Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 13 KLUMMA Tora vit at tosa um sex? Kunning um hvat sum helst liggur í okkara hondum, trýst bert á enter og verðin opnar seg fyri tíðindum og upplýsningum, sum ein sóknast eftir og nógvum afturat. Tað gongur so skjótt fyri seg, at gloymskan stendur sum ein annar neyðventilur og blinkar. Vit kunnu jú altíð spyrja alnótina og renna víðari til dagsins gerð, með an satelittar sveima uppi yvir høvdinum á okkum, sum upp varp­ andi kontrol ljós. Tað nýggja rákið er: Jú skjótari, tess betur. Og tó, til eitt hvørt rák er eitt mót­ rák, eitt mótrók sum sigur: Steðga á Tosið saman Anda djúpt Merk Og njót løturnar. Korona hevur gjørt sítt til, at øll verðin hevur verið tvungin til steðga á. Um fáar mánaðir er væl hugsandi, at fleiri børn koma til verðina enn tað vanliga koma, og í hinum end­ aðum kann hugsast fleiri hjúna­ skiln aðir! Vit øll, hvør sær, hava fingið ein held ur ørðvísi steðg í tilverðuni, har persónlig og mentanarlig virðir hava fingið møguleikan at koma meir til sjóndar. Nógvir spurningar verða settir. Tað er í kvirruni, at sunn og góð val kunnu takast. Innan mítt økið sum sexologur og kunstterapeutur innan kropp, sinn og heilsu eru eisini spurningar settir: • Eru vit ein góð fyrimynd fyri okkara børn og eftirkomar? • Eru vit góð og kærleiksfull móti okkum sjálvum? • Hvar eru vit sum mentan, tá tað snýr seg um frálæru innan eina sunna seksuella heilsu? • Tora vit at tosa um sex ? Grunn tilvera Gjógvin frá fríðum porno úti á net­ inum til at tosa saman og at tosa við okkara børn tykist enn at vera stór. Sex er jú so nógvar ferðir meir enn tað, sum pornoheimurin borð­ reiðir við. Ein grunn tilverða, tá tann seksu­ ella frálæran liggur úti á netinum og fyrimyndirnar velja tøgnina. Vit eru øll fødd við einum seksu­ aliteti, sum í grundleggjandi er ein lívsorka, sum kann gera lívið vakurt. Vit eru harafturímóti ikki fødd við kunnleika og royndum. Týdningarmikið er, at seksual it­ et urin er ein naturligur partur av okkara menning sum menniskja fyri at skilja okkum sjálv og at kunna virða onnur sum menniskju. Vit eru øll ymisk, og er tað av stórum týdingini, at vit læra um kroppin, mørk og seksualitet frá heilt ungum árum í tann mun, sum pass ar til tað naturligu menningina. Tora vit at tosa um sex? VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Anno 2020 Í gjár, hósdagin 17. september, vóru tað 90 ár síðani Tórgerð Høgne­sen í Klaksvík varð borin í heim. Litríka Torgerð var í síni tíð saman við manninum Hjør­ leifi Waag Høgnesen, sála, við til at seta dám á lívið hjá so mong­ um á Vágs­heygnum og í Klaksvík yv­ir­høv­ur. Vøggan stóð í Hattarvík. For­ eldr­ini vóru Elsa Maria, sum var av Kirkju, og Simon Peter, sum var ætt­að­ur uttan av Bø í Svínoy, men flutti út til Hattarvíkar í hús­ini, sum abbin, Líggjas í Keld­ hús­i­num, hevði átt. Tey bæði, Elsa Maria og Sim­ on Peter, fingu tvær døtur – Al­ isa og Tórgerð – og tær búsettust báð­ar í Klaksvík. Foreldrini fluttu í fimmtiárunum til Klaks­ víkar, og tey síðstu árini búðu tey undir lonini hjá Tórgerð og Hjør­leifi á Vágsheygnum. Eftir at Tórgerð og Hjørleif vóru gift, samstarvaðu tey fyr­i­ mynd­ar­liga á so mongum mót­ um. Hjør­leif hevði bilstøð og nógv­ar hýruvognar. Hann koyrdi sjálvur, og Tórgerð tók sær av heim­i­num og hevði vakið eyga við støð­ini, har fleiri gentur ar­beiddu, sam­stundis sum hon var gesta­blíð­ur vertur hjá teim­ um mongu av bygd og úr bý, sum duttu inn á gólvið. Seinni fekk Hjørleif sær bil­ verk­stað, og so høvdu tey í mong ár mat­vør­u­handil, har Tórgerð var blíða sníð­ið, sum kundarnir hittu, og hon mundi draga nógv­ a­r kundar at handlinum við sín­ um fryntliga verumáta og stóra hjarta. Tórgerð og Hjørleif eiga fýra børn, sum øll búgva í Klaksvík – Tur­ið, Eyð, Lív og Leif. Nú eru nøkur ár síðani, at Tór­gerð flutti norður í Sambýlið á Heygnum at búgva, og har fegn­ast hon um, at hennara kæru í fleiri ættarlið eru so trúgv at vitja hana. Hjart­a­liga til lukku við runda føð­ing­ar­degnum skyldkonan og takk fyri trúskap ímóti okkum øll­um. Harrin signi teg og øll tíni. Jóannes Tórgerð fyllir 90 Litríka Torgerð var í síni tíð saman við manninum Hjør­leifi Waag Høgne­ sen, sála, við til at seta dám á lívið hjá so mong­um á Vágs­heygnum og í Klaks­vík yv­ir­høv­ur Vikuskiftið 2. til 4. oktober 2020 verð­ur skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Dali. Her møtast ung í aldr­i­num 12 til 30 ár at dansa fø­r­oyskan dans saman. Tað er ung­dómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið aftur­ vend­andi tiltak í nógv ár, før­ oysk­um dansi at frama. – Vit møt­ast sum vanligt til eitt vik­u­skifti við nógv­um dansi, spøl­um og hugna sum heild. Eis­ ini kemur onkur at fortelja um eitt­hvørt viðvíkjandi føroyskum dansi, siga fyrireikararnir og leggja dent á, at tiltakið er rús­ frítt og ókeypis. – Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvarsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til bodvarsdottir@hotmail.com. – Vónandi síggjast vit – og um nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga, siga teir. Seinasta freist at tekna seg er 27. september 2020. Nærri kunning viðv. ferðing o. ø. kem­ur seinni á sr.fo. Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leyg­ar­ dag­in ella leygar­kvøldið 3. ok­to­b­ er 2020 í Dali. Tíð og stað verður lýst seinni á sr.fo. Koronafyrivarni: Tiltakið er treyt­að av, at mett verður, at stýr er á smittu­ketunum í Føroyum. Fólk, ið hava verið uttanlands sein­astu 14 dagarnar undan til­ taki­num, eiga ikki at luttaka. Som­u­leiðis eiga fólk við sjúku­ eyð­k­ennum ikki at luttaka í tiltakinum. Ung í dansi í Dali