ætlan rúmast í elskipanini, er
neyðugt, at ferð eisini kemur á
umleggingina av upphiting og
flutningi í samfelagnum, sigur
Terji Nielsen, menningarleiðari
hjá SEV.
Hann vísir á, at SEV við hesi
verkætlan tekur eitt stórt stig
móti at gerast 100 prosent grønt,
men skal alt samfelagið gerast
grønt, so er tað ein fyritreyt, at
føroysku húsarhaldini gerast
grøn.
TERJI@SOSIALURIN.FO
ÍVERKSETAN Í 2025
Tíðarætlanin fyri verkætlanina um havvindmyllulund er fyribils
tann, at tað verður farið undir at gera ítøkiligar kanningar
komandi ár.
Í 2022 kann projekteringin so fara fram, kaðalleggingin verður
gjørd í 2023 og 2024, og so verður íversetan í 2025.
Talan er tó ikki um, at verkætlanin stendur endaliga klár í 2025,
men tá verður fyrsti parturin klárur at seta í gongd.
ÆTLA SÆR
FØROYSKA FÍGGING
Nýggja havvindmyllulundin, sum SEV ætlar at seta upp, verður
ein tann kostnaðarmesta verkætlanin í Føroya søgu. Fyribils er
kostnaðurin av havvindmyllulundini mettur til at liggja millum
hálvaaðru og tvær milliardir krónur.
SEV hevur í hesum sambandi sett sær fyri, at fíggingin skal
vera eitt samstarv millum fleiri føroyskar fyritøkur, so sum
orkuveitarar, íleggjarar og aðrar størri fyritøkur í Føroyum.
Vit hava ikki verið í samband við nakra fyritøkur um
fíggingarsamstarv, men vit vænta, at áhugi er fyri hesum. Um
tað ikki skuldi verið, so er tað neyvan nakar trupulleiki at fáa
fígging uttanlands, tí slíkar offshore verkætlanir verða mettar
sum ein sera trygg íløga, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Ein so stór útbyggingarverkætlan hevur nógv avleitt virksemi
við sær, og samstarv um verkætlanina hevði verið til gagns fyri
allar partar halda teir hjá SEV.men tá verður fyrsti parturin
klárur at seta í gongd.
Í GRØNA ORKU
Tað er av alstórum
týdningi at fáa ferð á
grønu útbyggingarnar,
skulu vit gera okkum
nakra vón um at gerast
leys av oljuni í 2030.
Terji Nielsen,
menningarleiðari
hjá SEV
Mynd: ÁLvur
Haraldsen
Nakað soleiðis kemur
tað at síggja út, um
havvindmyllulundin eystan fyri
Nólsoynna verður veruleiki
Tilgjørd mynd: SEV