Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 29 Fleiri avrik á altjóða stigi Tað er eitt gott liðavrik til at vinna ein slíkan sigur, sum B36 vann mikukvøldið á The New Saints. Tað byrjar í málinum, har Rói M. Hentze hevði ein av­ger­ andi leiklut við tveimum av­ gerandi bjargingum í brots­ sparkskappingini. Hann mundi tó givið alt vekk, tá hann avleveraði til mót­støðu­ spælara. Verja greiddi sína skyldu væl. Serliga Sonni Ragnar Nattestad var stinnur á hesum sinni. Andrias H. Eriksen stóð seg eisini væl undir lið­ini á landsliðspælaranum. Bakk­ arnir greiddu eisini sína upp­ gávu væl. Á miðjuni spældi Magnus H. Jacobsen aftur ein brand­ dyst. Hann er avbera gløggur, tá hann skal plasera seg fyri at vinna bóltin. Eli F. Nielsen spældi somuleiðis ein góða dyst á verjukenda mið­vølli­ num. Á vengrunum byrjaðu Árni Frederiksberg og Ragnar Samuelsen. Teir komu báðir væl frá uppgávuni. Árni við sínum innleggum og bólt­ spæli, meðan Ragnar við sín­ um stríðsvilja. Á framrættaða mið­vølli­ num var Michal Przybylski av­bera góður. Hann vendi væl við bóltinum og var ein støðug hóttan. Í álopinum strídd­ist Sebastian Pingel væl og helt væl upp á bóltin. Innskiftararnar gjørdu tað eisini allir gott. TRONDUR@SOSIALURIN.FO MICHAL: STÓRT AT KOMA Í SØGUBØKURNAR Hvat skal eg siga um brotssparkið? Eg hevði sett mær fyri at skjóta í hasa síðuna og eitt sindur uppfrá. Eg skal ikki lúgva, har vóru tvey tár aftaná. Tíbetur bjargar Rói, so nú hevur hann trý ynski, sum eg skal uppfylla fyri hann. Tað er eisini deiligt, at vit sum lið lofta hvørjum øðrum og at okkara navn kemur at standa í søgubøkrunum, sigur Michal Przybylski. Spælarametingar: Europa League 2. undanumfar B36 0 1 2 7 THE NEW SAINTS 0 1 2 6 16. SEPTEMBUR 2020 - TÓRSVØLLUR 8.5 7.5 8 7.5 7.5 8 7.5 8.5 8.5 8 7.5 RÓI M. HENTZE ALEX MELLEMGAARD SONNI RAGNAR NATTESTAD ANDRIAS H. ERIKSEN BENJAMIN HEINESEN ELI F. NIELSEN RAGNAR SAMUELSEN MAGNUS H. JACOBSEN MICHAL PRZYBYLSKI SEBASTIAN PINGEL ÁRNI FREDERIKSBERG 7.5 Hannes Agnarsson (Inn 67.min) 8 Stefan Radosavljevic (Inn 85.min) Erling D. Jacobsen (Inn 111.min) Andrass Johansen (Inn 112) Dómari: Ian McNabb Dømdi sum so ein fínan dyst, men spurnartekin mugu setast við dømingina í samband við 2-1 málið til The New Saints. Har var fríspark til B36 6 B36 - The New Saints 1-1 (0-0) 1-0: Michal Przybylski 47. 1-1: Leo Smith 81. 1-2: Dean Ebbe 112. 2-2: Stefan Radosavljevic 121. Brotssparkskapping 3-2: Sonni Ragnar Nattestad 3-3: Paul Harrison 4-3: Alex Mellemgaard 4-4: Adrian Cieslewicz 5-4: Benjamin Heinesen 5-5: Greg Draper 5-5: Michal Przybylski á tvørtræið 5-6: Leo Smith 6-6: Stefan Radosavljevic 6-6: Dean Ebbe, B36 málverjin bjargar 7-6: Sebastian Pingel 7-6: Daniel Redmond, B36 málverjin bjargar B36: Rói Hentze Mørk – Benjamin Heinesen, Andreas H. Eriksen (Erling D. Jacobsen, 111.), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Andrass Johansen, 112.) – Árni Frederiksberg (Hannes Agnarsson, 67.), Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen (Stefan Radosavljevic, 85.) – Sebastian Pingel Á beinkinum eru Símun Rógvi Hansen, Jóhann Hansson Joensesn, Andreas Thomsen. Gul kort: Hannes Agnarsson, Stefan Radosavljevic, Magnus H. Jacobsen, Rói M. Hentze, Erling Dávidsson, Sonni Ragnar Nattestad Venjari: Jákup á Borg NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. EFTIR LONGDA LEIKTÍÐ0 EFTIR BROTS­ SPARKS­ KAPPING EFTIR LONGDA LEIKTÍÐ0 EFTIR BROTS­ SPARKS­ KAPPING