mikudagur 22. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 247 - 24. desember 2004
JÓLAHALD
Myndir: Jan Müller
Á barnadeildini á Lands-
sjúkrahúsinum verður gjørt
nógv burrtur úr at gera um-
hvørvið so hugnaligt sum
gjørligt hvørji jól. Jólatræið
er pyntað, men jólini koma
fyrst rættuliga tá tey fáa
vitjan av børnum frá Tórs-
havnar Musikskúla. Hetta
hevur verið fastur táttur á
deildini øll tey seinastu
árini. Har hava tey spælt
fyri børnunum og teirra
avvarandi og víst, hvat tey
hava lært. Og tað er ikki so
lítið. Ikki kann sigast annað
enn, at tey hava verið sera
dugnalig, hesi ungu frá
Musikskúlanum. Ymiskt
hevur so verið, hvørji tól
tey koma við og er spenn-
ingurin tí eisini stórur
hvørja ferð. Í ár vóru tað so
violinistar, sum spældu
jólaløgini á barnadeildini.
Okkurt annað ár hava so
verið
guitarspælarar,
floytuspælarar, kórsangarar
og ta einu ferðina horn-
blásarar. Tá rungaði so eftir
í, at fleiri av øðrum deild-
um komu á B4 at vita, hvat
var á vási. So jólahald á B4
hoyrast.
Sera hugnaligt var at
hoyra jólaløgini í ár eisini,
til so tað bankar á dyrnar.
Børnini bara gapa og eyg-
uni vaksa, tá sjálvur jóla-
maðurin sæst uttan fyri
rútin og síðani kemur sær
innar, við posa á baki.
Kjøtkrókur er blíður og
góður við børnini. Tey
minstu mugu røra við fyri
at vita, um hann er ektaður.
Hann heilsar vinarliga uppá
børnini, eisini tey, sum ikki
orka at koma upp. Øll fáa
pakka, og fleiri verða av-
myndað saman við jóla-
manninum.
Tá jólamaðurin er farin
avstað aftur, hann skal vitja
aðrastaðni henda dagin
eisini, verður so alt gott at
fáa á deildini, og bæði børn
og vaksin kunnu fegnast
um eitt frálíkt jólahald.
Dansað verður um jóla-
træið og jólasálmar sung-
nir. At enda verður ynskt
gleðilig
jól
og
góðan
betring, áðrenn systkin,
avvarandi og vitjandi fara
hvør til sín.
Tann, sum vitjar á B4
slíka løtu, fær skjótt eina
kenslu av, at starvsfólkini á
barnadeildini eru sera góð
við børnini, og at tey eru
sera kreativ og pedagogisk,
og tað sæst so eisini aftur til
jólahaldini.
Pedagogurin
Esther dugir ómetaliga væl
at seta børnini í "sving", so
tíðin ikki gerst ov long.
Hon hevur eisini sera gott
hegni at klippa og pynta, og
tað sæst so eisini aftur á
deildini, tá jólahald verður
hildið har. Áhugavert verð-
ur at vita, hvørjar tónleik-
arar Musikkskúlin sendir út
á barnadeildina komandi
jól. Og um Kjøtkrókur
vitjar. Livst so spyrst.
Børn frá Musikskúlanum sk