Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 20 Andlát Bergliot Petursdóttir, búsitandi í Hoydølum, vanliga nevnd Begga, ættað úr Trongisvági, andaðist 6. september 93 ára gomul. Urnan verður jarðað úr Kirkjugarðskapellinum í Havn leygardagin 19. september kl. 14. Tey, ið ynskja at minnast Beggu við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Felagið Føroysk Ross at stuðla varðveitingararbeiðinum av gamla føroyska rossaslagnum, konta 6460-0004739045 í BankNordik. Jarðarferðin verður hildin sambært almennu tilmælunum. TØKK Anne Lise Winther Fødd 11. september 1945 – deyð 22. august 2020 Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma doyði og varð jarðað. Tøkk øll tit, ið vóru um hana í hennara sváru sjúku. Takk til føroyska sjúkrahúsverkið, serliga øll tit røktarstarvsfólk, ið sóu menniskjað í sjúklinginum. Takk fyri tykkara heitu hendur. Eisini stór tøkk til Sjúklingahotellið Tórshavn fyri hjálp, gestablíðni og umsorgan ta tíðina vit vóru har. Vit vilja eisini takka øll tykkum, sum troystaðu og vístu umsorgan, og sum á ymsan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið, og í tíðini aftaná. Ein serlig tøkk til Tórshavnar Manskór fyri vakra sangin, til Gudmund Joensen fyri nemandi urguspæl og til Hera Joensen fyri troystarrík orð í sambandi við jarðarferðina. Mads Niels, Annika og Niklas við familjum andi lyfti hon horninum, og tár­ini trillaðu niður eftir hennara kinn­um, tá hon hevði lagt hornið á aft­ur. - Tað var Poul. Hann er livandi, græt hon av gleði. Lítið snakkað Poul Grunnveit sigur, at hóast flog­ vanlukkan sjálvsagt var ein rætti­ligur skelkur, so gavst hann ikki at flúgva, og hann heldur ikki, at van­lukkan á Knúki hevur fylt so nógv í lívinum. Hann helt fram at sigla og hevði av og á eisini brúk fyri at flúgva. - Nei, eg minnist einki til, at eg seinni stúrdi fyri at flúgva. Eg skal ikki siga, at okkurt ikki hevur ligið í bakhøvdinum, men eg haldi ikki, at vanlukkan í Mykinesi gjørdi mær serliga nógv fortreð í so máta. Hann sigur, at í familjuni hevur ikki nógv verið snakkað um tað, sum hendi í Mykinesi fyri 50 árum síðan. - Tað er sjáldan, at eg havi verið spurdur um hendingina, og eg kann heldur ikki minnast, at eg og Reg­in Nesstein, sum var vík­ar­mað­urin undir liðini á mær í flog­far­in­um, snakkaðu nakað serligt um tað, sum okkum báðum hevði verið fyri. Vit møttust ikki so ofta - ella, vit runnu ikki hornini av hvørj­um øðrum, sum tikið verður til. Vit skiftu orð, tá vit hittust, men eg haldi ikki, at vit snakkaðu ofta um flogvanlukkuna aftur, tó at hon ivaleyst onkuntíð hevur verið uppi og vent. Poul Grunnveit heldur, at hann gjørdi tað, sum var best í teirri støðu, hann var í, og tað var at leita eftir hjálp sum skjótast. - Fólk høvdu jú fingið stórar skað­ ar, og neyvan visti nakar, sum var á Knúki henda feigdardag, hvar tey vóru í stóru neyðini, sum var, sigur Poul Grunnveit álvar­sam­ur. Sló út á skipi Men, flogvanlukkan í Mykinesi er ikki einasta hending í lívinum, sum hevur rakt Poul Grunnveit. Hann fór til skips í 1955, og fyrsti túrur var sum messudrongur við vágsskonnartini, Saint Jacques - ella Sant Jack, sum hon varð rópt millum manna. Seinni gjørdist hann dekkari við skipinum, og her kundi tann eini túrurin verið hansara seinasti, um verri vildi til. Hendingin fór fram, meðan teir vóru á sildaveiði norð­an fyri, og teir vóru í ferð við at draga gørnini. - Tað var eitt sindur sjaskut, meðan vit lógu og drógu. Eg hevði til uppgávu at kveyla trossan, með­an annar maður stóð við spæl­koppin. Trossin lá um eina rullu har frammi í skipinum, og eg sjálv­ur stóð millum lúnningina og tross­an. Poul Grunnveit vísir á, at tað var, tá trossin knappliga glapp úr rulluni har frammi, at hann var slongd­ur út um lúnningina og í havið. Nógv stóð á trossanum, og stóð hann verri fyri hesa løtu, hevði hann helst farið í knús. - Stóð eg millum trossan og vantrið, hevði skilið verið nógv verri, men tíbetur stóð eg beint framman fyri vantrið. Eg varð slongd­ur út í bláan sjógv og fór undir. Tá eg kom upp undan aftur, fekk eg skjótt fatur í gørnunum, sum stóðu spílaði út í sjógvin. Menninir, sum vóru umborð, drógu nú gørnini móti skipssíðuni, og soleiðis fingu teir í øllum góð­um fatur í Poul Grunnveit aftur. Í bókini ”Skakandi tilburðir” stend­ ur um hendingina at lesa, at skip­arin umborð eisini leyp í havið, men tíbetur eydnaðist tað víkar­manninum at krøkja seg í gørn­ini og soleiðis halda sær, til gørnini komu at borði. Men, so mikið ógvuslig var hendingin, at Poul Grunnveit hevði fingið nógvan sjógv í seg hesa løtuna, hann fleyt á havinum. Sigldi í Svøríki Poul Grunnveit tók sum ungur eis­ini skiparaprógv, og eftir lokna útbúgving fór hann í 1960 við sluppini, Carl, sum eisini hoyrdi heima í Vági. Hann var eis­ini í nøk­ur ár við føroyskum nóta­ skip­um, eitt nú Akraborg. Tað var Júst í Túni, sum í sínari tíð var orsøkin til, at víkarmaðurin fór til Svøríkis at sigla, og tað var Júst í Túni, sum skaffaði honum kjans­in. Her hevði Poul Grunnveit til uppgávu at læra sviar at fiska við nót. Og tað var júst á veg heim úr Svø­ ríki, hann var, tá flogfarið datt nið­ur í Mykinesi. Víkarmaðurin byrjað umborð á svenskum skipi sum bassi, og at enda var hann eisini skipari. Men, hann noyddist at hava svia sum flagg­ skipara. Árini, hann sigldi í Svø­ríki, var Poul Grunnveit eisini um­borð á størri nótaskipum. Tá skipið sakk Triðja hendingin, har Poul Grunn­veit var fyri enn einari álvarsligari hend­ ing, var, tá nótaskipið, Ási, sakk. Teir høvdu so nógv sild í nót­ini tað eina kastið, at tað tók langa tíð at tøma nótina og fáa fisk­in innanborða. Skipið fyltist so hvørt, sum teir tóku sildina upp, og skipið legði seg á liðina. At enda fór Ási at drekka sjógv inn gjøgnum lúkuna á síðuni, og støð­an gjørdist hættislig. - Eg var fyrsti stýrimaður og stóð hesa løtu við spælið. Tá tað vísti seg, at skipið legði seg á liðina, royndi eg at snara hóvinum, sum var fult við sild, yvir í øvut borð fyri at vita, um tað á henda hátt bar til at rætta skipið uppaftur. Men, hetta gjørdi ongan mun. Skjótt sást, at her var einki at gera, og at Ási fór at søkka. - Sum stýrimaður var eg næst seinastur av skipinum og niður í bjarg­ ingarbátin, og tá lá Ási næst­an flatur í sjónum - ja, hann lá so nógv, at eg tá kundi ganga eftir skipssíðuni og leypa niður í bjarg­ing­arbátin. Men, tá var hetta eisini í evstu løtu, sigur Poul Grunnveit, sum fegnast um, at hjálpin var skjót, og at manningin varð tikin upp í øllum góðum. Eg kendi meg eitt sindur forstrektan í nakkanum, og eg hevði fingið eitt hol niður í økslina… Eg varð slongdur út í bláan sjógv og fór undir. Tá eg kom upp undan aftur, fekk eg skjótt fatur í gørnunum…