hósdagur 17. september 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
6
Felagið fyri grafisk listafólk, ListGraFo, hevur nú í
átta ár stríðst fyri at finna sær innivist onkrastaðni
í Havn. Tilgongdin hevur verið merkt av
sáttmálabroti og brotnum lyftum frá kommununi,
sigur Jóna Rasmussen, forkvinna í ListGraFo.
Málið er meira samansett enn so, og
ListGraFo hevur vrakað ov nógv uppskot
frá kommununi, sigur Gunnvør Balle,
forkvinna í mentamálanevndini.
STEINAR PATURSSON
S
øgan um hóskandi høli
til ListGraFo byrjar heilt
afturi í 2013, tá grafisku
listafólkini fingu innivist
í hølunum hjá kvøldskúlanum
í Kongagøtu 7 í Havn, og hølini
í veghædd vórðu sett í stand til
endamálið.
Húsini høvdu staðið til sølu í
langa tíð, og í desember sama ár
fingu listafólkini boð frá komm
ununi um, at tey kundu keypa
húsini. Prísurin á húsunum var
settur at vera 2,5 mió. kr., men
sambært ListGraFo hevði Heðin
Mortensen gjørt teimum greitt,
at um tey megnaðu rinda 500.000
krónur, skuldi kommunan stuðla
við restini. Hóast bankalán fekst
til vega, vórðu húsini seld øðrum
keypara.
Nú hølini í Kongagøtu vóru
seld, varð neyðugt at flyta, og í
februar í 2014 slapp ListGraFo inn
í fysikkstovuna í kommunuskúl
anum. Um hetta mundið hevði
kommunan ætlanir um at gera
kommunuskúlan til lista- og ment
anarhús, og felagið sendi tí eisini
umsókn til kommununa um at
fáa fast innivist í skúlanum. Lista
húsið gjørdist kortini av ongum,
og tá Bústaðir keyptu kommunu
skúlan í 2015, fekk ListGraFo boð
um at flyta amboð og útgerð oman
í gomlu evningsstovuna undir aul
uni.
Eitt gott ár seinni, í 2016, skuldi
skúlin brádliga tømast. Tey í
ListGraFo fingu ikki boð um, at
skúlin skuldi tømast, men ein av
lærarunum hevði boðað Jónu
Rasmussen frá, at fólk vóru farin
undir at tøma skúlan. Jóna Ras
mussen skundaði sær oman á
skúlan, og tá gjørdist greitt, at
fólk vóru farin undir at taka av
lutunum og amboðunum hjá List
GraFo. Fólk høvdu lagt amboð hjá
ListGraFo av við at hefta lepar á
tey, og yvirhøvur høvdu fólk havt
fríar teymar at taka tað, ið teimum
lystu.
Endin varð, at ListGraFo fekk
fatur í umboði hjá kommununi, ið
fekk skipað fyri, at verkstaðurin
hjá teimum varð plombaður, so
leiðis at amboð og maskinur fingu
frið.
Tað gjørdist tó skjótt greitt, at
evningsstovan skuldi brúkast til
verkstað hjá handverkarunum, nú
teir fóru undir at byggja skúlan
um til lestraríbúðir. Fyrstu tíðina
stóðu maskinurnar hjá ListGraFo
í hølunum, meðan hølini vórðu
brúkt til verkstað hjá handverk
arunum, og hetta fór illa við mask
inunum, sigur ListGraFo.
– Vit óttaðust, nú tað skuldi
vera eitt byggipláss, men vit fingu
at vita, at vit kundu bara vera har,
sjálvt um tað var eitt byggipláss.
Tá teir skóru hol í múrin til tey
stóru vindeyguni, fór eg inn at
hyggja. Har stóðu maskinurnar,
málingablikk vórðu koppað
omanyvir, og grús frá betonginum
lá ímillum allastaðni, sigur Jóna
Rasmussen, forkvinna í ListGraFo.
Men um tað var ringt fyri
maskinurnar at standa á verk
staðnum, so varð tað munandi
verri, tá maskinurnar av onkrari
orsøk í oktober í 2017 vórðu settar
útum í regnið.
ListGraFo hevði tó einki fingið
at vita, um at maskinurnar vórðu
settar útum, og tað kom tí sum ein
skelkur, tá fólk søgdu teimum í
ListGraFo frá, at øll útgerðin hjá
teimum stóð uttanfyri.
Fáa leigusáttmála um
evningsstovuna
Um sama mundið hevði kommun
an fingið tað hugskot, at ListGra
Fo og grafiski kvøldskúlin skuldu
vera í sama verkstaði. Frá komm
ununi vóru boðini, at tað bar ikki
til at hava tveir grafiskar verk
staðir, og tí máttu teir sláast sam
Fólk høvdu
lagt amboð hjá
ListGraFo av við
at hefta lepar á
tey, og yvirhøvur
høvdu fólk havt
fríar teymar
at taka tað, ið
teimum lystu.
PRESSAN VAR
Í TÚNIÐ AT RU
Hølisorrusta í átta ár
Í oktober í 2017 vórðu pressurnar og
onnur amboð sett útum. Pressurnar
rustaðu illa av viðferðini.