Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen D anska avísin Kristeligt Dagblad hevði mánadagin 24. august eina grein við yvirskriftini Færing bragte grusomheder i Congo frem i lyset. Hóast Dollin var danskur ríkisborgari, hevði danskan pápa og var føddur í Danmark, hevur hann ikki vakt nakran serligan ans í Danmark. Men henda greinin er eitt nýbrot og vísir, at danir í størri mun hava fingið eyguni upp fyri avrikinum hjá Dollanum. Byrjanin til hetta var ein grein hjá søgufrøðingi í Berlingske Tidende seinasta ársskifti um harðræðið í Congo undir belgiska Leopold 2 kongi frá 1885 til 1908. Eg sendi høvundanum ein teldupost og kunnaði hann um søguna hjá Dollanum og hansara innsats móti hesum harðræði. Henda søgan skuldi verið natúrliga ein partur av hesi søgu. Tað frættist einki aftur. Men í mars var ein líknandi grein í Kristeligt Dagblad hjá sama søgufrøðingi um hesa søguna hjá Congo. Greinin hevði eitt ískoyti um Skand­ inaver í Fristaten Congo. Her var sagt, at seinast í 1800 talinum starvaðust 1500 til 2000 skandinavar í Congo. Nógvir av teimum vóru sjómenn á skipum, sum sigldu á Congoánni. Millum hesar skandinavar vóru 5-600 danir. Um danir varð sagt: Nogle danskere deltog aktivt i over­ grebene, men langt de fleste så passivt til og passede deres arbejde. Men so varð skoytt upp í: Enkelte (danir) råbte op og vendte fri­staten ryggen. Eg gjørdi Kriste­ ligt Dagblad vart við, at um Dollin skuldi roknast fyri at vera dani, so var hesin setningur langt frá nøk­ur full­komin lýsing av leiklutinum hjá donsk­um ríkis­borg­ aranum í Congo. Samstundis varð víst á ta søguna, sum er væl kend í Før­oyum. Men nú vísti tað seg, at Kristeligt Dag­blad fekk áhuga fyri hesi søgu, og teir settu ein journalist, Tim Pand­uro, at skriva eina grein um D.J. Danielsen og hansara avrik í Congo. Greinin kom so í blaðið tann 24. august. Nógv varð gjørt burtur úr. Greinin fylti tað, sum svarar til tvær síður í Sosialinum. Oman fyri nevndu yvirskrift varð skrivað: Det er blevet sagt mange gange på det seneste, at europæerne har været en plage for Afrika. Men færøske Daniel Jacob Danielsen var med sine foredrag og billeder af afhuggede hænder med til at vende verdensopinionen mod kolonimagternes brutale fremfærd i Fristaten Congo. Siden er han næsten gået i glemmebogen. Greinin vakti ans millum lesararnar á Kristelig Dagblad. Í hvussu er stóð hon frá útgávudagin mánadag til mikudag at vera millum tær mest lisnu greinirnar á heimasíðuni hjá blaðnum. Í Føroyum vakti hon eisini ans á sosialu miðlunum. Somuleiðis hevði Finnur Koba eitt innslag í útvarpinum um hetta mál. Hóast nógv er skrivað um hesa søgu, er kortini okkurt, sum kann leggjast afturat. Luttøkan hjá Dollanum sum skipari og maskinmeistari í kanningarferðini niðan og oman eftir Congoánni hjá bretska konslinum í Congo, Roger Casement, hevði verið nóg mikið at gjørt Dollan søguligan. Tað eru ikki nógvar ferðir gjørdar av hesum slag og við hesum endamáli, um nøkur. Týdningin hjá Dollanum vísir brævið hjá Casement til bretska uttanríkismálaráðið, har hann sigur, at henda søguliga ferðin ikki hevði verið møgulig uttan dugnaskapin hjá Dollanum. Her kann eisini havast í huganum, at ferðin varð gjørd ta árstíðina, tá ið vatnstandurin í ánni var lægstur, og tað tí var størstur vandi fyri, at teir sigldu seg fastar á sandriv og aðrar forðingar. Amerikanskur søgufrøðingur tekur í egnan barm Tim Panduro hevur havt samband við søgufrøðingar, ið eru serfrøðingar júst á hesum økinum. Ein av teimum er Kevin Grant, viðurkendur søguprofessari. Sagt verður í greinini: Selv om billederne af afhuggede hænder og andre grusomheder i reglen tilskrives andre fotografer, har forfatteren Óli Jacobsen sandsynligvis ret i sin påstand om at mange reelt er taget af Daniel J. Danielsen. Det vurderer historieprofessor på Hamilton College i New York, Kevin Grant, der har forsket i Congo Reform Association (rørslan sum stríddist móti harðræðinum í Congo). Han kalder Oli Jacobsens dokumentation ”overbevisende.” Tað áhugaverda er, at sami Kevin Grant í 2005 gav út bókina ”A Civilised Slavery”, sum millum annað eisini umrøddi henda partin av søguni í Congo. Tá visti hann einki um Dollan, og tí var hansara frásøgn um hetta tíðarskeið sera misvísandi. Heiðurin fyri tað, sum Dollin próvfast gjørdi, gav hann leiðaranum á teirri missiónsstøðini, har Dollin virkaði, Douglas William Armstrong. Hetta var púra skeivt. Eg hevði samband við Kevin Grant, með­ an eg skrivaði um Dollan frá 2007 og úteftir og greiddi frá mínum niðurstøðum. Hann gav mær fullkomiliga rætt, soleiðis sum tað eisini sæst í greinini í Kristeligt Dagblad. Myndirnar høvdu avgerandi týdning Í hesi grein í Kristeligt Dagblad er áhugaverd lýsing av týdninginum av myndunum. Hes­in partur hevur yvirskriftina ”Billed­ erne fik enorm betydning” við undir­yvir­ skrift­ini: ”Fotodokumentation var med til at skabe opmærksomhed om lokal­ befolkningens lidelser i Congo.” Tað skrivaða og talaða orðið kann altíð trætast til lygn.Men tað kundi ikki gerast Søgan um Daniel J. Danielsen er væl kend í Føroyum, men hansara søga vekir eisini ans úti í heimi. Seinast í Danmark. SIÐSØGA Kristeligt Dagblad: FÆRING BRAGTE GRUSOMHEDER I CONGO FREM I LYSET Undirheitið á bókini Dollin, ”Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna” er seinni váttað av fremstu serfrøðingum víða um í heiminum á hesum øki. Keypumynd frá 1908 av Leopold kongi har hann er í sínum "national dress"