hósdagur 17. september 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
26
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
hjálpsemi og umsórgan til okkum øll, tá elskaða
kona, mamma, omma, systir, og dóttir,
Annika Jespersen,
f. 19. Juli 1958 og hin 22. Juli 2020
eftir stutta sjúkralegu andaðist á Gentofte Sygehus
og var jarða frá Vesturkirkjuni.
Takk til øll tykkum sum ringdu og skrivaðu til
hana og okkum hennara seinastu dagarnar hon var
á lívið. Tøkk fyri troystandi orð.
Takk til øll tykkum sum bakaður og annars hjálpti
til við jarðarferðini og ervinum
Takk til Atlantic Airways fyri tað hjartanemandi
minnuhátíð í hangarinum, tann dagin hon kom
heim úr Danmark við Atlantic Airways, sum hon
elskaði, og takk til Johannu á Bergi og Marius
Davidsen fyri tey vøkru orðini.
Takk til tykkum flogternur, sum vóru møttar upp í
hangarinum og í Vesturkirkjuni í flogternubúna –
tann búnin sum hon virdi so høgt, var so stolt av
at bera, og takk til sangararnar fyri tykkara
vakra og hjartanemandi sang, bæði við
minnihátíðina í hangarinum og í Vesturkirkjuni
umframt á grøvini.
Takk til øll tykkum sum møttu í Vesturkirkjuni,
tykkum sum stóðu uttanfyri Vesturkirkjuna
og sum fylgdi henni hennara seinastu ferð út í
kirkjugarðin.
Takk til familju, vinir og kenningar, fyri alla
umsorgan og troystarík orð hesa sváru stund.
Tøkk til øll tykkum sum sendu pening til Føroya
Felag móti Krabbameini.
Takk fyri tey vøkru minningarorðini til
starvsfelagar sendi í fjølmiðlarnar.
Takk fyri blómur og kransar.
Takk fyri eina vakra talu,
Marjun í Kálvalíð, prestur.
Takk til Hera prest og kirkjutænaran fyri stuðul í
Vesturkirkjuni tað kvøldið Annika var borðin inn
og dagin eftir, tá ið Annika var borðin út. Takk
fyri vakurt orgulspæl Hanus.
Tøkk til tykkum sum bóru kistuna úr
Vesturkirkjuni og til grøvina. Tøkk til føraran á
líkbilinum bæði í Vágum og í Tórshavn. Tøkk til
gravaran.
Familjunar vegna
Regin, Fríðálvur, Sølvi, Bergtóra, Beinta, Sofus
og Marita við familjum.
TØKK
fyri sýnda samkenslu
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi,
langabbi og bróðir
Johan Joensen (Hannebeiggi)
f. 14.09.1945 d. 11.07.2020
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri alla ta stóru hjálp og umsorgan,
sum bleiv víst okkum í samband við
jarðarferðina. Eisini ein hjartans tøkk til øll,
sum á ymiskan hátt hjálptu til í heiminum
eftir jarðarferðina og komu við kakum og
øðrum. Vit bera starvsfólkunum á Búðatrøð,
Heiminum við Vágna og øllum, sum vóru um
Johan, meðan hann var sjúkur eina hjartans
tøkk – ein heilt serlig tøkk fer til Sambýlið á
Bøgøtu. Takk tit, sum trúliga vitjaðu Johan.
Takk Marjun Lómaklett, prestur, fyri góð
og troystarrík orð í Christianskirkjuni og
Takk Hanus á Gørðum, prestur, fyri vitjan
í heiminum eftir jarðarferðina. Takk til
sangarir, urguspælara, kirkjutænarar, gravarar.
Takk fyri blómur, kransar og takk fyri
peningin, sum var latin til Alzheimersfelagið.
Takk øll tit, sum fylgdu Johan til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna Nanna, Baldvin, Annie,
Kim og Johan
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða móður,
omma og langomma okkara
Martha Nolsøe
Fámjin
f. 13.09.1937 d. 03.01.2020
andaðist og varð jarðað.
Eina hjartans tøkk til starvsfólkini í Fjálgalon,
fyri kærleika og umsorgan, tøkk til Bergtórur
Hjelm Bjarkhamar, prest, fyri troystarrík orð
til jarðarferðina.
Eina stóra tøkk til Martu, ommudóttir, fyri
góð orð í kirkjuni, tøkk til sangkórið, og
tøkk til Lillian, Unu og Senøvu, fyri vøkru
sangirnar og undirspæl.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og
uppringingar, og til tykkum ið fylgdu Marthu
til hennara seinasta hvíldarstað.
Harrans ríku signing til tykkum øll.
Familjunar vegna
Anna C og Jógvan
Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90
www.kistur.fo
Vit levera um alt landið.
KISTUR -
HANS JACOBSEN
FØROYSKAR KISTUR
Klaksvíkar Sjúkrahús
Sniðgøta 1 · 700 Klaksvík
Tlf: 45 45 45 · www.ks.fo
PETØ venjingar
Sagt verður frá, at Petø-venjingar fara fram á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi í viku 46, 47 og 48 – 2020.
Tey, ið ætla sær at verða við, verða biðin um at siga
frá á tlf. 45 45 45
lokal 4507 ella á teldupostadr.: sjuklingar@ks.fo
Seinasta freist er 12.10.2020
Klaksvíkar Sjúkrahús