hósdagur 24. september 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
9
Vaksandi
eftirspurningur
eftir viðgerð
Blákrossheimið, sum hevur eitt serligt tilboð
til ung millum 15 og 18 ár við rúsnýtsluórógvi,
merkja ein vaksandi eftirspurning eftir hjálp
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
T
að eru um trý ár síðani,
at Blákrossheimið
fór undir eitt serligt
tilboð til ung við rús
nýtsluórógvi, sum nevnist DAT
ung. DAT er ein viðgerðarháttur,
sum eisini verður nýttur á Blá
krossheiminum..
Tað eru tey trý, Thorvald
Danielsen, sálarfrøðingur, Birna
í Hjøllum Hentze, sálarviðgeri
og Jütta Olsen, leiðari á Blá
krossheiminum, sum taka sær
av DAT Ung.
— Vit byrjaðu fyri einum
trimum árum síðani, tá ið vit sóu
ein tørv. Tað var einki tilboð tá
til hendan aldurbólkum, og søg
urnar hjá teimum, sum koma í
viðgerð á Blákrossheiminum,
søgdu okkum, at fleiri byrja at
fáast við rúsevni, tá ið tey eru
rættiliga ung, siga tey trý frá
DAT Ung.
Mest hash
Tey greiða frá, at hjá teimum,
sum eru í viðgerð undir DAT
Ung, er tað fyrst og fremst hash,
sum er trupulleikin.
— Tey ungu hjá okkum eru
í allarflestu førum bundin av
hash, men brúka eisini hørð
rúsevni av og á. Vit hoyra um
tey hørðu rúsevnini so sum
MDMA, LSD frímerkini og Rita
lin, sum tykjast verða nógv út
breidd, men tey, sum koma her
til okkum, eru ikki beinleiðis
bundin av hesum enn, siga tey.
Tey greiða frá, at tá ið talan er
um tey millum 15 og 18 ár, sum
ganga hjá DAT Ung, so er talan
um eina ambulanta viðgerð.
Hetta fer fram á tann hátt,
at vit hava viðtalu við tann ein
staka unga persónin og hansara
avvarandi, og so hava vit eisini
bólkaviðgerð, har tey fáa undir
vísing. DAT er ein viðgerð, har
tey ungu fáa nøkur amboð at
arbeiða við, sum skal gera tað
lættari hjá teimum at klára lívs
ins avbjóðingar, siga tey hjá DAT
Ung.
Sambært teimum trimum
so er talan um ung, sum koma
úr øllum Føroyum og úr øllum
sosialum bólkum.
Sambært teimum er talan í
flestu førum um, at tað eru av
varandi so sum foreldur ella eitt
nú barnavernd, ið venda sær til
teirra at biðja um hjálp, tí tann
ungi persónurin sær ikki altíð
trupulleikan sjávur.
Bíðilisti til viðgerð
Hjá DAT Ung er pláss fyri 16 ung
um at vera í viðgerð í senn, og
eftirspurningurin er stórur.
— Tað er fullteknað, og tað er
eisini bíðilisti til at sleppa í við
gerð. Vit síggja eisini, at tølini
eru vaksin seinnu árini, og tað er
einki at ivast í, at talið í ár verður
enn hægri enn undanfarna ári,
siga tey trý.
Av teimum, sum venda sær
til DAT ung í sambandi við
rúnýtsluórógv, eru tað langt frá
øll, sum koma í viðgerð.
Tá man er ungur er tað nógv
sum er spennandi og tey hava
nógv um at vera, tí er motivatión
ein týdandi partur av viðgerðini.
At gera eina broyting í lívinum,
má geva meining fyri tann unga
og júst tað brúka vit tíð at tosa
við tey um, siga tey hjá DAT Ung.
eina áheitan til foreldur um at
hava eitt vakið eyga við teirra
børnum.
— Foreldur eiga at hava eyguni
eftir, um børn teirra kanska
ganga við lími ella lightergassi
uppi á sær, tí tað er ein heilt greið
ábending um, at tey eru byrjað at
sniffa, og tað ella hash er næstan
altíð byrjanin. Man kann eisini
hava eyguni eftir, um tey ungu
blíva meiri sløv og líkaglað, og
kanska sova longri enn vanligt, tí
tað kann eisini vera ein ábending,
siga teir.
Rúsevni kosta nógvar pengar,
og tað er einki at ivast í, at onkur
forvinnur nógvar pengar upp á
sølu av rúsevnum.
— Onkur skorar kassan, og
hesir persónar eru púra líkaglaðir
við lagnurnar hjá brúkaranum.
Men tað løgna er, at vit síggja
næstan ongan fylgikriminalitet
í sambandi við rúsevnanýtslu,
sum man annars plagdi at síggja.
Tað sær út til, at øll hava nokk
av pengum, og tí hava ikki brúk
fyri at gera kriminalitet fyri at
fíggja misnýtsluna, siga teir á
narkodeildini.
Noyðast at raðfesta
Tað er einki at dylja yvir, at
narkodeildin hevur sera nógv at
gera, og umstøður eru ikki til at
gera alt, sum teir kundu ynskt sær
at gjørt.
Vit hava nøkur tung mál, sum
krevja nógva orku frá okkum, og
tí hava vit avmarkaða orku til
onnur ting. Tí eru vit til dømis ikki
longur úti á fólkaskúlunum og
undirvísa, sum vit plagdu at gera.
Vit noyðast at raðfesta, siga teir.
Men teir halda tó, at tað er um
ráðandi, at dentur verður lagdur
á gera fyribyrgjandi átøk fyri at
minka um nýtsluna av rúsevnum.
Tí tað eru nógv meiri hørð rús
evni í umferð í dag, enn tað hevur
verið. Kanska kundi tað verið ein
uppgáva fyri Fólkaheilsuráðið at
gjørt eitt átak móti rúsevnum.
Tað høvdu vit so ynskt, siga teir
á narkodeildini.
IÐ SO
SEVNI
Tey trý, ið standa fyri
viðgerðartilboðnum DAT Ung,
Birna í Hjøllum Hentze, Thorvald
Danielsen og Jutta Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen