hósdagur 17. september 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 66
30
TRÓNDUR ARGE
T
eir dystir verða leygar
dagin og tríggir dystir
verða sunnudagin.
Leygardagin klokkan
14 verður dystur í Trongisvági,
har TB fær vitjan av KÍ. Leygar
kvøldið er dystur við Løkin, har
NSÍ fær vitjan av EB/Streymi.
Sunnudagin eru tveir dystir
á Tórsvølli. B36 tekur móti lítla
beiggja av Argjum klokkan
14, meðan HB fær vitjan av ÍF
sunnukvøldið klokkan 18.30.
Klokkan er 15 er dystur í Sarpu
gerði millum Víkingi og Skála.
TB-KÍ
Leygardagin klokkan 14
DÓMARI: BJARKI DANIELSEN
Á pappírinum eru gestirnir úr
Klaksvík greiðir favorittar, men
tvær ferðir í ár hevur TB givið
júst klaksvíkingum skarpan
gang. Tíðliga í kappingini fekk
KÍ ikki avgerandi málið fyrr enn
í yvirtíðini. Tá liðini møttust í
Klaksvík mátti umstrítt brots
spark til, áðrenn TB fall.
Nú møtast liðini aftur og TB
hevur leitað seg úr botninum,
meðan KÍ nærkast oddinum.
Heimaliðið
hevur
ávisar
avbjóðingar, tí tvímálsskjúttin
frá 3-0 sigrinum á Argjum er
skaddur í fótinum. Tað sama er
galdandi fyri Poul Ingason, sum
hevur sitið uttanfyri í nakrar
vikur og miðverjan Rasmus
Møller. Tað verður avgerandi
fyri heimaliðið um teir fáa
nakran av hesum tøkar.
Gestirinir eru uttan venjara á
bonkinum. Mikkjal K. Thomas
sen hevur fingið bann, eftir
at dómararnir tríggjar ferðir
hava givið honum gult kort í
ár. Annars eru allir spælarar
tøkir. Fleiri nýggir fingu høvi
at royna seg móti Skála týs
kvøldið, tá KÍ legði seg á odda
í landskappingini við 1-0 sigri á
Skála.
SOSIALURIN TIPPAR: 0-1
NSÍ-EB/Streymur
Leygardagin klokkan 19
DÓMARI: PETUR REINERT
Bæði NSÍ og EB/Streymur hava
fingið nýtt lív í seinastuni.
Runavíkingar við at vinna
4-2 á B36 í tí, sum líkist einum
bronsudysti, og sundalagsmenn
við at vinna tríggjar ferðir upp í
slag undan farna vikuskiftið, tá
tað endaði við einum teprum 3-2
tapi í yvirtíðini móti Víkingi.
Heimaliðið hevur skaðar at
dragast við, men flestu teirra
hava vant við í vikuni. Bárður J.
Hansen er tó langtíðarskaddur í
knænum og spælir ikki aftur í ár.
Pætur Hentze venur heldur ikki
enn, men spælarar sum Mórits
Heini Mortensen og Betuel
Hansen eru á
vøllinum aftur.
Gestirnir eru
nakað tunnir nú
Gestur B. Dam og Fannard
A. Skoradal eru farnir av landi
num og Magnus Heinason er
skaddur. Umframt tað, so hava
bæði Andrass Olsen og Árni G.
Olsen leikbann.
SOSIALURIN TIPPAR 2-0
B36-AB
Sunnudagin klokkan 14
DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN
Heimaliði skal fáa armarnar
niður aftur, eftir søguliga sigurin
í Europa League móti The New
Saints. Tað er løgið, um tað ikki
merkist hjá onkrum spælarum,
at teir hava spælt 120 minuttir
mikukvøldið. Spurningurin er
so hvussu Jákup á Borg velur
at blanda kortini. Hann hevur
fleiri evnaríkar spælarar at
heita á. Vónin er at Brian
Jakobsen nú verður førur fyri
at spæla aftur, og tað sama við
Hugini Samuelsen, men fyribils
eru teir ikki mettir tøkir. Tað
verður brúk fyri breiddini
komandi vikurnar.
Argjamenn hava tað torført
í løtuni. 3-0 ósigurin fyri TB
sunnudagin smakkar illa, men
ikki líka illa sum seinasta vitjanin
á Tórsvølli, tá AB tapti 11-0
fyri HB. Tað skuldi verið løgið,
um ikki argjamenn gera nógv
burturúr verjupartinum, tá nú
manglar eisini liðskiparin, Sørin
Samuelsen. Hann hevur leikbann.
SOSIALURIN TIPPAR 3-0
Víkingur-Skála
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Heimaliðið
slapp
við
skrekkinum, so at siga, tá
Finnur Justinussen tvær
ferðir skoraði móti endanum
av dystinum móti EB/Streymi.
Eftir umstríddavenjaraskiftið,
Ikki við: Filip í Liða (ryggurin),
Gert Drangastein (1 vika), Sørin
Samuelsen (leikbann, 4 gul)
Ikki við: Erlendur Magnusson
(Krossband, langtíðarskaddur),
Hugin Samuelsen (Búkskaði,
ógreitt hvussu leingi), Brian
Jakobsen (Lærkrikin, ógreitt
hvussu leingi)
Ikki við: Magnus Heinason (knæ),
Andras Ó. Olsen (leikbann), Árni
G. Olsen (leikbann),
Gestur B. Dam og Fannhard
Skoradal eru báðir niðri í
lestrarørindum og spæla ikki
aftur í ár.
Ikki við: Jákup Thomsen (knæið,
langtíðarskaddur), Teit Jacobsen
(knæið, langtíðarskaddur),
Mikkel Frankoch (fóturin) og
René Shaki Joensen (fipur) 1-3
vikur
Ikki við: Ari Ó. Ellingsgaard
(langtíðarskaddur, knæið),
Dánjal á Lakjuni (fyribils givin)
LIÐ TÍÐINDI
B36
ÍF
HB
AB
EB/STREYMUR
Upptakt:
FIMM FEITIR
FIMM FEITIR
FAVORITTAR
FAVORITTAR
Betri deildin menn 20. umfar: Hetta er eitt umfar, har fimm
tey fremstu møta fimm teimum aftastu. Ella tú kundi sagt at
fimm tey stóru møta teimum fimm smærru. Tað er ikki lagt upp
til spennandi, men av tí saman hevur ongin ráð at missa