Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 4 GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN T alan var um størstu flog­van­lukku­na í Før­oy­um, tá Fokk­er Friend­ship-flog­far­ið, sum ís­lendingar høvdu leigað, hendan dagin við nógvari ferð rendi seg í vøllin undir Knúki í Myki­nesi, og brotnaði í trý. Velið lá aftast tvørturum vøllin. Nakrar tímar frammanundan var flog­farið við manning og ferða­fólkum farið av Flesland- flog­vøllinum í Bergen. Reykjavík 25. September 1970 Oddgeir Jensson hevði bíðað nakr­ar dagar í Reykjavík eftir at sleppa til Føroya. Líkindini vóru ikki at lenda á flogvøllinum í Vág­um orsakað av toku, og tí var ferð­in útsett nakrar dagar. Men hendan dagin 25. september, sat hann í flogfarinum, sum sveim­ aði nakrar ferðir yvir Føroyum, áðrenn tað noyddist at leggja leiðina til Bergens í Noregi at vera um náttina. Tey vóru ikki nógv í flog­fari­ num hendan dagin, eini fýra til fimm ferðafólk íalt. Tey komu til Bergen í øllum góðum, og har gjørd­ust tey fleiri. Oddgeir Jenson var ógvuliga fegin, tá tey vóru lend í Bergen - og bókaði inn á hottelið. Her vóru fleiri ferðafólk longu kom­ in úr Keypmannahavn, sum eisi­ ni skuldu til Føroya Føroya dag­ in eftir. Oddgeir kendi seg lættan, nú hann sat á hotellinum. Fegin um at vera sloppin úr flogfarinum, tí hann ræddist so illa at flúgva. Hon­um hevði ongantíð dámt at flúgva. Nú kundi hann taka sær av løttum, áðrenn honum nýttist at stúra fyri flúgvingini heim til Før­oya dagin eftir. 19 ára gamli Oddgeir fór at finna sær onkran at práta við. Føroyingur uppvaksin í Íslandi Oddgeir Jensson er føddur og upp­vaksin í Íslandi, men bæði for­eldur hansara vóru føroysk, pápin, Jens, livir enn. Foreldrini bæði vóru úr Suðuroy, mamman var úr lítlu bygdini, Hovi, og páp­in var úr Vági. Tey fluttu til Akureyrar í 1949. Oddgeir varð borin í heim hin 11. november í 1950 á Akureyri. Tvey ár seinni fluttu hann við familju­ni til Reykjavíkar. Har búðu tey, til tey í 1970-unum fluttu til Kópavág. Í 1970 gekk Oddgeir Jensson 2. árið á læraraskúla í Reykjavík. Og hendan túrin, hann skuldi til Før­oya, skuldi hann vitja familju í Hovi og í Vági. Tað ringasta var, at honum dámdi so illa at flúgva. Í dag minnist hann ógvuliga lítið frá hesum túrinum úr Ís­ landi til Bergen. Men hann minn­ist, at tey sveimaðu yvir Før­oy­um nakrar ferðir, áðrenn boð vórðu givin um, at tey ikki kundu lenda, men í staðin noydd­ust at fara til Bergens at Leygardagina 26. september eru fimmti ár liðin síðan flogvanlukkuna undir Knúki í Mykinesi. Átta fólk lótu lív hendan feigdardagin, og 26 fólk komu frá vanlukkuni á lívi 50 ÁR SÍÐAN 50 ÁR SÍÐAN FLOGVANLUKKUNA FLOGVANLUKKUNA UNDIR KNÚKI UNDIR KNÚKI Oddgeir Jensson er føddur og uppvaksin í Íslandi, men hann hevði føroysk foreldur. Honum hevði ongantíð dámt at flúgva Katrin Dahl búði og arbeiddi sum sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark, men hevði verið í Føroyum, tí yngsta systirin giftist