Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12 Nýggja bókin hjá Lars Løkke Ras­ mus­sen, “Om de fleste og det meste”, er serstøk og sera við­kom­ a­ndi fyri øll, sum hava sam­fel­ags­ á­huga, skrivar Arnstein Niclasen Ein bók frá manni, ið enn er á góðum aldri (56 ár), og sum hevur fingið eina ov­ ur­honds ørgrynnu av lívs­ roynd­um, fak­liga vitan og pol­it­iska erfaring upp á logg­ið. Politikkur Politikkur er nakað við at fremja skila­góðar skipanir fyri sam­felagið, land og fólk; men - sum í ó­frætt­a­ kend­um førum - av fólki, sum fattast sam­starvs­evn­ ir ella -vilja, kann gerast ein kók­andi and­øv­síða av: øvund, smásinni, út­spill­ ing, kapping og happing í ser­klassa. Ikki minst inn­ an­floks - eins og lívið kann kenn­ast fyri summi (m.o. Hen­rik prins?). Tað krevur sín mann, ­ar­beiðs­sam­ur sum fáur, fyri dag at fara heim­an til frama fyri landsins besta, og tá støðugt at møta tí ands­fram­leiðslu, sum fleiri úlva-kobb­ul av journa­l­ist­ um hava klakt í náttar-nið­ uni. Politikkur er ofta tóm lyft­ir og rakstr­ar­róp. Men Lars hevði - í VERKI - ta eyka gerandis orkuna, at stovna eitt nú “Løkke­fond­ en” til bata og verandi gagn fyri hópin av hop­ leys­um “útiløgu-dreingj­ um”. Hvør annar ger slíkt? Og Løkke brúkar ikki ó­høv­isk orð um and­støð­ una – rósar teim tíðum – eitt nú undrast hann nið­ ur­tón­að á megin-marruna sjálva, “Ekstra­bladet”: “At hesi veruliga finna gleði í - teirra gleðileysa virk­ semi(!)”. Men Løkke, sum góður tal­ari og skemt­ari, er fram­ veg­is væl hýrd­ur og væl fyri við penninum, um so “brynj­an er bitin av strá­ øld­um svongum” (JHOD). Baksýni Lars Løkke, cand. jur., er kom­in úr smá­um korum, ung­ur vaktur pol­it­iskt til eina rok­a­liga lívsleið, sum bar um skót­a­rørslu, komm­unu­stýri, fólka­ting, amt­ráðs­borg­meist­ara, inn­ an­rík­is-, heilsu- og fíggj­ar­ mál­a­ráðharra og for­sæt­is­ ráð­harra í heili 10 ár. Seinast vann Løkke, sum for­maður fyri “Venstre”, 10 sessir aft­ur­at við valið í 2019. Fekk sjálv­ ur yv­ir 40.000 persónligar at­kvøður - ið ikki sigur so lítið! Viðferðin Flestu svik fara fram inn­ an­floks, og Løkke bleiv - hó­ast nevnda bragd­ið - stung­in í ryggin av sín­um egnu. Og uttan høvi til at verja seg. Hansara ørstutta frá­ ferð­ar­heilsa til feikar floks­felagar fer helst at spyrj­ast aftur í komandi søg­u­bókum: “Vigtigt at holde fast i sin selv­re­spekt. Kan ikke være formand for et parti, hvor jeg som formand af­ skæres fra min mulighed for at få diskuteret og af­ prøvet den pol­it­iske linje, jeg har lagt, i det lands­ møde-forum, hvor jeg er valgt. Tak for mange gode år.” Politiska linjan Undan valinum legði Løkke í bók­ini ” Befrielsens øje­blikk” upp til sam­starv mill­um stórar flokkar – Javn­að­ar­flokkin og Venstre – sum vildi føra til ein í tørvi tryggari meir­i­ luta til bata í komandi av­ bjóð­i­ngum. Heldur hetta, enn ta kendu, møð­somu rásina, har ið mál verða stýrd og tan­l­að til avlamis av hiss­ ini smáum flokkum – líka frá høgra-fantastum, ó­takk­somum (mein­fýsn­ um) til­flytarum til av­dank­ að­ar kommunistar. Men “honnettu am­bi­ti­ ón­ir­nar” hjá Mette Fred­e­r­ ik­sen, sum “børn­e­nes stats­min­i­ster” (!) við tí barn­akt­iga rakstr­ar­óp­i­ num: So-o synd við “Arnes pen­sion”, vunnu henni “lyk­il stjórnarinnar” – men tá vildi hon ikki hoyra skil­ atalu frá Løkke! So­leiðis er pol­i­tikkur eisini... Stílurin Samanborið við end­ur­ minn­ing­ar hjá teim gomlu odd­v­itum ríkisins: Kamp­ mann, Krag, (Auken, Vil­ hjelm, Bjerregaard), Anker, Ny­rup og Fogh etc. er stíl­ urin hjá Løkke fram­úr - bæði lættur, ljósur og liv­ andi. Og kjarnin í bókini er væl betri frágingin, enn um­mælini av bók­ini eru. Høvundurin hevur eina “Hem­ing­way’ska” tilgongd til tey skift­andi evnini. Nak­að sum tað, ið Heð­in Brú klárar við “Feðgum á ferð”, har hann innreiðir við orð­u­num: “Tað liggur ein GRIND á Sør­víksfirði.” Ella sum J.P. Jacobsen: “SOM­MER var det.” Straks ERT tú bara har! Flokkurin Flokkurin er tigandi. Flestu kri­tik­arar snerkja kr­akelsk­ir og í­rætt­a­set­ andi. Men hvat skal ein fram­úr, sera væl be­gáv­að­ ur og nýliga frá­far­in stjórn­ar­leiðari gera við sína orku, evnir og sínar mongu lívs­roynd­ir? Sita kúrrur í skamm­i­ króki, kanska? Halda summi helst. Ella velja at gera sum tann “skrappi” Fogh og tann “fnisandi” Thorn­ing-Schmidt - at gafla sær ein ella ann­an feit­an oddasess utta­n­ lands? Ein djarvur maður er Lars Løkke, ið, sum van­lig­ ur tingmaður, við væl­vald­ um orðum torir at bjóða tí lofn­aðu politisku skip­an­ ini av. Ein ogn fyri ein­ hvønn flokk! Jens Otto Krag J. O. Krag, cig­a­r­handl­ar­a­ son­ur úr Randers, fór frá sum stjórn­ar­leið­ari og úr pol­i­tikki longu 58 ára gam­ al, Møddur av orrustuni. Bleiv ráð­harri 33 ára gam­ al­ur. Vildi aftur finna sína for­tíð og føtur, ger­andis. Góð­ur politikari og orð­ snild­ing­ur, sum dámdi at mála mynd­ir við “Ski­v­er­ en”. Hevði tvey forlist hjúnaløg við tokkaligari svensk­ari og seinni dansk­ ari sjón­leikarinnu. Hann undirvísti so eitt skifti við Aarhus Uni­vers­i­ tet, stud­enta­r­nir mót­ mæltu (teir skuldu heldur takka fyri!) – nei, vildu ikki hoyra ein royndan pol­it­ik­ ara – soleiðis live! Síðani eitt ár í starvi í USA, men - sum “fyrr­ver­ andi” for­sæt­is­ráð­harri – roynd­ust fyrru vinir hans­ ara har yviri hálir. Soleiðis er tað við maktini... Nýbrotið varð eitt vón­ brot. Krag gleið alt meiri inn í tað hála hell­ið, at fukta góman í meira lagi, sigst - og doyði brádliga, bara 63 ára gam­al – ein­ sam­ur og púra ó­gagn­nýtt­ ur! Svikið Løkke sneiddi, tann 31. au­ gust 2019, alt tað blóð-tevj­ andi press­u­lið­ið av, og fór út aðra leið, og eftir stóð so rang­s­núðni næstformaður hans­ara – tárandi – ið fekk hug­in at reika til hvarvið á sinni: "Et tu, Brute?" ("Eis­ ini tú, Brutus?") og til Jud­ asar-kossin í garðinum - fyri trí­ati seklar av silvuri... Svikið fall á næst­for­ mannin við, sum sam­ stund­is fór frá konu sína eft­ir 21 árum (3 synir) til frama fyri eina vakra sang­ ar­innu (ella songfugl?) - at ved­er­kvega sína særdu sjel við - sum vónandi syng­ur líka væl og leingi, sum nátt­a­r­gali keisarans í Kina hjá H.C. Andersen. Lívsvirði Tó, hvat er betri - táið í tátt­ar í lívi­num – enn at hava nøkur felags lívs­virði - eitt nú við góðu konu síni, Sólrun, og børn teirra: Berg­ur, Sím­un og Lisa. Sólrun er ættað frá teim hend­inga, lítillátaðu fólk­u­ num á Bakk­a­num á Syðr­a­ dali, teim hegnigu, rok­a­ ligu úr Mikladali, úr hug­burði Há­skúlans í Føgr­u­líð og frá Sig­urði, abb­a­num, ið var eitt “fýr­ verk­arí” at hitta: í rætt­ inum, í nevnd (MAJ) ella inni á kondittarínum hjá Rest­orff á “Glade Hjørn”. Lars Løkke velur í bók síni er­liga at siga sína søgu, sum hon er. Og tað er gott. Honum dámar sera væl í Før­oyum og í Grønland við - og tað er heldur ikki so galið, ha? So Læars, vinur okkara, koyr bara á við fullari skrúvu – við øll­um góð­ ynskj­um hiðani. Arnstein Niclasen Ein frálík bók hjá Lars Løkke Sólrun og Lars Løkke Rasmussen fletta við Gjógv. Mads Andreas Winther leggur teimum lag á Bókin hjá Lars Løkke Rasmussen »Om de fleste om det meste« Anders Fogh Rasmussen Helle Thorning-Smidt Jens Otto Kragh Anker Jørgensen Kristian Jensen Sigurð Joensen Arnstein Niclasen