Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 6 Vildi bara sleppa út Tað næsta, hann minnist, er at hann skundaði sær at gera seg leys­an av trygdarbeltinum, og vildi bara sleppa út úr brotna flog­farinum sum skjótast. Nógv mold var tá endað inni í flog­farinum. Sjálvur fekk hann nakrar rivur undir vangan, og hevði ilt í ryggin. Lítla løtu seinni standa teir nakrir menn har úti á vøllinum við síðuna av sundurbrotna flog­farinum. Flestu teirra høvdu ilt við at fáa ondina orsakað av trygdarbeltinum, sum sjálvandi spenti nógv undir stoytinum, og tí tekur tað eina løtu hjá teimum at koma fyri seg. – Av teimum, sum ta løtuna stóðu uttanfyri, kendi eg ís­ lendska handilsmannin, Agnar Samuel­sen, Gundur Andreasen og Ólav Jacobsen. Hini fólkini, kendi eg ikki. Veðrið er keðiligt, vindur og regn, so nøkur teirra royna at sleppa sær afturundir onkun­ stað­ni. Illa vóru tey eisini ílatin, í løtt­um og tunnum klæðum. So sær onkur, at sjálvt velið á flog­ fari­num er brotnað av flúgv­ ara­kroppinum, og tað vendur øðrvísi enn flúgvarin. Har inn leita tey at finna sær skjól frá vána­liga veðrinum. Har standa eisini ungu menninir eina løtu. Tá teir eru komnir eitt sindur fyri seg, halda Oddgeir og Gundur, at nú mugu teir fara inn í flogfarið at vita, hvussu støðan er har. Tá teir koma inn í flog­farið, síggja teir, at alt er skramblað niður, og stólar og annað var rivið úr flogfarinum í stoytinum. Sum teir standa her inni í flog­farinum, er ilt at fáa eygað á nakað fólk, men so síggja teir ein mann, sum liggur hálvur undir øllum skramblinum, og hann er á lívi. Teir hoyra, at hann biður teir hjálpa sær at koma leysur, tí hann liggur fastur. Teir taka í mannin, og royna varisliga at toga hann leysan, men tá rópar hann so av pínu, at teir tora ikki, og sleppa honum. Teir síggja ikki, hvør hann er. Nú hyggur Oddgeir fram í flúgvaran, og har sær hann flog­ternuna, Valgerður, og D. J. Bærent­sen, landsdjóralækna, binda um høvdið á stýri­manni­ num, Páll Stefanson, og Oddgeir fær varhugin av, at stýrimaðurin hevði fingið so harðan stoyt í fallinum, at hann er vorðin í ørviti. Ganga oman í bygdina Teir fóru vit útaftur úr flog­fari­ num, tí teir hildu seg ikki kunna gera meira. So at tosa um, hvat gerast skuldi. – Tá var tað, at Gundur Andreasen, landsdjóralæknin og eg komu ásamt um, at onkur okkara mátti royna at ganga oman­eftir fjallinum og fylgja ánni, sum har var. Kanska var hetta ein matará, og slíkar áir ganga vanliga oman í eina bygd. Føroysku bygdirnar standa ofta við áir, sum verða rópt­ ar “mataráir”. Og so fóru vit, Gundur og eg, spákandi oman við ánni, minnist Oddgeir Jens­ son. Tá teir eru komnir nakað oman eftir fjallinum, hoyra teir fólk og hund. Tá eru tað mykines­ menn, sum eru á veg niðaneftir at leita eftir flogfarinum. Ungu menninir úr flogfarinum royna at vísa mykinesmonnum á, hvar flog­fari liggur. – Tað má vera undir Knúki, siga mykinesmenn. Gangið tit bara víðari, tit eru á rættari leið, siga teir, og leggja leiðina niðan­ eftir. Ímeðan gingu hinir fram við ánni omaneftir, og soleiðis komu teir oman í Mykinesbygd. Tá var onkur annar longu komin oman, teirra millum Poul Ólavur Jacob­ sen. Fyrstur oman at siga frá, var ungi víkarmaðurin, Poul Grunn­ veit. Mykinesfólk eru ófør niðri í bygdini, og so hvørt sum onkur av ferðafólkunum kemur, verður syrgt fyri, at tey verða víst inn í onkur av heimunum í bygdini. Oddgeir kom inn til ein, ið nevndist Louis. – Eg visti tað ikki tá, men nógv ár seinni kom eg at arbeiða saman við einum ungum manni, og vit komu at tosa um flog­van­ lukkuna í Mykinesi. Tá kundi hesin ungi maðurin siga mær, at eg hevði húsast og gist inni hjá Luis, og hesin Luis var abbi hansara. – Tað, sum eg minnist, er, at hetta vóru eini gomul hús, sum stóðu ovarlaga í bygdini. Tey høvdu onki vesi, men eina bukku uttanfyri onkunstaðni, minn­ist Oddgeir. Har húsaðist hann, til hann varð flogin heim dagin eftir. Á flogvøllinum Millum ferðafólkini í frá­far­ingar­ høllini á flog­vøllinum í Vágum hendan fyrrapartin leygardagin 26. september 1970 er 36 ára gamli sjúkrarøktarfrøðingurin, Katrin Dahl. Hon er ættað Kvívík, men býr og arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur í Dan­mark. Katrin Dahl hevur verið í Før­ oyum í sambandi við at yngsta systur hennara, Brynhild, giftist, og nú er hon á veg aftur til Dan­ markar. Systurin giftist um viku­ skiftið, og Katrin skuldi fara aftur til Danmarkar mánadagin eftir. Men hon hevur bíðað eftir lík­inda veðri í fleiri dagar, tí tað hevur verið liggjandi keðiligt veður soleiðis, at ferðin til Danmarkar er útsett fleiri dagar. Hendan leygarmorgunin væntar hon at sleppa avstað. Spentu ferðafólkini hava bíð­að í fráfaringarhøllini eina góða løtu, og eina ferð hoyra tey “íslands­ flúgv­aran” sveim­að í mjørka­ num uppi yvir flog­vølli­num. – So nú er hann her, nú verður ikki leingi, til hann lendir, letur í onkrum. Klokkan er farin av 11.00. Brád­ liga kemur tann annars still­føri Hugo Fjørðoy algoystur út av skrivstovuni hjá Flogfelag Før­ oya, har hann er annar stjórin. Hann veitrar við ørmunum: – Komið nú, øll mugu av flog­ vølla­økinum í stundini, sigur hann harðmæltur. Komin útum, verða øll koyrd í ein buss, sum setur kós móti Bø. Enn veit eingin orsøkina til, at tey verða koyrd til hotellið í Bø. Tá tey koma á hotellið, stendur morgunmatur fyri teimum. Ikki fyrr enn tá fáa tey vita, at tað er hend ein vanlukka, flogfarið er horvið, og tað má vera dottið niður onkunstaðni, fáa tey at vita. Við báti úr Sørvági Tað gongur ikki so long tíð, til tey frætta í Bø, at flogfarið er dottið niður í Mykinesi. Seinni frætta tey, at bátur fer úr Sørvági út í Mykines við bjargingarfólki. Katrin Dahl og vinkona hennara, Elin­borg Joensen, bjóða sær til at fara við bjargingarfólkunum til Mykinesar, tí tær eru báðar út­búnir sjúkrarøktarfrøðingar. Nú gekk tað skjótt fyri seg, og løtu seinni eru teir báðir sjúkra­ røktarfrøðingarnir, Katrin Dahl og Elinborg Joensen, á veg til Mykinesar saman við øðrum bjargingarfólkum. 86 ára gamla Katrin Dahl minnist tað soleiðis í dag, at veðr­ið var so mikið keðiligt, at tey noyddust upp í Byrgi vestan­fyri. Tveir staðkendir menn sluppu upp fyrst, og teir høvdu línu við sær. Síðan fóru tey nøkur fá í senn úr bátinum og upp í ein minni bát, sum slapp nærri Byrginum, og haðani vóru tey meira ella minni hálað við línuni uppá. – Tað gekk nú bara væl. Eg havi ongantíð verið bangin av mær, og tað var eg heldur ikki tá, sigur Katrin Dahl. So fóru tey til gongu niðan­ eftir. Veðrið var eitt sindur ófanta­ligt. Millum teirra, sum vóru við hendan túrin, var ein lækni og kona hansara. Nakrir menn frá donsku verjuni vóru eisini við. – Eg haldi, at hesir danirnir vóru mest komnir við fyri at fáa eina uppliving, stórvegis nyttu gjørdu teir ikki, heldur Katrin Dahl. Koma til vrakið Tá tey komu niðan til vrakið undir Knúki, fylgdist Katrin við lækna­num. Tá tey komu inn í vrakið, sær Katrin eina kvinnu liggja á dúrkinum. Tá heldur hon fyri við læknan: – Her er ikki nógv at gera. Hon hvøkkur við, tá hon hoyrir konuna svara: – Eg eri so køld. Tann løtan gongur ikki frá Katrini Dahl, tí hon var ikki í iva um, at konan var deyð. Tá hon hevur verið við vrakið eina løtu, hittir hon bygdar­ mann­in og gubba sín, D. J. Bærent­sen, landsdjóralækna. Tey spleysaðu saman, og hjálpt­ ust síðani bæði inni í vrakinum og uttanfyri vrakið. – Bærentsen var so sterkur og hevði gott yvirlit yvir støðuna, so hann var ógvuliga raskur. Tú sást lítið til, at hann gekk við brotn­um ryggi. – Seinni snúði tað seg um hjá mær at lata tey løstaðu merkja, at vit vóru har. Bara tað at vera um tey, og lata tey merkja, at tey vóru ikki einsamøll. Tað hevði stóran týdning fyri tey, minnist Katrin Dahl. Móti kvøldi var Katrin við til at bera eina konu oman í bygd­ ina á børu. Hendan var á lívi. Katrin heldur seg minnast, at tað var Oluffa Durhuus, men hon er ikki púra vís. Heimini opin og sengur uppreiddar Eitt, sum Katrin Dahl minnist so væl, er ómetaliga stóra arbeiðið og gestablídni hjá mykinesfólki. Har vóru allar hurðar víðopnar, matur stóð á borðinum, fólk, sum tørvaðu klæðir, fingu klæðir, og øll fingu song. Veðrið var keðiligt, vindur og regn, og fólk vóru illa ílatin Alt var í knúsi, og inni í flogfarinum var alt skramblað saman