Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 25 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá Knúti Olsen, sum var við vanlukkuflogfarinum í 1970, og sum annar av teimum, sum gekk til bygdina í Mykinesi og boðaði frá vanlukkuni. við myndum, serliga tá tann, sum hevði tikið myndirnar, kundi greiða frá søguni aftanfyri tær. Við tí tilfari, sum er tøkt, kann sigast við vissu, at Dollin var tann fyrsti sum tók umrøddu myndir, og hann var tann fyrsti skipaði fyri eini fundarrøð, har hann um­ framt frágreiðing um støðuna vísti slíkar myndir alment. Hetta eru sjónarmið, sum lýsa týdningin av myndunum hjá Dollanum. Tann umrøddi Kevin Grant sigur í greinini í KD: Fotografier spillede en vigtig rolle i reformbevægelsen. De bekræftede de be­ skyldninger om grusomheder og slaveri, som missionærer og handelsfolk havde frem­ført i årevis, men som officielle kilder havde havde afvist med deres egen for­ tælling om, at der var talen om en civilis­ er­ingsmission. Desuden gjorde fotografier det muligt for reformbevægelsen at gøre kampagnen mere sensationel og fange offentlighedens opmærksomhed, uanset om det var gennem lanterna magica (ljósmynda) foredrag eller gennem aviser eller gennem magasiner. Danielsen er historisk vigtig, fordi han var en af de første missionærer i Congo, der erkendte fotografiets magt som bevis­materiale. Det var ikke kun hans for­tjeneste, at reformbevægelsen blev om­dannet til en international, folkelig kamp­anje, men han spille en vigtig rolle i processen. Í greinini er eisini frásøgn hjá Jesper Kurt Nielsen, sum er Afrikaserkønur á danska tjóðarsavninum. Hann sigur, at myndaprógv taldu nógv í umdøminum av Congo tá í tíðini: Det var stadigt tidligt í fotografiets tidsalder, og det fik en enorm betydning. I et samfund, hvor der normalt var ting, men ikke talte om, så man pludseligt reportagefotografier af lemlæstede menn­ esker. Det må have skabt chockbølger, også fordi myten fra Leopolds side var, at man var i Congo for at etablere civilisationen og standse den arabiske slavehandel i området. Pludseligt så man, at europæerne ikke altid levede op til kristen næstekærlighed. Morel fekk avgerandi krútið frá Dollanum Tað er sjálvsagt rætt, at Dollin ikki var einsa­mallur í hesi søgu. Umframt onnur hevur verið ein annar skandinavi, sum hevur gjørt vart við viðurskiftini í Congo. Tað var svenski trúboðarin Edvard Vilhelm Sjøblom, sum í 1896 skrivaði eina grein um yvirgangin móti fólkinum í Congo. Teir, sum upprunaliga gjørdu vart við viðurskifti, høvdu so ta ávirkan, at bretska stjórnin setti umrøddu kanning hjá Casement í verk í 1903. Ein av høvuðsmonnunum í hesi herferð í Bretlandi var Edmund Morel. Hann ar­ beiddi hjá tí skipafelagnum, sum sigldi millum Congo og Europa. Tá ið hann sá, at tað, sum kom heim úr Congo var gummi, fílabein og líknandi vørur, og tað, sum varð sent til Congo, mest var vápn og skreytvørur ætlaðar hvíta fólkinum har, varnaðist hann, at her var okkurt galið. Hetta minti ov nógv um al­ ment trælahald. Morel fór tá at skriva um hesi viðurskifti í blaði sínum West African Mail. Tá ið Doll­ in kom heim og helt sínar fyrilestrar gekk sjón fyri søgn, hvussu støðan var í Congo. Tað er eitt áhugavert brævaskifti til skjals í London millum teir báðar, sum er ein týðandi kelda til hesa søgu um Dollan. Her er Morel altráur eftir at fáa fatur í myndunum, sum Dollin kom heim við úr Congo. Og nakrar tær fyrstu myndirnar, sum Morel prentaði, vóru júst hesar. Í blaðnum hjá Morel var eisini frásøgn frá einum av fundunum, sum Dollin hevði í Bretlandi. Hon er prentað í bókunum um Dollan. Her greiðir hann frá sum eygna­ vitni um tað, sum hann hevði sæð av ræðu­leikum. Her legði Dollin eisini dent á, at hann hevði lovað fólkinum í Congo at greiða fólkinum í Europa frá støðuni. Tað var eisini hugskotið hjá Morel at fáa innihaldið á hesum fundum gjørt kunnugt fyri onnur, sum t.d. pressuni. Tað varð eisini gjørt. Tískil var tað Dollin, sum gav Morel tann serliga íblástur, sum eisini gjørdi sítt, at hann fekk eitt pláss í søguni. Morel varð í mars 1904 oddamaður í tí nýstovnaða Congo Reform Associaton. Ein týðandi partur av virkseminum var tilfar, sum var komið frá trúboðarum. Serliga kend er trúboðaraparið John og Alice Harris. Tey vóru ikki hugað fyri hesum máli, fyrr enn Dollin kom upp í leikin, og tað sást, at hetta var ein góð søk. Tey bæði hava annars av mongum fingið æruna av hesum søguliga myndum og av at vera íblástur til Congoherferðina, sum Dollin byrjaði í 1903 í Bretlandi. Men tað tann staðfestast, at teirra fyrsta kenda mynd er frá mai 1904, meðan tær hjá Dollanum próvfast eru frá heystinum 1903. Tey komu heldur ikki upp í Congo­ her­ferðina fyrr enn í 1906, tá ið tey fóru úr Congo til Bretlands. Umrøddi felagskapur, stuttnevndur CRA, skipaði fyri herferðini móti Leopold 2. kongi inntil 1908, tá ið hann gav skarvin yvir og læt Congo yvir til belgiska statin. Hetta broytti støðuna hjá fólkinum mun­ andi. Dollin burturtagdur av teimum hann hjálpti Morel skrivaði eisini fleiri bøkur um Congo. Tann mest kenda er Red Rubber, sum kom út í 1906 og seinni í fleiri útgávum. Henda bók er eisini komin út á norskum við navninum Kongelig Slavelejr. Skjalasavnið hjá Morel í London er ein tann fremsta keldan til ta søgu, sum nú prógvar leiklutin hjá Dollanum, og sum Morel sjálvur fekk nógva nyttu burturúr. Men tað merkiliga er, at hóast hetta, so nevnir Morel ikki Dollan við einum orði í sínum bókum, sum hann skrivaði seinni. Nú er tað leiðarin fyri Balolo missiónini, Harry Grattan Guinness, sum fær heiðurin fyri at hava byrjað umrøddu fundarrøð, hóast tað er próvfast, at tað var Dollin, sum byrjaði hana, og at tað ímóti viljanum hjá Guinness. Tað var ikki fyrr enn seinni, tá ið sá tann ans, sum fundarrøðin hjá Dollanum vakti, at Guinness fór upp í hetta stríð. Egna missiónin hjá Dollanum tagdi hann eisini miðvíst burtur, og tað eydnaðist í meira enn 100 ár. Dollin viðurkendur av søgufrøðingum Henda søgan um Dollan er viðurkend av søgufrøðingum í fleiri londum. Í Norð­ur­ londum er hann viðurkendur av norskum søgufrøðingum. Ein norskur søgufrøðingur, sum hevur skrivað ein bók um søguna hjá Afrika, skrivaði um ensku bókina um Dollan: Det er en fascinerende historie, både personlig og i tilknytningen til den allmenne tematikken. Jeg tror aldri jeg har kommet så på innsiden av Reform kampanjen som gjennom din fremstilling, den belyser så konkret mange av de vesentlige indre forbindelser og spenninger i denne bevegelsen, ikke minst  misjonærenes stilling. Du har behandlet dette med streng faglig kritikk, og dine konklusjoner blir derved desto mer troverdige, spesielt viktig er dette mht hvem som har produsert mange av de viktige fotografiene, de er jo fortsatt gjengangere i alle fremstillinger av denne delen av Kongos historie. Spørsmålet om hvorfor Danielsen er glemt, berører også allmenn problematikk. Man gleder seg når noen som fortjener det trekkes fram igjen, slik du har gjort. Tað eru líknandi ummæli komin frá søgufrøðingum í fleiri londum sum í USA, Canada, Írlandi, Bretlandi, Hollandi og Belgia. Tískil kann sigast, at henda søgan er viðurkend av søgufólki á ovastu rók. Tær flestu greinir og bøkur, sum nú verða skrivaðar um Congo, hava eisini tilvísingar til leiklutin hjá Daniel J. Danielsen. Bókin um Dollan á enskum og annað tilfar um hesa søgu kann annars lesast á heimasíðuni: www.olijacobsen.com Ein eyðkend mynd hjá Dollanum. Avkvetta armurin á einum hvítum klæði, so hann gerst meira sjónligur. Trúboðaraparið John og Alice Harris. Tey hava í 100 ár av órøttum fingið heiðurin fyri avrikið hjá Dollanum. Edmund Morel hevði ein týðandi leiklut í uppgerðini við stýrið hjá Leopold 2. Hóast stuðulin frá Dollanum, verður hann púra burtagdur í seinni søguskrivingini hjá Morel.