Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 18 Sum blaðungur sló hann út á skipi. Einaferð sakk skipið undan honum, og hann var í flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi fyri 50 árum síðan VILMUND JACOBSEN Hin 26. september í ár eru liðin 50 ár síðan flogvanlukkuna í Mykinesi. Vanlukkuliga hendingin fór fram, tá eitt Fokker Friendship flogfar hjá íslenska flogfelagnum Icelandair kom úr Reykjavík um Bergen til Føroya við 30 ferða­ fólkum og einari manning sum taldi fýra. Stutt fyri klokkan 11 henda leyg­armorgun misti flogvøllurin sam­bandið við flogfarið. Tað var mjørki og vánaligt sýni, men í flogfarinum óraðu tey einki ilt, tó at onkur helt, at flogtúrurin úr Berg­en kanska var vorðin nakað drúgvur. Í mjørkanum og vánaligu flog­ líkindunum misti flogskiparin stað­kenni, og úrslitið varð, at flog­farið rendi á Knúk, ovast á Mykinesi. Tey, sum vóru í flog­ far­inum og yvirlivdu vanlukkuna, vistu ikki, hvar tey vóru, men tey vistu og upplivdu, at hetta var ein ógvuliga hørð lending, har flogfarið fór í knús. Blíður og fyrikomandi Nú 50 ár seinni vitjar Sosialurin í Haldarsvík, har vit hitta Poul Grunnveit, sum hin 6. nov­em­ber í ár fyllir 82 ár. Hann var eitt av ferða­fólkunum við van­lukku­flog­ far­inum, og hann var so heppin ong­an stórvegis likam­ligan skaða at fáa. Í hugnaligu stovuni hjá honum skifta vit orð um hendingina í Mykinesi, og vit skifta eisini orð um tvær aðrar álvarsligar hend­ ing­ar, sum møttu honum á yngru árum. Í tí eina førinum, tá hann var við sildaskipi, sum fiskaði við gørn­um, sló hann út í kalda sjógv­ in, og í hinum førinum sakk skipið und­an honum. Soleiðis hevur Poul Grunnveit tríggjar ferðir í lívi sínum upplivað, at deyðin bank­aði á dyrnar. Hvør av hesum hend­ingum kundi - um illa vildi til - havt kostað honum lívið. Men, maðurin, sum sigldi í nógv ár, hevur eisini havt sítt yrki uppi á landi, har hann í nøk­ur ár var arbeiðsformaður á Víka­virk­ inum, sum var fiskavirkið í Hald­ arsvík. Hann hevur verið í komm­ unalpolitikki og var í nøkur ár borg­ar­stjóri í kommununi, sum tá var Haldarsvíkar kommuna. Hóast árini, sum skjótt verða 82, merkjast, er Poul Grunnveit væl fyri likamliga, og hann er blíður og fyrikomandi, nú vit sita og skifta orð tvørtur um borðið við einum góðum kaffimunni í heimi hansara. Skjótt frættist Tá vit venda aftur til flogvan­ lukkuna, ásannar Poul Grunnveit, at tíðindi frættast skjótt, og so­leið­ is var eisini, tá flogfarið datt niður í Mykinesi, har átta fólk lótu lív - og hini 22 til alla Guds eydnu sluppu við størri og smærri skaðum. Poul og Judy, sum er farin í Harrans hendur, giftust í 1963. Tey áttu tríggjar gentur, tá flog­ vanlukkan hendi. Yngsta var pinku­barn, og hinar báðar gent­ur­ nar vóru fimm og sjey ára gamlar. - Er tað rætt, at pápi er deyður? spurdu Jona og Anitt, tá tær komu leyp­andi inn til mammu sína, tá tíðindini vóru farin at ganga í bygd­ini um, at flogfarið, sum pápi teirra var við, var dottið niður. Hesa løtu fyri 50 árum síðan gjørd­ist deyðatøgn innan teir fýra veggirnar, har mamman og omman sótu og hugdu eftir tele­ fon­ini. Tað læt ikki í telefonini, og tíðin var líka sum steðgað upp. - Pápi tín var 32, tá hann doyði á havinum, letur í ommuni, sum sit­ur og heldur í hondina á Judy, dóttr­ini og konu Poul Grunnveit, sum tey í hesi løtu ikki vita er deyð­ur ella livandi. Børnini fara út aftur at spæla, og tá hvørki omman ella mamman kundu siga teimum, hvussu vorðið var við pápanum, fóru tey út og róptu til hini børnini, sum fram­ veg­is vóru uttan fyri, at ”… pápi er ikki deyður…” Meðan Judy rurar lítlu Sóley í svøvn, biðir hon í tí stilla hin alt­ vald­andi um, at tað má vera satt, at mað­urin og pápin til børnini er komin burtur úr vanlukkuni við lívinum. Men, enn veit eingin nakað. Alt er í óvissu, og tankarnir ferðast víða. Heim av skipi Tað er hesa løtu, at Poul Grunn­ veit sum 31 ára gamal situr í flog­ far­inum og upplivir harðastu og ógvus­ligastu lending, sum hugsast kann. - Um hetta mundi sigldi eg við svenskum skipi, og eg hevði flogið úr Gøteborg til Keyp­manna­ havnar, og haðani um Berg­en heim til Føroya. Eg hevði mítt pláss í flogfarinum, men tá flog­ farið ikki var so fult, og eg hevði lagt til merkis, at ein annar vík­ar­ mað­ur, Regin Nesstein, eisini var við og sat einsamallur, fór eg og setti meg undir liðini á honum. Hann vísir á, at Regin Nesstein, sum ikki er á lívi í dag, sat vinstru meg­in nakað framman fyri miðj­ una í flogfarinum. - Tað var her, eg sat, tá flogfarið rakti vøllin á Knúki og brast í ein stór­an stein. Soleiðis, sum eg minn­ist løtuna undan vanlukkuni, høvdu vit einki fingið at vita framm­anundan, og tískil ánaðu vit einki um vandan - ei heldur, hvar vit vóru, tá flogfarið tók, sig­ ur Poul Grunnveit. Flogfarið fór í trý Í ógvusligu stoytunum fram eftir svørðinum og í harða stoytinum í steinin, fór flogfarið í trý og beint framman fyri, har Poul Grunnveit sat, var annað av brotunum, so­ leið­is at hann nú sá beint út í mjørk­an. - Eftir ógvusligu hendingina, var eg á lívi. Eg kundi reisa meg, og eg kundi brúka beinini. Regin Nes­ stein hevði sitið við vindeyga, og eg sat innari. So, eg reistist bein­ an­vegin og steig útum, sigur hann. Í samrøðu við Hjemmet mið­ skeiðis í nítiárunum, sigur víkar­ mað­urin, at tað sást næstan ongan veg, tá hann var komin út úr flog­ far­inum. - Eg var sloppin næstan óskal­ að­ur. Haldi meg minnast, at eg stóð beint undir øðrum veinginum, og eg hugsaði, at eg átti ikki at staðið her, um vongurin brotnaði. Hann sigur, at alt snúði seg um sekundir, og hann slapp sær burt­ur. - Hesa løtu føldi eg mær ikki stór­vegis mein í kroppinum. Eg kendi meg eitt sindur forstrektan í nakk­anum, og eg hevði fingið eitt hol nið­ur í økslina, sum vísti seg at vera eitt sindur djúpt. Her bløddi TRÍGGJAR FERÐIR BANKAÐI DEYÐIN Á DYRNAR Er tað rætt, at pápi er deyður? spurdu Jona og Anitt, tá tær komu leypandi inn til mammu sína…