mikudagur 22. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 • mikudagur • 22. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyski landsliðs-
venjarin, Henrik
Gerster, metir dyst-
irnar móti norska
landsliðnum í gjár-
kvøldið og í kvøld,
sum ein kærkomið
høvi hjá føroyska
liðnum at síggja, hvar
vit standa í mun til
aðrar tjóðir
HONDBÓLTS-
LANDSLIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í hesum døgum er føroyska
manslandsliðið í hondbólti
á ferð í Noregi, har liðið
skal spæla tveir dystir móti
norska ligalandsliðnum, tað
vil siga einum norskum
landsliðið, ið er mannað
við spælarum úr heimligu
norsku kappingini.
Stór avbjóðing
Henrik Gerster, landsliðs-
venjari, sigur í telefonini úr
Drammen, har føroyska
ferðalagið heldur til, at
talan verður um tvær stórar
avbjóðingar hjá føroyska
landsliðnum. – Norskur
manshondbóltur hevur av
álvara
tikið
seg
fram
seinastu árini, og dystirnir
hjá okkum móti norðmonn-
um eru ein liður í fyrireik-
ingunum hjá teimum til
HM-endaspælið, sum verð-
ur í Tunesia í komandi
mánað, har Noreg skal lut-
taka.
Landsliðsvenjarin sigur,
at ferðin til Noregs er eitt
kærkomið høvi hjá før-
oyska liðnum at meta um
sínar dygdir í mun til aðrar
tjóðir og somuleiðis at fáa
vant saman nakrar ferðir, tí
tað hevur verið sera trupult
at sloppi framat høllunum
her heima við tí fyri eyga at
savna føroyska landsliðið
til venjingar.
Hallarumstøðurnar
ein trupulleiki í
Føroyum
Tá ið vit tosaðu við Henrik
Gerster fyrrapartin týsdag-
in, hevði føroyski hópurin
vant tríggjar ferðir og í
trimum ymiskum hallum.
– Tað er ein stórur trupul-
leiki hjá okkum at fáa fatur
á eini høll, har vit av og á
kunnu savna landsliðshópin
til venjingar í Føroyum, og
har noyðast vit at staðfesta,
at vit eru eftirbátar í mun til
aðrar tjóðir. Nú hava vit
vant her tríggjar ferðir og í
trimum ymiskum hallum.
Eg tosaði við ein normann,
og hann greiddi mær frá, at
tað búgva umleið 40.000
fólk her í Drammen, og tey
hava 14 hallir í býnum.
Onkur av hallunum hevur
eisini fleiri vallir. Tann
eina, sum vit vandu í, hevði
ikki færri enn fýra hond-
bóltsvallir, so tað er eyð-
sæð, at teir eru væl framm-
an fyri okkum á tí økinum,
sigur Henrik Gerster.
Okkara skulu hava 7-8
kilo afturat
Sum áðurnevnt er norska
liðið einans mannað við
leikarum
úr
heimligu
norsku kappingini, men
Henrik Gerster heldur tó, at
normenninir óansæð eru
einar tveir flokkar oman
fyri okkara, og tað er ser-
liga á tí kropsliga økinum,
at teir eru nógv sterkari enn
okkara.
– Vit eru ov veikir krops-
liga, og eftir mínum tykki
skulu so at siga allir av
okkara leikarum hava eini 7
til 8 kilo av vøddum afturat
núverandi vektini hjá sær,
sigur Henrik Gerster. Hann
leggur tó afturat, at feløgini
í Føroyum eru blivin meiri
bevíst á hesum økinum og
tí hava fleiri teirra útvegað
sær sonevnd venjingarrúm,
har leikararnir hava møgu-
leika fyri at venja kropsliga
venjing, og hetta er eitt stig
á røttu leiðini, heldur lands-
liðsvenjarin.
Vit skulu spæla skjótt
– Tað er so ikki á tí krops-
liga økinum, at vit skulu
vinna á normonnum, sigur
Henrik Gerster. – Um vit
skulu hava nakran sum
helst møguleika fyri at fáa
eitt gott úrslit, so krevur
tað, at vit fáa bóltin at
koyra skjótt, og at vit fáa
gongd á kontraspælið, sigur
landsliðsvenjarin, sum eis-
ini heldur, at tað er av stór-
um týdningi, at teir báðir
málverjarnir hjá føroying-
unum, Levi Nybo og Jens
Skipagøta, hava ein góðan
dag.
– Gamaní spæla teir
allarflestu av føstu leikar-
unum á norska landsliðnum
uttan fyri Noreg í Týsk-
landi, Danmark og Spania,
men norska kappingin er
nógv sterkari enn tann før-
oyska. Men tað er um-ráð-
andi hjá okkum at fáa eitt
sindur av dystarvenjing í
fyrireikingunum til Chal-
lenge Cup, sum verður
komandi ár, har vit eisini
kunnu vænta at spæla móti
liðum, sum eru sterkari enn
vit, sigur landsliðsvenjarin.
Ungir menn sleppa at
royna seg
Millum teir 16 leikararnar í
føroyska
hópinum
eru
eisini tríggir heilt ungir
mans. Tað eru teir báðir
Kyndlaleikararnir, Rókur
Nielsen og Hjalti Jacobsen,
og so Tróndur Kragesteen
úr
Neistanum.
Henrik
Gerster sigur, at hann hevur
úttikið teir tríggjar, tí teir í
framtíðini uttan iva verða
ein týðandi partur av før-
oyska
hondbólts-lands-
liðnum, og tí er tað gott hjá
teimum at sleppa við ein
slíkan túr »at lukta til
atmosfæruna«, sum hann
málber seg.
Vænta nógv fólk
Tá ið vit tosaðu við før-
oyska
landsliðsvenjaran,
visti hann ikku, hvussu
nógv fólk fór at koma til
teir báðar dystirnar millum
føroyska
landsliðið
og
norska landsliðið, men
hann væntaði, at nógv fólk
fór at koma.
– Teir hava lýst nógv við
dystinum, og tað verður
bæði sjónvarp og útvarp á
staðnum. Atgongumerkir
eru seld í forsølu, men
hvussu nógv er selt, veit eg
ikki. Harumframt ríður
Noreg á einari hondbólts-
bylgju júst nú, eftir at
norska
kvinnulandsliðið
sunnudagin vann evropa-
meistaraheitið, og tað økir
óivað um áhugan fyri dyst-
inum, heldur Henrik Gers-
ter.
Málverjar:
Levi Nybo, H71
Jens Skipagøta, H71
Útileikarar:
Heini Bendtsen, H71
Johnny Durhuus, H71
Høgni Klein, Kyndil
Hjalti Jacobsen, Kyndil
Ragnar
Stakksund,
Kyndil
Rókur Nielsen, Kyndil
Finnur Hansson, Kyndil
Gert Hansen, KÍF
Regin Petersen, KÍF
Ingi Olsen, VÍF
John Zachariassen, VÍF
Tróndur
Kragesteen,
Neistin
Sveinur Justinussen, StÍF
Heini
Hanusarson,
Næstved/Herlufsholm
Venjari: Henrik Gerster
Liðleiðari:
Jákup
Durhuus
Vit mangla musklar
Nýggjur lið-
felagi til
Andrew
Liðið hjá Andrew av
Fløtum, Fremad Ama-
ger, hevur funnið sær
ein nýggjan stýrmann
til verjuna. Talan er
um 31 ára gamla
Martin Nielsen, sum
hevur
spælt
fleiri
hundrað dystir í bestu
donsku deildini við
ávíkavist AGF, FC
Keypmannahavn
og
FC Midtjylland, har
hann spældi seinast.
Royndirnar hjá Martin
Nielsen fara óivað at
koma Fremad Amager
væl við, tá ið liðið í
vár
skal
spæla
fjórðingsfinalu
í
donsku steypakapp-
ingini móti FC Keyp-
mannahavn í Parkini.
Í FC Keypmanna-
havn spældi Martin
Nielsen saman við
Toda Jónsson, og í
AGF, har hann byrjaði
sína yrkistíð, spældi
hann saman við Jan
Allan Müller
Ronaldinho
heimsins besti
Brasilska stjørnan hjá
Barcelona vann heið-
urin sum ársins leikari
hjá
FIFA.
Thierry
Henry
varð
næst-
fremstur.
Tað varð niðurstøð-
an, tá landsliðsvenj-
arar úr øllum heimin-
um skuldu gera av,
hvønn
leikara
teir
hildu vera bestan í
heiminum.
Ronaldinho taldist
eisini millum favoritt-
arnar at gerast ársins
leikari í Europa, men
tí heiðrinum streyk
ukrainski
Andrey
Sjevchenko
avstað
við.
Sjevchenkok varð
triðfremstur í atkvøðu-
greiðsluni hesaferð.
Føroyska
kvinnulands-
liðið nummar
70 í heiminum
Fyri
fyrstu
ferð
nakrantíð er føroyska
kvinnulandsliðið í fót-
bólti komið við á styr-
kislistan hjá altjóða
fótbóltssamgonguni
FIFA.
Føroyska landsliðið
er nummar 70 av teim-
um 121 liðunum, sum
eru á listanum. Á list-
anum
eru
Føroyar
framman fyri eitt nú
Norður-Írland,
Est-
land,
Suður-Afrika,
Slovenia og Ísrael.
tn
Føroyski hópurin:
Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Gerster, heldur tað verða eitt kærkomið høvi hjá føroyska
landsliðnum at fáa mett um sínar dygdir við at spæla tveir venjingardystir móti norska
ligalandsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen