Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 16 EYÐUN KLAKSTEIN M e n t a n a r l í v i ð er hart rakt av koronu­til­mælum. Stóru tón­leika­ til­tøkini í ár eru avlýst, fleiri hundrað konsertir á størri og smá­um støðum eru útsettar ella avlýstar, mentanarstevnur eru strikaðar, og kring landið stríðast mentanarstøð við at skipa fyri tiltøkum eftir gald­ andi tilmælum, sum verða mett ólið­i­lig og ov avmarkandi. – Eg hevði ynskt mær, at vit fingu størri ábyrgd frá myndug­ leik­unum at skipa fyri tiltøkum. Vit skulu sjálvsagt hugsa um frástøðu, reinføri og skráseting. Vit hava stór rúm, sum vit kunnu passa til, men tá ið talið 100 er so fas­t­lagt, er trupult at gera meira enn eitt vist, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum. Jógvan Andrias Joensen, sum rekur Spaniastovu í Klaksvík, tek­ur undir við, at spælistøðini kundu fingið størri ábyrgd. – Spælistøðini eru ymisk, men vit hava ábyrgd av støðunum. Eg sakni, at onkur vísur mær størri álit. So kundu vit funnið góð­ar og hóskandi loysnir, tá ið vit skipa fyri tiltøkum, men nú verða vit noydd at fylgja generellum tilmælum, sum ikki verða tillagað til eitt nú virk­ semið á spælistøðunum, sigur Jógvan Andrias Joensen. Reinsaríið í Havn er farið í gongd við at hava konsertir aftur, men virksemið er av­mark­ að. – Vit eru ein kommunalur stovn­ur, og vit fylgja øllum al­ mennum tilmælum. Tilmælini góvu góða meining at byrja við, men nú er tað meira ivasamt. Eg haldi, at vit áttu at funnið hóskandi loysnir til hvørt mentanarstað sær. Reinsarí­ið eigur at kunna skipa fyri á ein hátt, og onnur støð á annan hátt, sum passar best til teirra umstøður. Tað kann til dømis ikki vera rætt, at Norður­ landahúsið ikki kann hava fleiri enn hundrað fólk inn í teirra stóra bygning, sigur Bogi Andreasen, leiðari á Reinsarí­ num. Kunnu hýsa fleiri fólkum Um vikuskiftið hýsir Norð­ ur­landahúsið, sum er størsta mentanarhús í landinum, útgávu­konsertir hjá Eivør. Heili fimm konsertir eru á skránni fyri at kunna loyva 500 fólkum at sleppa at uppliva Eivør um viku­skiftið. – Vit hava verið sera avmarkað av talinum 100. Kortini hava vit roynt at varðveitt ein geradisdag í húsinum og at bjóða eitt fjøl­ broytt mentanartilboð, hóast tað hevur verið nógv til­lagað av umstøðunum, sig­ur Gunn Her­ nes, stjóri í Norður­landa­húsi­ num. – Vit viðurkenna, at vit stríðast ímóti einari pandemi, og at vit øll skulu vera við í tí stríðnum – eisini mentanarstøðini. Í Norðurlandahúsinum hava vit gjørt okkum stóran ómak við at laga okkum til umstøðurnar. Vit hugsa um frástøðu og reinføri, og vit hava neyva skráseting, um tað skuldi verið neyðugt við smittu­sporing. – Hetta er fíggjarliga av­bjóð­ andi fyri okkum, tí virk­semið og inntøkurnar eru minni, men tað er innihaldið í Norð­ur­ landahúsinum, sum er harðast rakt. Vit hava útsett 67 tiltøk og avlýst 19 tiltøk. Harafturat hava vit verið noydd at avmarka og broyta tiltøk sambært til­ mælum, og so er tað alt tað, sum ongantíð kemur upp á tal, tí bæði fyriskiparar og listafólk eru so av­markað í sínum virksemi og vita, at nógv ber als ikki til í løtuni, sigur hon. Nógvar forðingar hava verið fyri vanliga virkseminum í Norð­ ur­landahúsinum hetta árið. –  Eg haldi, at mentanarlívið hevur tikið sera stóra ábyrgd í koronu­tíðini. Bæði fyriskiparar og listafólk hava verið sera smid­ lig og hava roynt at finna góðar loysnir. Men vit eru øll sera hart rakt, tí møguleikarnir eru so av­ markaðir av tilmælum, ferða­av­ markingum og annað. Vit hava lítið og einki norðurlendskt og altjóða samstarv, tí í mong­um føri er tað praktiskt ógjør­ligt, men tíbetur hava vit eitt fjølbroytt mentanarlív í Før­oyum. Norðurlandahúsið kann sum onnur støð bert loyva 100 fólkum inn í løtuni. Tosað hevur verið um at skipað soleiðis fyri, at fleiri fólk kunnu sleppa inn í húsið, sum er rúmligt, men enn hevur ikki eydnast at gera eina hósk­andi skipan. – Vit hava kannað, hvussu vit kunnu gera tvey øki í sambandi við stórhøllina, so vit kanska kundu fingið meira fólk inni. Tað ber til, men tað er sera krevjandi, tí vit skulu hava tvær inngongdir, nógv fleiri starvs­ fólk, ymisk øki til toilett, sølu og annað, og tiltøkini bera tað heilt einfalt ikki. Høvdu vit í staðin kunna skipað eitt øki við meira fólki, har vit taka atlit til frá­støðu, reinføri og skráseting, hevði tað givið fleiri møguleikar. Tað eru nógv ymisk høli og nógvir møguleikar, um vit ikki av­marka okkum til reglur, men síggja møguleikarnar, sum vit hava, samstundis sum vit taka atlit til hóttandi koronusmittu, sigur Gunn Hernes. Hon ynskir sær størri smid­ leika heldur enn knívskorin til­ mæli. – Vit hyggja støðugt eftir møgu­leikum at skipa fyri til­ tøk­um, og tað verða vit noydd at gera í langa tíð afturat, men eg kundi hugsað mær, at vit fingu eitt sindur størri álit at skipa fyri, og at tilmælini vóru meira smid­lig. Vit taka okkara ábyrgd í stórum álvara, og vit halda, at vit eru før fyri at skipa fyri tryggum tiltøkum við fleiri enn 100 fólkum, sigur Gunn Hernes. Betri samskifti Spaniastova í Klaksvík er spæli­stað, sum javnan hýsir kon­sertum og øðrum tiltøkum. Van­liga sleppa stívliga hundrað fólk inn til tiltøkini, men sein­ astu tíðina hevur talið verið av­ markað til gott fimmti. – Vit fingu ein stormskaða síðst í februar, og síðani kom korona í mars mánaði. Hetta hevur ávirkað virksemið sera nógv. Vit hava avlýst nógv tiltøk, og vit hava illa fingið lagt nýggjar ætlanir, tí alt hevur verið so óvist. Vit høvdu ymisk tiltøk á skránni í summar, men tá ið korona kyknaði aftur, valdu vit at avlýsa alt. Tíbetur hevur sam­skiftið við tónleikarar og lista­fólk verið gott, og øll hava víst ábyrgd og viljað funnið góðar loysnir, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum rekur Spania­stovu. – Vit hava fylgt øllum til­ mæl­um væl og virðiliga, og tá ið støðan hevur verið ivasom, hava vit tikið neyðugu avgerðirnar, so vit ikki hava sett listafólk og gestir í ivasamar støður. Hann vísir á, at koronutíðin eisini hevur skapt onkrar nýggj­ ar møguleikar. – Tað fyrsta, vit gjørdu í koronu­tíðini, var at skipa fyri stroym­ing úr Spaniastovu. Tað riggaði væl og skapti nýggjar møgu­leikar í hølinum. Vónandi Mentanarlívið er hart rakt av koronutilmælunum, og mentanarstøð eftirlýsa smidligari loysnir, so tað ber til at hava fleiri fólk til konsertir og onnur tiltøk, samstundis sum atlit verða tikin til koronusmittuna MENTANAR­LÍVIÐ MENTANAR­LÍVIÐ VIL HAVA VIL HAVA STØRRI STØRRI SMIDLEIKA SMIDLEIKA