Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 7 – Eg minnist, at eg var inni hjá einari gamlari konu, og sigi við hana, at tit eru veruliga ófør. Tá svarar hon mær, at hetta var ikki fyrstu ferð, tey vóru út fyri líkn­andi. Men tað er verri, tá tað er okkara egnu. Tá var tað ikki so øðiliga langt síðan, at ein bróðursonur hennara var oman­ dottin, sigur Katrin Dahl. Hon tekur uppaftur fleiri ferð­ir, hvussu stórur blíð­skap­ ur­in var í Mykinesi, og hvussu nógv tey løgdu fyri, so at øll kundu fara mett til songar. – Vit skulu minnast, at aftrat teimum 26, sum komu frá vanlukkuni á lívi, komu øll bjargingar- og hjálparfólkini, so hetta var ein øðilig innrás í bygdina. Men tað megnaðu myki­nes­fólk heilt fantastiska væl, heldur hon. Hon hevur mangan síðan hugsað um, hvørt mykinesfólk fingu nakað endurgjald fyri velduga stóra arbeiðið. Eitt var allur maturin, sum skuldi til øll hesi fólkini, men tað var so nógv annað, millum annað klæðir, sum nógv fingu. Dagin eftir fór Katrin Dahl við tyrlu inn til flogvøllin í Vágum. Og haðani fór hon niður aftur til Danmarkar, har hon búði og ar­beiddi. Skipselektrikari fekk skolu Oddgeir Jensson minnist, at aluette-tyrlan hjá Hvidbjørnen dagin eftir byrjaði at flúgva fólk til Havnar og út á Hvidbjørnen. Har stóðu fólk og bíðaði, og Odd­ geir slapp ikki við fyrrenn sein­ asta túrin við tyrluni, tí hann var ein teirra, sum kom frægast frá van­lukkuni. Flogræðslan sat framvegis í Odd­geir, tá hann skuldi í tyrluna hedan dagin. Men tað gekk bara væl, tá tað kom til stykkis. – Sært tú, ein tyrla flýgur so lágt, og tað hjálpti. Og eg visti eisini, at teir ansaðu eftir, at tyrlan ikki gjørdist ov tung. Tí sluppu bara trý av okkum við í senn, og tað skuldu vera tvey løtt og so ein tyngri, sigur Oddgeir Jens­son. Tá hann er komin umborð á Hvid­bjørnen, setur hann seg at práta við onnur umborð, eisini mann­ingina. Tá kemur ein maður, sum hann heldur vera elektrikaran á Hvidbjørnen, og bjóð­ar Whisky-likør at styrkja tey við. – Men ein lækni var eisini umborð á Hvidbjørnen, og hann var í øðini, tí um onkur hevði fing­ið skaða innan, og kanska bløddi inni í kroppinum, so kundi verða heilt galið, um vit drukku alkohol. So elektrikarin fekk eina rættiliga skolu frá læknan­um, minnist Oddgeir Jens­son. Vistu einki Hann visti einki um, at nakar var deyður í flogvanlukkuni, fyrr enn hann var komin á Lands­sjúkra­húsið. Hann hevði heldur ongi deyð fólk sæð. Tá tey komu av Hvidbjørnen í Havn, og skuldu á Lands­sjúkra­ húsið, var íslendska sjónvarpið har beinanvegin og royndi at fáa eina samrøðu við Oddgeir. Tað fekk hann ikki loyvið til, men var í staðin rendur inn í ein sjúkrabil og so beint á sjúkrahúsið. – Eg minnist, hvussu væl tey tóku ímóti okkum á Lands­ sjúkra­húsinum, men tað var so mikið lítið pláss, at eg mátti liggja úti á gongini. Tvær vikur lá eg á gongini, og seinastu viku­ na gekk eg uppi. Fyrstu tvær vikur­nar skuldi eg ikki røra meg orsakað av skaða, sum eg hevði fingið í ryggin, greiðir Oddgeir Jensson frá. Tá hann var útskrivaður, fór hann til Hovs í Suðuroy at halda frí. Tá var Læraraskúlin byrj­aður aftur í Reykjavík, men nú vildi Oddgeir hava frí nakrar dagar. Tá hann fór aftur til Íslands, noyd­dist hann við flogfari, tí hann skuldi gera seg lidnan við skúlan. Men síðan hevur hann ikki stigið fótin í eitt flogfar. Vildi illa tosa um flogvanlukkuna Vit sita í stovuni hjá Katrini og Petur Dahl í Hoyvík. Her mann vera eitt tað vakrasta út­sýni, sum til ber at fáa í høvuðs­ staðnum. Vit síggja út á allan Nóls­oyarfjørð, og hendan dagin síggja vit eisini skip og bátar sigla oman og niðan gjøgnum fjørðin. Í meðan broytist ljósið sum blaktrandi perur, ongantíð tað sama, altíð okkurt nýtt. Altíð í broyting, júst hetta, sum eyð­ kennir føroyska veðurlagið. Katrin og Petur sita undir liðini á hvør øðrum her í stovuni. Tað hava tey gjørt, meðan vit hava tosað um ógloymandi hend­ingina úti undir Knúki í Myki­nesi fyri 50 árum síðani. Eg vendi mær aftur móti Katrini Dahl: – Hetta var ein ógvuslig van­ lukka, tú vart vitni til, og tú var mitt uppi í hesum sum bjarg­ ingarfólk, og sum sjúkra­røktar­ frøðingur, hvussu hevur van­ lukkan ávirkað lív títt, spyrji eg. Tað er tøgn eina løtu. So hygg­ ur Katrin yvir á mannin: – Hvussu hevur tað ávirkað meg, heldur tú, spyr hon Petur. – Skal eg svara, spyr Petur. Og so heldur hann fram: – Hon vildi als ikki tosa um tað í eina tíð, uttan mun til, hvat eg spurdi um. Hon vildi snøgt sagt ikki siga nakað sum helst um, hvat var hent. So mikið skelk­að hevur hon verið, hóast hon ikki var heilt greið yvir tað, sigur Petur P. Dahl. Katrin heldur, at tað eisini kann vera av teirri orsøk, at tú sum sjúkrarøktarfrøðingur tosar ikki um viðurskifti, tú arbeið­ir við. Men tá eg spyrji hana, um tað kanska var ein bland­ingur av teimum báðum, íbornað tagnarskyldan og skelk­ urin av hesi ógvusligu hend­ ingini, nikkar hon. – Jú, ivaleyst spældu bæði ting­ini inn, sigur hon at enda. ÁTTA FÓLK LÓTU LÍV Í FLOG­ VANLUKKUNI: Bjarni Jensson, flogskipari, 44 ára gamal, Reykjavík Gunnleif Durhuus, 35 ára gamal, Klaksvík Brynleif Hansen, 33 ára gamal, Vatnsoyrar Martin Holm, 60 ára gamal, Tórshavn Sofus Jacobsen, 52 ára gamal, Klaksvík Hans Jacob Joensen, 50 ára gamal, Klaksvík Davilda Petersen, 56 ára gomul, Vestmanna Ernst Petersen, 52 ára gamal, Porkeri Brot úr nýggjari bók um flogvankukuna í Mykinesi, sum partvís byggir á bókina “SOS-Knúkur”. Men rúgvismikið tilfar er komið aftrat, bæði samrøður, frágreiðingar, skjøl og myndir, so talan er um eina nýggja bók, sum er væl meira enn tvífalt so stór, sum SOS-Knúkur var. Íslendski journalisturin og rithøvundurin, Magnus Tór Hafsteinsson, og undirritaði hava skrivað bókina. Bókin kemur út á íslendskum í ár. Í 2021 verður bókin væntandi givin út á føroyskum og donskum. Velið vendi ein annan veg enn tað, sum var eftir av flogfarinum annars Tað er næstan ófatiligt, at nakar slapp livandi burtur úr flogvanlukkuni í Mykinesi