Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 15 Búskaparligur stoytur eftir óvanliga gott ár Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum setur árið í ár upp ímóti 2019, sum var óvanliga gott ÁRNI GREGERSEN T að var spenningur um búskaparfrá­greið­ ingina hjá Bú­skap­ar­ ráðn­um í heyst. 2020 er árið, har heimurin er raktur av ókendu korona­far­ sótt­ini, sum upprunaliga er ein heilsu­kreppa, men sum eisini er vorðin ein búskaparkreppa í nógvum lond­um, Hóast afturgongd í føroyska bú­skapinum, so kallar ráðið ikki koronafarsóttina fyri eina bú­skaparkreppu, men sigur, at kor­ona var ein stoytur fyri før­ oyska búskapin sum heild – ikki ein kreppa higartil. 2020 verður sett í mun til 2019, sum var eitt óvanliga gott ár við sera stórum vøkstri. Bú­skap­ar­ ráðið hevur endurmett tølini fyri 2019 eftir at alt fleiri hagtøl eru vorðin tøk. Nú vísir tað seg, at vøksturin í fjør var heili 11,4 prosent. Nógv tann størsti vøksturin seinastu árini. Broytingin frá í fjør til í ár er tí eisini ógvuslig. Frá einum vøkstri í fjør uppá 11,4 prosent til eina minking í búskapinum í ár til eina afturgongd uppá 6,9 prosent. Tað positiva í heyst­frá­greið­ ingini hjá Búskaparráðnum er, at aft­urgongdin í búskapinum helst bert verður í ár. Longu næsta ár væntar ráðið, at bú­ skap­urin aftur veksur og at vit fáa ein vøkstur í BTÚ uppá 5,5 pro­sent. Stoyturin Sjálvt um koronasóttin í búskap­ ar­ligum høpi verður nevnd ein stoytur og ikki ein kreppa, so fer tað at síggjast væl aftur á fíggj­ar­lógunum bæði fyri í ár og næsta ár. Í ár fáa vit eftir metingunum eitt hall uppá 583 milljónir krónur og 570 milljónir næsta ár, Hetta eru ómetaliga nógvir peng­ar, men ráðið heldur ikki, at hetta er ræðandi. Tey mæla landsstýrinum frá at seta tiltøk í verk fyri at minka hallið. Ráðið held­ur, at tað ikki fer at gagna saml­aða búskapinum, verður farið undir stórar sparingar fyri at minka hallið komandi ár. Landsstýrismaðurin við fíggj­ ar­málum, Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, hevur alment róð fram undir, at neyðugt er at brúka minni pening til raksturin komandi ár. Nú sigur hann, at tað ikki er fyrst og fremst sparingar hann hugs­ar um, men heldur at tálma vøkstr­inum. - Vit vita, at gera vit onki, so vaksa rakstrarútreiðslurnar. So kann ein kalla tað sparing, sum eg vil, men í veruleikanum er talan um at tálma útreiðslunum, segði hann við Útvarpið. Raktar vinnur Sum nevnt var 2019 eitt óvanligt ár við methøgum búskap­ar­ vøkstri. Hetta hendi fyrst og fremst, tí virðið á útfluttum laksi og upp­sjóvarfiski vaks við heil­ um 19 prosentum í mun til 2018. Sama gongdin sæst í øðrum geir­um, og ferðin á føroyska bú­ skap­inum var sum heild nógv. Koronafarsóttin gav føroyska bú­skapinum ein stoyt, sum breyt góðu gongdina av. Serliga er føroyska ferða­vinn­ an hart rakt av tiltøkunum, ið vórðu sett í verk til tess at forða fyri smittu­spjaðingini. Roknað verður við lægri fiska­vøruútflutningi saman við prís­falli á bæði alilaksi, makreli og øll­um botnfiskasløgum í 2020. Eftirspurningurin frá út­ lendsk­um matstovum eftir føroyskum laksi er lækkaður, og uppsjóvar- og botnfiskur verð­ur í stóran mun lagdur inn á goymslur vegna avmark­aða markn­aðaratgongd. Búskaparráðið væntar, at út­ flutn­ingurin av fiskavørum fer at vaksa aftur longu næsta ár. Árið 2020 verður sostatt eitt fyri­bils fyribrigdi, ið hevur eitt stórt fall í BTÚ, sum síðani verð­ur avloyst av eini skjótari til­laging. Skjóta tillagingin sæst longu aftur í batnaða løn­tak­ara­tal­ in­um, sum hevur eitt eyðkent V-mynst­ur við stórum falli í apríl 2020 og ein brattan uppgangandi vøkstur fram til juli 2020. Privata nýtslan tykist heldur ikki at vera stórvegis merkt av, at sam­felagið hevur verið fyribils aftur­latið. Húsarhald, sum ikki hava ferð­ast uttanlands í summar, hava partvíst nýtt sparingina í Før­oy­um, og partvíst sett inn á bók í pen­ingastovnunum. Samanumtikið heldur Bú­ skap­ar­ráðið, at hóast stoytin so er støðan ikki hættislig upp á nakran máta í búskapinum júst nú. Ferðavinnan er harðast rakt av koronafarsóttini ein menniskjaligan kostnað, men heldur gjalda tað, sum skal til fyri at forða fyri, at tey veiku verða smittað. Heri á Rógvi sigur, at tað er um­ ráðandi, at vit fáa ein vanligan ger­ andis­dag við ymiskum tiltøkum, heldur enn óvissuna. Tað snýr seg um at gera óvissuna so lítla sum møguligt. - Tað gerst ikki við at lukka, lata uppaftur og so lukka aft­ur. Tá ræður heldur um, at ger­andis­dag­ urin er meira javnur, heldur enn at hann sveiggjar, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Tilfeingisgjøld Í Heystfrágreiðingini viðger Bú­ skaparráðið annað enn kor­ona­ smittuna og tær avleiðingar, hon hevur fyri búskapin. Ráðið hevur eisini hugt eftir haldførinum í búskapinum fram­ eftir. Tað er langt frá fyrstu ferð, at Búskaparráðið hevur gjørt tað, men tað verður so aftur gjørt í ár. Haldførið í búskapinum skal tryggja vælferðina í føroyska bú­ skap­inum, og fyri at gera tað, so held­ur ráðið ikki, at tað er nóg mikið at tálma útreiðslunum. Tað skulu eisini hægri inntøkur til. Heri á Rógvi sigur, at loyvini í fiski­vinnuni og í alivinnuni eru rætt­indi, sum eru latin út, og hesi loyvir hava eitt virði. Búskaparráðið mælir tí til, at tað verður tikið meira inn í lands­ kassan frá ali- og fiski­vinn­uni. Hann sigur, at upp­boðs­sølan eftir øll­um at døma ikki er ein møgu­ leiki, men tað ber til at taka gjøld inn upp á aðrar mátar. Hetta so samfelagið fær ágóðan av tí, sum er latið til ávís at brúka. - Eg vænti, at tað eru fleiri, sum eisini fara at taka undir við, at hetta má gerast, sigur formaðurin. Ferðavinnan Ferðavinnan fyllir ikki so nógv í samlaðu bruttotjóðar úrtøkuni – áleið 2,5 prosent. Hon fekk eina góða byrjan fyrst í árinum, men bleiv nógv harðast rakt, tá ið korona breyt út í mars. - Sjálvt um ferðavinnan ikki koppar BTÚ, so hevur hon ómeta­liga stóran týdning. Hon hev­ur nógv fólk til arbeiðis og hev­ur nógvar avleiddar vinnur. Hon hevur eitt positivt íkast til før­oyska búskapin og kann fáa nógv størri týdning um nøkur fá ár, sigur formaðurin. Eitt mál, sum Búskaparráðið al­ tíð vendir aftur til, er spurningurin um fíggjarpolitikkin og gongdina har. Har hevur ráðið ofta sagt, at tað er ikki skilagott at reka við­ gang­andi fíggjarpolitikk í sam­ bandi við konjunkturarnar. - Ja, hetta er eitt lag av okkara Greatest Hits. Vit hava ríkiligt av íløgum í gongd hjá tí almenna og hjá feløgum, sum tað almenna hevur ræði á . Fyri tryggja okkara vælferð, so er tað ein spurningur um at økja produktivitetin í landinum. -Tað kann gerast uppá nógv­ ar mátar – eitt dømi er íløgan í talgyldu Føroyum, men spurn­ ingin um produktivitet vend­ir ráðið aftur til í komandi frá­greið­ ingum, sigur Heri á Rógvi. Heri á Rógvi situr sum for­ maður árið út, tá ið nýtt Bú­skap­ arráð skal veljast. Hann tók við í summar, tá ið táverandi for­mað­ ur­in, Djóni Højgaard, fór í starv í fíggj­armálaráðnum. Í løglistanum á ólavsøku stend­ ur, at landsstýrið ætlar at end­ur­ skoða reglurnar rundan um Bú­ skap­ar­ráðið.