Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 5 taka brennievni og at bíða eftir betri veðurlíkindum. Hitti aðrar unglingar Á hotellinum í Bergen hittir Odd­geir nakrar aðrar ungar før­ oy­ingar: Torbjørn Hjelm, sum er úr Vági, Gundur Andreassen av Skála, og ein triði er Ólavur Jacob­sen úr Gøtu. Teir semjast skjótt um at fara ein túr í býin at hyggja seg um og finna eina matstovu. Men teir eru nakað seinir, og allar mat­stov­ur eru stongdar, so teir sleppa ongastaðni inn. Veðrið hetta kvøldið er keði­ ligt, ja, eitt sindur eyðkent veður fyri Bergen, tað regnar. Teir gera bara av at fara heimaftur á hotellið, har teir hugna sær á einum kamari til nakað út á nátt­ina. Aftarlaga í flúgvarinum Oddgeir Jensen minnist, at tey fóru tíðliga avstað morgunin eftir, og teir fýra ungu menninir, Gundur, Ólavur, Torbjørn og Odd­geir, vóru seinir umborð á flog­farið. Tað var ivaleyst eisini or­søkin til, at teir fingu pláss so aftar­laga í flogfarinum. Oddgeir kom at sita við síðuna av einum handils­reisandi íslendingi, Agnari Samuelsen. Teir sótu næst­aftast í stýriborð. Agnar sat við vindeygað. Aftan fyri teir Oddgeir og Agnar sótu teir báðir, Gundur Andrea­sen og Ólavur Jacobsen. Yvir­av teimum sat so Torbjørn Hjelm við gongina í bakborði, og honum við lið - við vindeyga, sat ein, ið æt Knút Olsen. So teir fýra, Oddgeir, Gundur, Ólavur og Torbjørn komu sostatt allir at sita saman har afturi í flog­ fari­num. – Eg tosaði lítið við Agnar Samuelsen, hann var so friðar­ lig­ur. Tað einasta, eg minnist hann at segði, var at hann var ferð­andi handilsmaður. Annað minn­isti eg ikki. Men vit fýra ungu, vit prátaðu dúgliga á veg heim, minnist eg. Tá flogfarið nærkast Før­oy­ um, minnist Oddgeir Jensson, at tey vórðu biðin at seta seg í trygd­arbeltini. Og løtu seinni fór flogfarið at sveima yvir Før­oy­ um. Oddgeir skilti tað soleiðis, at sóu teir ein glotta í tokuni, so vildu teir senda flogfarið niður ígjøgnum glottan. Í flogtorninum á flogvøllinum í Vágum hava teir alla tíðina sam­bandi við Føroyaflúgvaran. Men klokkan 10.57 gerast teir skakk­ir í torninum: Vágar: seven o four Vagar have some weather for you Vágar: seven o one Vagar I have some weather for you Vágar: seven o one Vagar Vágar: seven o one Vagar Vágar: seven zero one Vagar Vágar: iceair seven o one Vagar Tað seinasta, Oddgeir Jensson minn­ist, er at flogskiparin brád­ liga setur fulla ferð á motorarnar, og ljósini inni í flogfarinum fóru at blunka. So var buldur og brak, og hann endaði við høvdinum niðri á dúrkinum, hóast han sat í trygdarbelti. Og hann minnist, at flúgvarin fór sendandi eftir vølli­num. – Tað gekk skjótt fyri seg. Og so steðgaði flogfarið, minnist Odd­geir Jensson. So var buldur og brak, og Oddgeir Jensson endaði við høvdinum niðri á dúrkinum, hóast hann sat í trygdarbelti. Flogfarið fór í trý Á veg fram eftir vøllinum rendi flogfarið á ein stóran stein