Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 19 eg nakað, men ikki ógvusliga, sigur maður, sum vit skifta orð við í Haldarsvík. Beint til gongu Tað er her við sundurbrotna flog­ farið, at Poul Grunnveit og Knút Olsen, sáli, ættaður úr Havn, sum tá var 41 ára gamal, settu sær fyri at ganga oman av fjallinum at leita eftir hjálp - hvar teir so enn vóru staddir. Poul Grunnveit sigur, at hann longu sum blaðungur var vanur at ganga í haganum, og hetta gjørdi tað ikki verri, nú tað framvegis var tjúkt í mjørka, og teir ikki ánaðu, hvar teir vóru. Í føroysku bløðunum stóð, at tað vóru tríggir menn, sum komu við boðunum um vanlukkuna om­an í bygdina í Mykinesi, og onkr­ar keldur hava skrivað, at tað vóru fimm mans, sum komu om­an. Lítil ivi man tó vera um, at menn­inir, sum vóru fyrstir niðri í bygd­ini, vóru Poul Grunnveit og Knút Olsen. Fór eftir seyðarás - Eg havi ofta hugsað um, at vit rýmdu, meðan onnur, sum eftir vóru, royndu at taka sær av teim­ um sum høvdu fingið skaða. Men, eg haldi, at hetta var ein reaktión - ella eitt instinkt - har vit vildu bera boðini um vanlukkuna sum skjótast, soleiðis at hjálp kundi koma á staðið at taka sær av teimum, sum vóru komin til skaða. Poul Grunnveit vísir á, at mjørk­in var so mikið nógvur, at hann valdi at fylgja einari seyða­ rás, ið gekk á skák omaneftir. Hann visti, at ein seyðarás fór ikki at føra teir út av bakkanum í mjørk­anum, men heldur í okkurt ból. - Tá vit komu oman til bø­garð­ arnar, vóru neytini har. Tá klárn­ aði nakað, men soleiðis, sum eg mnnist tað, vistu vit tá framvegis ikki, hvar vit vóru. Knút hevði fingið onkran skaða, og eg hugsaði iva­leyst, at hann ikki var eins væl gongd­ur og eg, sum at kalla ongan skaða hevði. Nú var bygdin fyri stavn, og so var bara at ganga skjótt oman at bera boðini, sigur hann. Græt av gleði Nógv hevur verið skrivað um, hvør fyrstur var niðri í bygdini í Myki­nesi henda feigdardag, men tað hevur sum so ongan týdning. Í øll­um førum er rættiliga greitt, at Poul Grunnveit og Knút Olsen fóru ikki í sama hús, tá teir komu oman. - Soleiðis, sum eg minnist tað, fór eg ikki inn í fyrsta húsið, eg kom til og kanska heldur ikki tað næsta. Eg fór inn í eini hús, sum mintu um ein bóndagarð, og har varð eg sera væl móttikin. Sjálvur sigur Poul Grunnveit, at hann altíð hevur hildið seg verið hin fyrsta, sum kom til húsini, men hann dugir ikki við vissu at siga, hvørji hús Knút valdi at fara inn í, og júst nær hann var frammi. - Tað hevur helst verið ein hægri makt, sum í nógva mjørkanum henda dagin hjálpti okkum at finna beint oman til bygdaportrið, og skjótt var hjálpin á veg til tey, sum so harðliga høvdu brúk fyri hjálp uppi á Knúki, sigur hann. Meðan konan Judy í óvissuni - men við einari vón - sat heima í Hald­arsvík og bíðaði eftir boðum, ringdi telefonin knappliga. Skelv­ Poul Grunnveit hevur roynt meira enn tey flestu, og tað hevur verið hansara eydna, at alt spældi væl av Mynd: Álvur Haraldsen Eg hevði mítt pláss í flogfarinum, men tá flogfarið ikki var so fult, fór eg og setti meg einum bygdarmanni… Eg var á lívi, kundi reisa meg, og eg kundi brúka beinini. So, eg reistist beinanvegin og steig útum… Framhald á síðu 20