Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 8 Narkodeildin hjá løgregluni í Føroyum er stúrin, tí teir hava ongantíð áður sær so nógv hørð rúsevni í landinum. TERJI NIELSEN TERJI@SOSIALURIN.FO H erfyri var ein hending, har tað stóð um lív hjá einum ungum manni, sum hevði tikið rús­ evnið LSD í eini gummibamsu. Tí­betur spældi hetta væl av, men hend­ingin kemur ikki óvart á narkodeildina hjá løgregluni, tí tað eru sera nógv hørð rúsevni í um­ferð í landinum í løtuni. Vaksið nógv seinasta árið Á narkodeildini hava teir nógv at gera. Seinasta árið hava teir nevn­ liga lagt til merkis, at tað er væl meira til at av hørðum rús­evn­um úti í samfelagnum. — Vit hava ikki lagt hald á so nógv í ár, men í í hesum árinum er tað vaksið nógv við hørðum rús­ evnum í Føroyum, og til dømis hoyra vit, at tað er nógv kokain í um­ferð, siga teir á narkodeildini hjá løgregluni. Sum áðurnevnt var tað rús­ evnið LSD, ið herfyri mundi kravt eitt mannalív, og júst LSD er eisini nógv útbreitt. — Ein annar vandi við júst LSD er eisini, at tað ofta verður fram­ leitt í einum slíkum hami, at tað sær ógvulig “óskyldugt” út. Til døm­is í eini gummibamsu ella í ein­um frímerki. Tað er faktisk eitt sindur óhugnaligt, tí stutt und­an áðurnevndu hending við gummi­ bamsuni høvdu vit her á deild­ini tosað um, nær vit fóru at fáa eitt deyðsfall í Føroyum í sam­bandi við rúsevnir, siga teir á narko­ deild­ini. Á narkodeildini hava teir sjálv­ andi gjørt nógvar kanningar í sam­bandi við hendingina herfyri, tá ið ein gummibamsa við LSD mundi kravt mannalív, og hóast teir ikki kunnu siga nakað ítøkiligt í málið, so hava teir tó illgruna um, at talan er um, at LSD er sproytað í gummibamsuna Føroyum. Tað vil siga, at onkur hevur havt flót­andi LSD og sproytað tað inn í gummi­ bamsur. Nógv ymisk rúsevnir Í Føroyum hava vit kanska lyndi til at halda, at tað er bert ein av­ markað nøgd og nøkur fá sløg av rús­evnum, ið kom til landið, men so­leiðis er ikki í dag. — Vit síggja øll rúsevni í Før­ oyum, sum vit síggja í londunum kring okk­um. Tað er líka heroin, sum vit næstan einki síggja til, siga teir á narkodeildini. Teir greiða frá, at summi evni eru meiri vanlig enn onnur, og tað eru serliga MDMA, LSD og Ritalin. Men eitt annað rúsevni, ið eisini tykist vera nokk so vanligt, er GHB, ið eisini verður rópt flótandi fantasy. Tað er ikki fantasy, sum er eitt annað evni, men tað virkar á sama hátt sum vanligt fantasy. Hetta rúsevnið verður eisini brúkt til “drup rape” – tað vil siga, at hetta verður brúkt til at doyva ung­ar gentur, sum síðani kunnu blíva neyðtiknar. Hetta hava vit tó ikki havt nakað ítøkiligt mál við í Før­oyum enn, siga teir á narko­ deild­ini. Tann stóri vandin við GHB er sambært narkodeildini, at tað er eitt øgiliga hárfínt mark millum eina dosis og eina yvirdosis. — Í dag er GHB og LSD nógv meiri vanligt her í Føroyum, enn tað hevur verið, og nú hava vit eis­ ini funnið Ketamin í sambandi við húsarannsókn. Gott nokk í smá­ um nøgdum, men tað hava vit so ikki funnið áður, siga teir. Umframt vanliga og kendu rús­evnini, so finnast eisini onnur evni at rúsa seg við, og enntá finst okkurt í føroysku náttúruni. — Tað eru soppar í náttúruni her í Før­oyum, sum kunnu vera rúsandi. So seint sum farna vikuskifti var ein hend­ing, har ein persónur end­aði á Lands­ sjúkrahúsinum, tí við­komandi hevði brúkt slík­ar soppar, ið kunnu vera sera vanda­mikl­ir, greiða teir á narko­deildini frá. Gerast yngri og yngri Ein onnur gongd, sum eisini ørkymlar narkodeildina, er, at tað tykist sum um, at tey, sum brúka rúsevnir í Føroyum, gerast yngri og yngri. — Tað sær út til, at brúkararnir gerast yngri og yngri, og teir eru um alt landið og úr øllum løgum í samfelagnum. Tey byrja við hash, men so flytir tað seg spakuliga yvir á onnur og sterkari rúsevnir, siga teir. Teir dylja tó ikki fyri, at tey flestu koma úr heimum, sum kanska ikki eru líka væl fyri sum tey flestu. — Vit síggja nógvar syndarligar lagnur, og vit vita eisini um heilt nógv ung, sum blíva blakað út heimanífrá, tí foreldrini klára ikki at stýra teimum, siga teir á narkodeildini. Tí hevur narkodeildin eisini ONGANTÍÐ VERI NÓGV HØRÐ RÚS Eitt tað mesta vanliga harða rúsevnið í Føroyum í dag eru sonevndu frímerkini. Talan er um lítið pappír við LSD í, sum verður lagt á tunguna, og sum sær ógvuliga “óskyldugt” út