hósdagur 17. september 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
14
Stoyturin rakar ikki
vanligu húsarhaldini
Nýggi formaðurin í
Búskaparráðnum, Heri á Rógvi,
sigur, at búskaparligi stoyturin
av korona, rakar mest íleggjarar
og eigarar í vinnulívinum –
ikki vanliga løntakaran
ÁRNI GREGERNSEN
-L
andskassin skal sleppa
at hava undirskot næsta
ár. Hetta fyri at tryggja
uppsvingið, sum vit
síggja koma. Alternativið er at
spara, og tað meta vit ikki er gagn
ligt.
Formaðurin í Búskaparráðnum,
Heri á Rógvi, roynir at vera so
greiður sum møguligt, tá ið hann
mælir frá, at landið fer at gera ov
nógv tiltøk fyri at minka um und
irskotið næsta ár.
- Men legg til merkis, at vi
heldur ikki siga, at nú skal man
fara at brúka pengar heilt vilt.
Yvirhøvur ikki. Vit skulu halda
eitt skilagott útreiðslustøði, men
tað er ikki eitt mál í sær sjálvum, at
fíggjarlógin næsta ár ikki hevur
hall, sigur hann.
Kanningar við
innkomu til Føroyar
Búskaparráðið heldur tað hevur
avgerandi týdning, at landið
heldur fram at kanna ferðafólk,
sum koma til landið – bæði á
flogvøllinum og tey, sum koma
sjóvegis.
Fyrst og fremst skal hetta ger
ast, so vit ikki aftur koma í ta
støðu, at landið alt skal latast aft
ur, sum tað hendi í mars.
-At lata landið aftur, sum tá, er
ein búskarlig katastrofa. Ongin ivi
um tað, sigur .Heri á Rógvi.
-Nú klára vit at hava ein búskap
við korona. Tað er umráðandi, at
vit hava landið so opið sum til ber,
men tað er sjálvandi uppaftur
meira neyðugt at forða fyri, at
tey, sum ikki mugu blíva sjúk,
heldur ikki verða sjúk, leggur
hann afturat.
- Vit hava ikki brúk fyri at gjalda
Nógv fólk var í Norðurlandahúsinum tá ið Heystfrágreiðingin var løgd fram
Heri á Rógvi er nýggjur formaður í Búskaparráðnum.