hósdagur 17. september 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
28
RØRDUR OG STOLTUR VENJARI
-Eg eri glaður vegna felagið, sum fær nakar góðar pengar, men ikki minst tí vit
hava skrivað søgu. Tað krevur nakað og hesir menninir eru longu við at blíva
legendur. Tað kemur tú ikki sovandi ella snakkandi til. Tá skalt tú verða harður,
skrappur, arbeiða hart og hava dirvið. Hetta er fantastikst fyri allar og eg
knekkaði líka í byrjanini av samrøðuni, og tað gjørdi eg eisini tá vit fegnaðust
saman, tí hetta er so stórt og eg var absolut rørdur, sigur Jákup á Borg
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
-Eg eri ófatiliga stoltur, og nú
er aftur galið við røddini, letur
úr Jákupi á Borg. Venjarin, ið
ongantíð megnaði at vinna seg
víðari sum spælari, hevur nú
skrivað søgu saman við B36, ið
er fyrsta liðið, ið hevur spælt seg
víðari tríggjar ferðir upp á eitt
ár. Kenslurnar eru at fáa eyga á.
Dysturin er júst liðugur og
eftir 120 minuttir av dramatikki,
har B36 hevði alt, men misti tað
á gólvið, fyri síðani at vinna alt
innaftur í allar seinastu løtu.
Tvær ferðir er B36 úti av
Evropa. Í longduleiktíðini er
vanliga leiktíðini farin, áðenn
eitt seinasta neyðspark endar
við, at Stefan Radosavljevic
smekkar bóltin í nettakið til 2-2
og víðari til brotssparkskapping.
Eisini í brotssparkskappingini
er B36 á veg út. Málskjúttin og
kanska mest eyðsýnti spælarin
hjá B36, Michal Przybylski, er
tann einasti sum hevur brent, tá
Dean Ebbe bara skal skora upp á
sítt brotsspark, fyri at senda The
New Saints víðari.
Í málinum velur Rói Mørk
Hentze rætt og gevur B36 enn
eina lívlinju. Tað endar við,
at ungi málverjin endurtekur
bragdi og sendir B36 í 3. umfar
í Europa League og B36 í søgu
bøkurnar.
Skulu tora at droyma
Undan dystinum er boðskapurin
tann sami, sum tá B36 møtti
Levadia Tallinn úr Estlandi í
1. umfari í undankappingini.
Spælararnir skulu tora at
droyma størt, sjálvt um styrkin
á mótstøðuni er eitt sindur
ókent, tí liðini ikki hava spælt
regluliga í síni heimligu kapping
vegna korona.
- Vit hava roynt fyrr at spæla
móti bretskum liðnum, tá tey
bara hava spælt nakrar venj
ingardystir. Vit hava spælt móti
Linfield, Crusaders og The New
Saints. Tey eru altíð væl fyri
og tað liggur í teirra natúru
at spæla við nógvari orku og
høgum tempo, segði Jákup á
Borg undan dystinum og legði
afturat:
- Vit skulu tora at droyma
okkum víðari og vit skulu verða
til staðar til hendan dystin, tí í
morgin er ov seint. Vit vita hvat
liggur í hesum spælarum. Tað
hava vit sæð í Evropa fyrr og
móti eitt nú KÍ í ár. Tað krevur
tó, at vit halda avtalur og tey
smá tingini rigga. Vit fara at fáa
ilt í dag og tað fer at pína, men
vit skulu tora at droyma okkum
víðari, sigur Jákup á Borg.
Í mun til dramatiska sigurin á
Levadia Tallinn komu Benjamin
Heinesen og Ragnar Samuelsen
inn frá byrjan, meðan Stefan
Radosavljevic sat uttanfyri og
Bjarni Petersen er skaddur.
B36 best ein tíma
Heimaliðið legði best fyri og tað í
ein tíma var B36 omaná. Leikliga
var yvirvágin ikki so stór, men
tá tað kom til málmøguleikar
er B36 greitt omaná. Miðskeiðis
í fyrra hálvleiki er Sebastian
Pingel leysur í høgru, men mál
vejrin bjargar. Tað eru aðrar
vandamiklar støður, men tað er
málleyst í hálvleikinum.
B36 kemur ótrúliga væl frá
byrjan í seinna hálvleiki. Longu
aftaná tveir minuttir skorar
Michal Przybylski, eftir saman
spæl við Sebastian Pingel stutt
uttanfyri brotsteigin.
- Eg fái bóltin í aðru atløgu frá
Pingel og havi ryggin
móti múrinum. Eg trekki
til vinstra beini og skjóti, og
málverjin fer hinvegin, greiðir
Michal Przybylski frá.
Løtuna eftir hevur B36 enn
fleiri álop og trýstur gestirnar í
botn, men tað verður við tað eina
málið. Hannes Agnarsson kemur
inn fyri Árna Frederiksberg og
b36 fer at spæla meiri upp á
skjótálop.
B36 missur takið
Gestirnir skifta út og millum
innskiftararnar er Adrian Ciesle
wicz, sum er uppvaksin í Vági og
hevur spælt eitt stutt skifti í B36.
Tað skal tó vísa seg, at verða ein
annar innskiftari, ið fær javnvág
á máltalvuna. Leo Smith verður
eftir einfalt samanspæl púra
leysur í brotsteiginum og skorar.
Rói M. Hentze fær hondina á,
men tað er ikki nokk.
Í longdu leiktíðini gongur tað
galið, tá Rói M. Hentze verður
órógvaðu, tá hann skal upp eftir
einum innleggi. Bólturin endar
fyri føturnar á Dean Ebbe, sum
skorar til 2-1 í 112.
minutti.
B36 ger ein B36
Teir hava gjørt tað
fyrr. Tvær ferðir móti HB í
kappingini um Løgmanssteypið.
Móti St Joseph’s í Europa
League í 2018, og seinast móti
Levadia Tallinn. Í næstan allar
seinasta sparkinum í dystinum
endar bólturin fyri føturnar á
innskifta Stefani Radosavljevic,
sum smekkar bóltin í nettakið
til 2-2.
-Eg var við gott mót, tá vit
komu til longdu leiktíðina, tí eg
veit hvat hesir mennirnir eru
gjørdir av. Vit eru ikki úti fyrr
enn vit eru úti. Vit hava verið
vandamiklir upp á deyðbóltar
allan dystin, so eg trúði upp á
tað, sigur Jákup á Borg.
Í brotssparkskappingini
skora Sonni Ragnar Nattestad,
Alex Mellemgaard og Benjamin
Heinesen, áðrenn Michal Przy
bylski rakar tvørstongina.
Stefan Radosavljevic helt lív í
vónini við fimta sparkinum og
so bjargaði Rói M. Hentze.
Fyrst eina ferð, og eftir at
Sebastian Pingel skoraði til
5-4 í brotssparkskappingin, so
bjargaði hann einum av týdn
ingarmiklastu brotsspørkunum
í søguni hjá felagnum.
-Eg hugsaði ikki so nógv um,
at vit fóru út um eg ikki bjargaði,
men tað er ótrúliga lekkurt at
bjarga einum avgerandi brots
sparki og allir koma rennandi
móti tær við fullari ferð, sigur
Rói M. Hentze.
B36 er víðari til 3. undanumfar
í Europa og við tí hevur B36
skrivað føroyska fótbóltssøgu,
umframt at vunnið felagnum
2,1 millión krónur.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Enn eina ferð hevur B36 við Jákup á Borg á odda framt eitt
bragd í evropesiskum fótbólti. Tað var dramatikkur fyri allar
pengarnar, tá B36 vann eftir brotssparkskapping móti The New
Saints og skrivaði føroyska fótbóltssøgu sum fyrsta felagið,
ið megnar at spæla seg víðari tríggjar ferðir upp á eitt ár
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Europa League:
B36 OG JÁKUP Á BORG
B36 OG JÁKUP Á BORG
ERU KONGAR Í EVROPA
ERU KONGAR Í EVROPA