hósdagur 17. september 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
8
høllin stóð tóm. Hetta metti List
GraFo vera eina virðiliga loysn.
Høllin er stór og rúmlig, og eingin
annar var í høllini frammanundan,
so hana kundu tey hava fyri seg
sjálvi.
Stutt eftir varð farið undir at
flyta amboð og maskinur úr evn
ingsstovuni í fimleikahøllina.
Nakrir mánaðir gingu, men
einki hendi í málinum, og tí gjørdi
ListGraFo av at fregnast eftir tíð
indum. Svarið frá kommununi í
januar í 2019 var, at tey fáa aftur
bjóðað ovaru høllina. Kommunan
segði orsøkina vera vantandi
brunatrygd í hallunum báðum,
vil ListGraFo vera við.
ListGraFo helt lítið um tíð
indini, tí nú hevði felagið fingið
bjóðað høllina í neðra, og har vildu
tey vera.
Evningsstovan
aftur upp á talu
Tveir mánaðar seinni kom brádliga
aftur vend í málinum. ListGraFo
vil vera við, at Sigurð Ólason Vang,
mentamálaleiðari í Tórshavnar
kommunu, lovaði ListGraFo inn
aftur í evninggstovna, tá Skúlin
á Fløtum varð liðugur, og skúla
flokkurin, sum húsast í hølunum,
flytir niðan í nýggja skúlan.
– Tað var aftur ein ástaðarfund
ur. Bara eg og Kári Svensson vóru
frá okkum í ListGraFo, og Sigurð
Ólason Vang var einsamallur fyri
kommununa. "Nú sær tað soleiðis
út, at tit fáa skúlastovuna, tá Skúl
in á Fløtum er liðugur." segði hann.
Og glað vóru vit, sigur Jóna Ras
mussen.
Longu mánaðin eftir var aftur
galið. Nú ljóðaðu boðini, at talan
hevði verið um eina misskiljing, og
at tað kundi møguliga koma upp
á talu, at tað varð skotið upp fyri
politisku skipanini, at ListGraFo
skuldi aftur sleppa inn í evnings
stovuna.
Hetta varð av ongum, og sam
bært ListGraFo visti eingin til
nakað tilmæli.
Í heila tikið fýlast umboðini hjá
ListGraFo á, at tá ListGraFo hevur
verið á fundi við kommununa,
hevur ongantíð verið nøkur fund
arskrá. Somuleiðis hevur felagið
ongantíð fingið nakað fundar
referat, og tey ivast í, um nakar
frá kommununi yvirhøvur hevur
ført referat.
– Hevur tú einki fundarreferat,
so eksisterar ListGraFo ikki, avtal
ur eksistera ikki, og sáttmálar eks
istera ikki, sigur ListGraFo.
Maskinurnar
goymdar burtur
Í august í 2019 skuldi niðara høll
in í Finsen renoverast, og mask
inurnar og amboðini hjá List
GraFo, sum høvdu staðið í høllini,
vórðu flutt í eina bingju. Stóra
pressan varð flutt í goymslu á
Hjalla, og bingjan við hinum
trimum pressunum og øllum
hinum lutunum stendur onkra
staðni á bingjuplássinum í
Kollafirði. Tíverri vórðu fleiri
lutir burtur undir flytingini, og
ListGraFo veit ikki at siga, hvørj
um standi pressurnar og lutirnir í
bingjuni eru í.
Í apríl mánaða árið eftir varð
ListGraFo bjóðað út at hyggja
eftir einum hølum á Argja skúla.
Við teimum er Gunnvør Balle, og
tosað verður um tey lyftini, ið
kommunan hevur gjørt um inni
vist í Finsen. Sambært ListGraFo
vil Gunnvør Balle tá vera við, at
teimum varð ongantíð lovað nið
aru høllina í Finsen, og tað er held
ur ikki fest á skjal nakrastaðni.
Vit hava
roynt at
funnið
eina loysn
T
alan er um eitt saman
sett mál, og tað skulu
tvey til dansa tango.
Gunnvør Balle,
forkvinna í mentamálanevndini
í Tórshavnar kommunu, vísir á,
at kommunan hevur gjørt tað,
hon var ment, at finna teimum
í ListGraFo innivist.
– Hetta er komplekst, og tað
hevur tikið langa tíð. Tað er
rætt. Tað eru vit kedd av, men
tað eru fleiri partar í hesum, og
tey eiga eisini ein part sjálvi,
tá tey ikki hava verið við upp
á fleiri av loysnunum, sigur
Gunnvør Balle um ListGraFo.
– Vit hava verið í øgiliga
drúgvum samráðingum við
tey í skjótt fýra ár, har vit hava
roynt at víst á ymisk høli, men
tey hava sæð seg føst í júst hatta
hølið, sigur Gunnvør Balle og
sipar til gomlu evningsstovuna.
– Vit hava roynt at greitt
teimum frá, at tað er ikki fyrr
enn at ein samtykt fyriliggur í
einari nevnd, at tú hevur rætt
til nakað. Og tað hevur tað ikki
verið í okkara tíð.
Málið strekkir seg út yvir
fleiri kommunuvalskeið, og tí
hevur sitandi samgonga ikki
verið partur av málinum allatíð.
Í mun til leigusáttmálan um
evningsstovuna sigur Gunnvør
Balle, at avtalan varð samtykt í
nevndunum báðum, men hon
var ongantíð undirskrivað.
Bráðfeingistørvur
var
á
skúlastovum, og tí mátti 3.
flokkur í skúlanum á Fløtum
inn í evningsstovuna - fram um
ListGraFo.
– Hetta er eitt keðiligt mál,
tí her eru so nógvar og drúgvar
samráðingar. Tey í ListGraFo
eru bara ein av kanska 10
ymiskum feløgum, sum vit
samráðast við í senn. Tað er ein
stór høliskabala, sum vit hava
havt við at gera seinastu fýra
árini. Tá vit komu burtur frá
evningsstovuni, bjóðaðu vit
teimum ovaru høllina í Finsen.
Tey vóru ikki á einum máli um
hølini, og summi fólk, sum vit
hava tosað við, hava verið samd
við onkrum av loysnunum,
meðan onnur hava ikki, sigur
Gunnvør Balle.
– Í summar ella í vár bjóðaðu
vit teimum høli úti á Argjum, tú
skúlabørnini fara úr skúlanum.
Og summi vóru sera væl nøgd
við tað, men tað vrakaðu
tey eisini. Nú eru vit aftur
í samráðing um Gula skúla,
har vit á fíggjarnevndarfundi
hava samtykt at royna at fara í
dialog um at bjóða teimum Gula
skúla saman við einum øðrum
felagsskapi. Og har veit eg, at
tey hava verið øgiliga positiv
um tað. Og tí skilji eg ikki, at tá
vit eru í samráðing um nýggj
høli, sum eg skilji á lagnum, at
tey eru kanska eru samd um, hví
tey rógva afturá, og hví hetta
verður evni til eina grein.
Stóra pressan
varð flutt í
goymslu á
Hjalla, og
bingjan við
hinum trimum
pressunum og
øllum hinum
lutunum stendur
onkrastaðni á
bingjuplássinum
í Kollafirði