hósdagur 17. september 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
7
an. ListGraFo metti ikki, at hetta
var ein góð loysn, men í 2018 hevði
kommunan gjørt av, at so skuldi
vera.
Hóast kvøldskúlin var kom
in upp í leikin, so gekk framá,
og í februar í 2018 fekk ListGra
Fo leigusáttmála at undirskriva,
sum var góðkendur av bæði
fíggjarnevndini og mentamála
nevndini í Tórshavnar komm
unu. Um sama mundið varð
eisini farið undir at umvæla
evningsstovuna, soleiðis at stovan
hóskaði til endamálið hjá kvøld
skúlanum og ListGraFo. Umvæl
ingarkostnaðurin var 100.000
krónur, og peningurin varð tikin
av kvøldskúlakontuni, vil ListGra
Fo vera við.
Í apríl mánaði komu tó boð frá
kommununi um, at eingin verk
staður verður í gomlu evnings
stovuni kortini, tí hølini skulu
nýtast til ein skúlaflokk.
Tey í ListGraFo, sum hava ført
dagfest yvirlit yvir hendingarnar
í málinum, siga, at tað gingu bert
fýra dagar, frá tey høvdu góð
tikið sáttmálan, til hann varð
tikin aftur, tí Skúlin á Fløtum
skuldi inn í hølini. Játtað varð
umvegis telefon og teldupost, men
stundir vóru ikki at undirskrivað
leigusáttmálan.
Sum avleiðing av hesum fekk
ListGraFo advokatin hjá Lista
sambandi Føroya upp í leikin, og
hann játtaði fyri ListGraFo, at
sáttmálin var bindandi.
Fáa hjárúmið í
fimleikahøllini
Sum plástur á sárið fekk List
GraFo bjóðað ovaru av teimum
báðum fimleikahallunum í
kommunuskúlanum, sum framm
anundan skuldi nýtast til annað
listarligt endamál. ListGrafo fekk
at vita, at pláss kundi gerast til
teirra í hjárúminum undir bal
kongini.
ListGraFo gjørdi kommununi
greitt, at nýggja tilboðið kundi ikki
góðtakast, og felagið vildi halda
seg til tær avtalur, ið vóru gjørd
ar. Hjárúmið var ov lítið til stóru
maskinurnar, ið felagið nýtir í
prentframleiðsluni, og harum
framt fór tað at vera ov trupult, at
tríggir partar - ListGraFo, Kvøld
skúlin og Føroysku Myndlistafólk
- skuldu vera um sama høli. Semja
var í felagnum um, at hetta fór at
hava við sær, at ListGraFo kundi
ikki hava sítt virksemi í friði.
Tá tað ikki eydnaðist at halda
seg til avtaluna, gjørdi ListGraFo
av at kæra kommununa til løg
tingsins umboðsmann. Løgtings
ins umboðsmaður metti kortini
ikki, at grundarlag er fyri kæruni.
Í svarinum frá løgtingsins um
boðsmanni stendur, at av tí at
talan er um leigusáttmála millum
eitt felag og kommununa, er talan
um privatrættarligt virksemi og
ikki fyrisitingarligt virksemi hjá
kommununi, og at løgtingsins
umboðsmaður tí ikki hevur
heimild at viðgera spurningar um
gildi av leiguavtaluni.
Útgerðin fer í
niðaru høllina
Í sama mánaði, í mei í 2018, var
ListGraFo á fundi við komm
ununa, og sambært ListGraFo
vildi Gunnvør Balle bjóða teimum
niðaru høllina ístaðin, tí tann
Framhald á síðu 8
Har stóðu
maskinurnar,
málingablikk
vórðu koppað
omanyvir,
og grús frá
betonginum
lá ímillum
allastaðni
Hevur tú einki
fundarreferat,
so eksisterar
ListGraFo
ikki, avtalur
eksistera ikki,
og sáttmálar
eksistera ikki
RÐ SETT
USTA