mikudagur 22. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 245 - 22. desember 2004
Aftur hesuferð prógv-
aðu gøtufólk, at tey
hava eitt serligt hegni
til at skipa fyri kon-
sertum. Árliga jóla-
konsertin í Gøtu
Kirkju í ár var ikki
bara á óvanliga høg-
um støði. Hon mundi
eisini vera tann mest
nýskapandi av sínum
slag, vit hava hoyrt
leingi
JÓLAKONSERT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin
Lógvabrestirnir
mundu
ongan endan fingið í Gøtu
Kirkju sunnudagin. Og
kórini, Eivør, Pætur og hinir
luttakarnir høvdu uppiborið
hvønn einasta av teimum.
Við eini serligari samanset-
ing av óroyndum, royndum
og professionellum tónleik-
arum og sangarum eydnað-
ist tað aftur í ár felagskór-
inum Gøta/Leirvík at skipa
fyri eini sera nýskapandi
jólakonsert, uttan at gloyma
gomlu siðirnar.
Felagskór og Eivør
Tað boðaði frá góðum, tá
ungu næmingarnir frá Gøtu
tónlistaskúla lótu fyrstu
blásitónarnar til "Føgur er
foldin" ljóða út í kirkjuna.
Og eftir felagssangin var
rætti jólahýrurin komin á
bæði áhoyrarar og sangarar.
Felagskórið Gøta/Leirvík,
við Heðini Kambsdal, sum
leiðara, legið fyri við eini
perlurøð av okkara gomlu
sálmum,
bæði
teimum
kendu og minni kendu, og
allatíðina við tí serliga væl
samansunga dáminum, sum
er eyðkenni hjá júst hesum
kórinum. Og eisini Eivør
Pálsdóttir hevði funnið sítt
gamla pláss aftur millum
sopranarnar í kórinum. Um
tað var kórið, sum fekk tað
besta fram í Eivør, ella
Eivør, sum fekk tað besta
fram í korinum, er ilt at
vita. Men tá tey við Eivør
sum solisti til endan fram-
førdu vakra lagið "Halga
nátt", var tað ringt at
ímynda sær, at hendan tón-
leikaupplivingin
kundi
gerast størri.
Eivør og Pætur
Men tað kundi hon, og utt-
an at taka nakað frá nøkr-
um, var tulkingin av "Eitt
fjós og ein krubba" hjá
Eivør og Pætur við Keldu
uttan
iva
tann
mest
hugtakandi og forvitnislig
parturin av konsertini. Og
tað fær kanska neyvan ver-
ið øðrvísi, tá tvær so sterkar
tónleikapersónligheitir
hava sett sær fyri at gera
nakað serligt burturúr. Utt-
an undirspæl sungu tey
bæði seg ígjøgnum hendan
gamla jólasálmin, so hárini
mundu reisa seg hjá áhoyr-
arnum, sum fingu eina
útgávu av sanginum, tey
aldrin hava hoyrt fyrr. Við
síni vøkru rødd bar Pætur
gamla lagnum uppi líka til
síðsta tóna, samstundis sum
nýtulkingarnar hjá Eivør
allatíðina góðu lagnum
nakað nýtt, øðrvísi og púra
óvæntað. Vit, sum lýddu á,
vóru heppin, tí við slíkum
improvisatiónum, har rødd
og kenslur vóru fremsta
ljóðførið, gjørdist tulkingin
hjá Eivør og Pæturi av hes-
um gamla jólalagnum so
persónlig og serstøk, at tað
neyvan ber til at endurtaka
hana á sama hátt aftur.
Umaftur
Tórshavnar Manskór við
Bjarna Restorf hava mest
sum gjørt tað til sítt sereyð-
kenni at royna nýggjar
leiðir, tá tað ræður um kór-
sang. Og eftir øllum at
døma eisini, tá tað ræður
um jólakonsertir, tí skráin
hesuferð var ikki so jólalig,
Jólakonsert í Gøtu K
Nýskap
Tulkingin hjá Eivør og Pætur av "Eitt fjós og ein krubba" var ein tónleikauppliving av teimum heilt stóru