hósdagur 17. september 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
17
EYÐUN KLAKSTEIN
U
m vikuskiftið hevur
songkvinnan Eivør
Pálsdóttir fimm
útgávukonsertir
í Norðurlandahúsinum. Sal
urin í Norðurlandahúsinum
tekur vanliga 400 sitandi
fólk, men orsaka av koronu
tilmælum sleppa bert 100
fólk inn í senn. Tí hevur Eivør
Pálsdóttir valt at hava fimm
konsertir fyri at loyva saman
lagt 500 fólkum til hennara
konsertir.
– Nei, ikki er tað stuttligt at
arbeiða við mentan í hesum
døgum, sigur Sigvør Laksá,
umboðskvinna hjá Eivør.
– Hví duga vit so illa at
lata upp aftur á mentanar
økinum? 180 fólk sleppa í
ein flúgvara í senn. 100 fólk
sleppa í Norðurlandahúsið í
senn. Hví er tað so farligt at
fara a konsert? SMS er fult
av fólki, fult av áskoðarum
til fótbólt, barrir er fullar av
fólk, sigur hon.
– Takk til Norðurlandahús
ið fyri ta orku, tey hava lagt
í at gera hesar konsertirnar
til veruleika, hóast tilmælini
frá myndugleikunum eru
"órímilig" og gera tað stórt
sæð ómøguligt at skipa fyri
tiltøkum. Uttan teirra góða
vilja fingu vit ikki hesa upp
livingina, sigur Sigvør Laksá.
Konsertirnar hjá Eivør
verða í Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið, leygarkvøldið
og sunnukvøldið.
Eivør hevur krevjandi vikuskifti fyri framman
Eivør
hevur
fimm
konsertir
Eivør Pálsdóttir hevur
fimm útgávukonsertir
um vikuskiftið
kunnu vit menna tað meira
frameftir, sigur hann.
Jógvan Andrias Joensen
eftirlýsir betur samskifti við
myndugleikarnar um skipan av
tiltøkum.
– Gongdin hevur allatíðina
verið hon, at vit fáa yvirskipað
boð frá myndugleikunum, og
so mugu vit tillaga okkum eftir
tí. Vit, sum hava spælistøð, eru
tey, sum kenna støðini best, og
eg sakni, at onkur spyr okkum,
hvussu vit kundu hugsað okkum
at gjørt. Vit hava ábyrgd av støð
unum og taka ábyrgdina í full
um álvara, og vit duga eisini
best at skipa fyri. Tí kundi eitt
meira konstruktivt samskifti
við myndugleikar hjálpt fyri
skiparum, mentanarlívi og
gestum. Tíverri er støðan hon,
at mentanarlívið er endað sum
svartiper, sigur hann.
– Nú planleggja vit fram til
jóla, og tað gera vit við teimum
treytum, sum nú eru galdandi.
Vit kunnu bara brúka helvtina
av okkara kapasiteti, og tá bert
50 fólk kunnu sleppa inn, er
tað avmarkandi fyri tiltøkini,
men vit vilja gjarna vísa vilja og
kreativitet til at skapa nøkur
mentanartiltøk. Tað ynskja
vit at gera, hóast óvissan um
komandi tíðina er stór, sigur
Jógvan Andrias Joensen.
Landið má spjaða til
Reinsaríið í Havn hevur eisini
avlýst nógv tiltøk seinasta
hálva árið, men tey hava roynt
at hildið gongd í virkseminum,
og nú hava tey aftur regluligar
konsertir, hóast í mesta lagi
hundrað fólk sleppa inn.
– Vit hava avlýst eina rúgvu
av konsertum, og tað hevur
verið avbjóðandi at skipa fyri
nýggjum tiltøkum, tí støðan
hevur verið so ivasom, og til
mælini hava avmarkað okkum
so nógv, sigur Bogi Andreasen,
leiðari á Reinsarínum.
– Fyrstu tíðina stroymdu vit
nógvar konsertirnar og lótu tón
leikarunum samsýning aftur
fyri framførslurnar. Samanlagt
gjørdu vit 29 framførslur á
hendan hátt, men tað er trupult
at halda fram við tí, tí ongar inn
tøkur eru av slíkum tiltøkum.
– Vit hava verið noydd at
sleppa okkara konsepti og hava
ikki kunnað gjørt vanligu av
talurnar við tónleikararnar.
Vit hava roynt at stuðla
undir mentanarlívið og hava
einki kravt í okkara part av
atgongumerkjasøluni, tá ið
tiltøk hava verið, umframt at
vit hava goldið ljóðfólk. Hetta
hava vit gjørt fyri at hjálpa
listarfólkunum, sum eisini fáa
minni burturúr, og fyri geva
fólki eitt mentanartilboð, hóast
umstøðurnar hava verið sera av
bjóðandi, sigur hann.
Seinastu
tíðina
hevur
Reinsaríið havt meira regluligt
– men kortini avmarkað – virk
semi aftur.
– Vit eru byrjað aftur við
hálvari ferð. Vit hava havt nakrar
konsertir við 70 áhoyrarum, men
vit fara at vaksa tað upp í 100, tí
royndirnar vísa, at tað ber væl
til, samstundis sum vit halda
tilmæli um frástøðu, reinføri og
neyva skráseting av gestunum.
Tað bøtur eitt sindur um støðuna
hjá okkum sum fyriskiparar og
hjá listafólkunum, at vit kunnu
taka 30 fólk afturat inn, men
vit sleppa ikki undan, at tað
verður dýrari at fara á konsert.
Tað eru færri fólk til hvørja
konsert, og tí mugu vit taka
meira fyri atgongumerkini, so
at eisini listafólkini kunnu fáa
eina hóskandi samsýning, sigur
Bogi Andreasen.
– Tað er trupult at planleggja,
vit hava júst sitið og lagt ætlanir
fyri komandi tíðina, og tær
byggja á, at vit kunnu taka 100
fólk inn, og vit vónandi ikki
verður lukkað niðuraftur orsaka
av koronusmittuni.
– Eg haldi, at tíðin er komin,
at landsmyndugleikarnir stuðla
mentanarlívinum meira, mill
um annað við at lata stuðul til
spælistøð og konsertir. Hetta
kundi verið viðvirkandi til at
fleiri tiltøk vóru, og at fyriskip
arar og listafólk fingu betri um
støður, enn tey hava havt mesta
av hesum árinum, sigur Bogi
Andreasen.
Fyrst í februar mánaði vóru
stórfingnar konsertir í
Norðurlandahúsinum við Týr,
Symfoniorkestrinum og kóri.
Hetta gjørdist seinastu stóru
konsertirnar í Føroyum í ár
MYND: ÁLVUR HARALDSEN