Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Yvirskot á samhandl- inum Fyrstu níggju mánaðir- nar var yvirskotið á samanlagda vøruhandl- inum við útlond 7 milj- ónir. Tó skal gerast vart við, at allur útflutning- urin er ikki skrásettur enn, skrivar hagstova føroya á heimasíðu sínari. Samanlagt er mánaðir- nar januar til september innflutt fyri 3% meira í virði av vørum til byggi- vinnuna í 2004 enn í 2003. Í vekt er kortini talan um eina minking upp á 8%. Av sementi er innflutt 8% minni í vekt í ár. Av ráum ella óvið- gjørdum timbri er inn- flutt 9% minni í ár, men av byggiplátum av yms- um slagi og seymi er sama nøgd innflutt. Hesir vørubólkar eru í stóran mun brúktir í vanligari sethúsabygg- ing og tekin skuldu ti verið um, at sama virk- semi ella kanska ein lítil minking hevur verið ella er væntandi í sethúsa- byggingini. Útflutningsvirðið á toski, hýsu og upsa minkað við 115 miljón- um, og á laksi og sílum við 112 miljónum Fyrstu níggju mánaðir- nar í ár var útflutningur- in samanlagt 46 túsund tons ella 13 % minni enn somu mánaðir í fjør. Í virði er talan um eina minking upp á 106 milj- ónir ella 4 %. Samanlagt er útflutt fyri 2.756 milj- ónir. Av toski, hýsu og upsa er útflutt fyri slakar 115 miljónir ella 10 % minni. Í nøgd er talan um eina minking upp á 12 %. Av hesum fiska- sløgum er tað serliga upsin, sum ger munin. Útflutningurin av upsa er farin niður við 20 % í nøgd og 23 % í virði. Útflutningurin av laksi er minkaður góðar 44 miljónir ella 8%, og av sílum er minkingin út við 68 miljónir ella 52%. Gerast skal vart við, at av tí at avreiðingar utt- anlands hava lyndi til at vera seint skrásettar, er bæði møguligt og trú- ligt, at útflutningurin verður størri tá av torn- ar. Serliga eru tað út- fluttur uppisjóvarfiskur, flaka- og rækjulanding- ar uttanlands og aðrar avreiðingar uttanlands, sum verða seinast skrá- settar. tn Bókin hjá Grækarisi D. Magnussen um dreingirnar í Waffen SS liggur ovast á bókalistanum hjá Bókasøluni í SMS BÓKASØLA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Jólini eru uttan iva tann stóra bókahátíðin í Føroy- um. Aftur í ár éru hópin av bókum komin til jóla, og hóast tað trýtur við almenn- um hagtølum; hvussu væl tær ymisku bókurnar selja, hevur bókasølan í SMS gjørt eina uppgerð yvir, hvørjar bókur eru best um- tóktar millum keypararnar í SMS. Á heimasíðuni hjá Bóka- søluni, bókasølan.fo, ber til at fylgja við, hvørjar bøkur væntandi vera undir jóla- trøðunum í ár. Topp 10-føroyskar 1) Dreingirnir í Waffen SS 2) Okkara Millum 3) Við úthavsins strendur 4) Kaj 5) Havnar Søga 1 6) Terradropar 7) Komin er nú onnur øld 8) Havnar Søga 2 9) Koyr á HB 10) Sebastians hús Topp 10 - danskar 1) Jamie Oliver 1+2+3 2) Guinness world re- cords 2005 3) Da Vinci mysteriet 4) Mærsk 5) Når engle spiller Mozart 6) Fodbold 2004 7) Smoothies og juicer 8) Det skal mærkes at vi lever 9) Ryd op i dit rod 10) Den klassiske køkkenskole Topp 10 - barnabøkur 1) Mín Jólabók 2004 2) Góða nátt 3) Góðan morgun 4) Signingar hvønn dag 5) Fólk og dólgar í Kardamummubýnum 6) Petur Kanin - Fingradukkubók 7) Dumbo 8) Stóra klaffabókin hjá Flekk 9) Stóra bókin um ribbaldin Bibba 10) Appilsingentan Eins og undanfarin ár liggur ein bók hjá Grækarisi D. Magnussen ovast á bókalistanum til jóla. Í Bókasøluni í SMS eru "Dreingirnar frá Waffen SS" best umtøkta bókin í løtuni SS selur mest Vit drekka tað sama á jólum Jólasølan hjá Rús- drekkasølu Landsins er tann sama sum undanfarin ár. Higar- til í ár hevur Rús- drekkasøla Landsins selt fyri 8,5 mió kr. Hóast greið tekin eru í føroyska samfelagnum, at búskaparligi framburðurin seinastu árini er steðgaður, drekka føroyingar fram- vegis tað sama á jólum. Á Rúsdrekkasølu Landsins siga tey, at sølan av ølið, víni og brennivíni um jólini er tann sama sum undan- farin ár. Hinvegin hava før- oyingar lagt á annan bógv, hvat sterkum løgi viðvíkur. – Tað hava verið greið tekin um, at føroyingar eru farnir frá at drekka líka nógv brennivín sum undan- farin ár. Tað er í nógv størri mun øl heldur enn brenni- vín vit drekka, sigur Jens Mikkelsen, roknskaparleið- ari á Rúsdrekkasølu Landsins. Roknskaparleiðarin legg- ur afturat, at føroyskt øl er framvegis nógv best umtøkt, og stendur fyri 2/3 av samlaðu ølsøluni. Eitt vet lægri Jens Mikkelsen sigur, at helst verður samlaða sølan hjá Rúsdrekkasølu Lands- ins fyri 2004 eitt vet lægri enn undanfarin ár. Í fjør seldi Rúsan fyri 14,5 mió. krónur í alt, og higartil hevur Rúsdrekkasøla Landsins selt fyri í alt 8,5 mió. krónur. Seinastu dagarnir í desember roynast vanliga væl, og hóast samlaða søl- an helst ikki røkkur somu hæddum sum í fjør væntar roknskaparleiðarin, at nógv fara at leita sær í Rúsuna millum jól og nýggjár. .páll Løgtingið hevur slætt borð Løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, sigur, at løgtingið hevur so at siga slætt borð, nú farið verður í jólafrí. Tað er fyrstu ferð í fleiri ár, at løgtingið ikki hevur fleiri málá dagskrá, sum ikki eru avgreidd undan jólum LØGTINGSJÓL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað hevur gingið ómeta- liga væl í ár. Vit hava nær- um slætt borð, og tað er fyrstu ferð í fleiri ár. Løgtingsformaðurin, Ed- mund Joensen, fegnast um, at tingmál ikki eru blivin til jólatrøll í ár. Hann vísur á, at tað eru bert tvey mál, sum eru undir viðgerð í løtuni. – Uppskotið um at avtaka skrásetingargjaldið av mot- orsúkklum og eftirgeving av skuld eru einastu mál, sum liggja eftir. Avtøkan av skrásetingargjaldinum hevur havt 1.viðgerð og er enda í nevnd, meðan fíggj- arnevndin hevur biðið um at útskjóta málið um eftir- geving av skuld, greiðir løgtingsformaðurin frá. Spurdur hví tað hevur gingið so væl at fáa mál avgreidd í jólamánaðinum, svarar Edmund Joensen: – Tað kemur fyrst og fremst av at færri mál hava verið løgd fyri tingið. Bæði samgongan og andstøðan hava ikki havt eins nógv mál á skránni sum undan- farin ár. Eg haldi eisini, at nýggja planleggingin í løg- tinginum eisini ger sítt til, at tað hevur gingið betur at fáa málini avgreidd í ár, vísir løgtingsformaðurin í ár. Løgtingið kemur saman aftur mikudagin 19. januar. Tá verða munnligir- og skrivligir fyrispurningar á skránni. – Tað hevur gingið ómetaliga væl í ár. Vit hava nærum slætt borð, og tað er fyrstu ferð í fleiri ár. Mynd: Savnsmynd