hósdagur 24. september 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
10
Rúni Djurhuus
melur aftur á
gamlar gøtur
– Tað hevur altíð verið ein
dreymur at hava eitt
hotell, og tá eg nú fekk
møguleikan at yvirtaka
eitt hotell, so var tað upp
lagt at tað var Hotel
Streym.
Tað sigur Rúni Djur
huus, sum í síðstu viku
keypti Hotel Streymfrá
Svend Aage Ellefsen, sum
hevur stovnað hotellið og
rikið tað seinastu árini.
– Svend Aage hevur
havt eitt gott konsept, tað
er bíligt, tænastan er góð,
og alt er tipp topp. Eg ætli
at halda fram við hesum,
sigur Rúni Djurhuus.
Spurdur um hann torir
undir eina slíka verkætlan
í hesum koronutíðum sig
ur hann, at tað er júst eitt
gott høvi at byrja nú.
– Eg síggi hetta sum ein
møguleika at koma væl í
gongd. Vit kunnu byrja
spakuliga, nú ikki so nógv
trýst er á við færri ferða
fólkum.
– Og so hava vit betri
møguleika rættiliga at seta
okkum inn í viðurskiftini.
Jú, hetta tori eg væl og
síggi góðar møguleikar í
hesum, sigur hann.
Rúni Djurhuus fer sjálv
ur at hava leiðsluna um
hendi, men hann fer at
rekta hotellið saman við
felaganum Tóka Skeel,
eisni var partur av Angus
Steakhous, áðrenn mat
stovan varð seld, og Geisa,
nýggju matstovuni, sum
teir hava í Havnar Klubba.
Umframt hetta virk
semi eigur og rekur Rúni
Djurhuus bilasøluna P/F
Wenzel og hann er partur
av Voxbotn Entertain
ment, sum skipar fyri Vox
botn festivalinum og Tórs
fest.
– Ja eg síggi avgjørt fyri
munir og synergiir við hes
um, bæði at skipa fyri hes
um tiltøkum, hava hotell
og at selja bilar, sigur
hann.
Rúni Djurhuus er ikki
ókendur við hotelvirksemi,
tí hann byrjaði sína yrkis
leið sum kokkalærlingur á
Hotel Hafnia síðst í farnu
øld, har hann var undir
leiðsluni hjá Restorffs
brøðrunum á Hotel Hafn
ia.
Hann varð úrlærdur
sum kokkur í 2003.
Hotel Streym hevur
seinastu tíðina við undir
umbygging. Fyri tíð síðani
keyptu tey gamla granna
bygningin hjá Zachariasi
Bech, sum er gjørdur til
hotelkømur. Tey eru í ferð
við at gera ein millum
bygning ímillum bygning
arnar, og nú Rúni Djur
huus yvirtekur hotellið,
fer hann sjálvur at seta sín
dám á útbyggingina, sum
ikki eru liðug enn.
Tá hotellið verður lið
ugt umvæl fyrst í komandi
ári, letur tað upp undir
gamla kenda hotellnavni
num í Havn, Hotel Djur
huus, sum er gamla hotell
ið
hjá
Dyrhusi
á
Vertshúsinum.
Vertshúsið er húsið
ímillum Áarvegin og Gong
ina heima í Havn, sum
hýsir matstovuni Áar
stovu.
– Mín yrkisleið byrjaði
sum kokkalærlingur á
Hotel Hafnia undir leiðslu
av Johan Restorff. Tá eg
gekk á skúla í sambandi
við útbúgvingina skrivaði
eg eisini eina uppgávu um
»Hotel Djurhuus«. Eg havi
altíð havt hendan dreymin
um at eiga eitt hotel, sum
eitur Hotel Djurhuus, ið
nú er veruleiki, sigur ein
fegin Rúni Djurhuus.
Sum sagt heldur Rúni
Djurhuus timingina vera
ta røttu at keypa hotellið.
– So vóna vit bara, at alt
hetta við koronu er yvir
staðið, tá vit koma inn í
nýggja árið, sigur hann.
Hotel Streym hevur 42
kømur. Og nýggi eigarin
yvirtekur hotellið miku
dagin komandi 30. septem
ber.
Prísin vil hann ikki upp
lýsa, men sigur, at báðir
partar eru nøgdir við prís
in.
Eginpeningurin
hjá
partafelagnum, sum rekur
hotellið, er góðar 10 milli
ónir. Felagið hevði ein
bruttovinning í fjør upp á
6,7 milliónir krónur, og árs
úrslitið í fjør var 2,1 milli
ónir krónur.
Nú eigur Rúni Djurhuus
Hotel Djurhuus
JÓHANNA Á BERGI FIMMTI
Týsdagin 29. september fyllir Jóhanna á Bergi,
stjóri í Atlantsflog 50 ár. Jóhanna er úr Havn,
dóttir Óla Vang úr Havn og Randi Vang úr
Fuglafirði. Hon er útbúgving frá Den Danske
Eksportskole í 1994. Hon býr í Klaksvík, er gift
við Eyðun á Bergi
GULLA ØREGAARD 75 ÁR
Týsdagin 25. september fyllir Gulla Øregaard í Havn
75 ár. Hon er dóttir Almu og Gunnar Waagstein.
Gulla starvaðist í mong ár á Almannastovuni. Hon
er gift við Rúna Øregaard, lærara, úr Gøtu. Gullu
kenna vit serliga úr sjónleikaralívinum, og øll kenna
rødd hennara úr útvarpi.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar ella
annað til novn@sos.fo
Rúni Djurhuus eigur nú Hotel Streym, sum eftir eina umbygging fyrst í komandi ári letur upp sum »Hotel Djurhuus«
Johan Michael Strøm,
Trongisvágur, andaðist
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
mikudagin 23. september,
80 ára gamal.
Ruth Sandoy, Sandi
andaðist á Áargarði
mánadagin 21. september,
79 ára gomul.
Fríði Karstensson
Christiansen, sonur
Sóleyð Christiansen og
Karsten Jensen, andaðist
í heiminum mánamorg
unin 21. september, 27 ára
gamal.
Elinborg Christiansen,
ættað av Húsum, bú
sitandi á Tjaldrafløtti
í Klaksvík, andaðist á
Klaksvíkar sjúkrahúsi
sunnudagin 20. septem
ber, 87 ára gomul.
Brynhild Hansen,
Miðvági, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin, 91 ára gomul.
Martina Gaard Joensen,
vanliga nevnd Dinna,
ættað úr Funningsfirði
búsitandi í Runavík,
andaðist fríggjadagin, 82
ára gomul.
Nina Mohr, fødd Anna
Kathrina Nolsøe,
ættað úr Vági, andaðist
mikudagin 16. septembur,
88 ára gomul. Tey, ið vilja
minnast Ninu, kunnu
lata Vágs kirkju eina
peningagávu, konta í pen
ingastovnunum.
Poul Nolsø, ættaður av
Krosslið í Vági, andaðist
týsdagin á Solhøj
Plejecenter í Hammel, 99
ára gamal.
Jastrid Hammer Olsen,
Haldórsvík, andaðist á
Mørkini mánadagin 14.
september, 80 ára gomul.
Gerda Poulsen, búsitandi
í Leynum, ættað úr Vejle,
Danmark, andaðist
leygarmorgunin 12.
september, 87 ára gomul.
Krista Poulsen, Vest
manna, andaðist á
Heiminum á Grønanesi
sunnukvøldið 13. sep
tember, 61 ára gomul.
Tey, ið vilja minnast
Kristu, kunnu lata eina
peningagávu á kontu í
Betri banka: 9181-153.630.5
- Peningurin verður latin
Skotarók.
Birgith Lucasdóttir
Clementsen, ættað úr
Skopun, búsitandi í Tórs
havn, andaðist sunnu
dagin, 73 ára gomul.
Mainar Klein, Vest
manna, andaðist leyg
ardagin á Heiminum á
Grønanesi, 78 ára gamal.
Aslaug av Rana, andaðist
fríggjadagin 11. septem
ber á Suðuroyar sjúkra
húsi, 92 ára gomul. Tey,
ið vilja minnast Aslaug,
kunnu lata Zarepta eina
peningagávu, konta í
peningastovnunum.
Jacolina Steen, fødd Pet
ersen, ættað av Tvøroyri,
búsitandi í Esbjerg,
andaðist fríggjadagin 11.
september, 77 ára gomul.
Karsten Holm, ættaður
av Tvøroyri, búsitandi
í Albertslund, andaðist
hóskvøldið, 76 ára gamal.
Jóan Petur Jensen, ætt
aður úr Kvívík, búsitandi
í Hvidovre, andaðist á
Hvidovre hospitali 10.
september, 63 ára gamal.
Tórolvur Samuelsen,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum 4.
september, 92 ára gamal.
Tey, ið vilja minnast
Tórolv við blómum ella
kransi, kunnu lata 'Trú
boðaragrunni Ebenezers'
eina peningagávu, konta
495.323.3 í Betri Banka.
Axel Petur Juel Ein
arson, nevndur Axel,
Reykjavík, tónlistamaður
og træsmiður, andaðist 5.
september, 73 ára gamal.
Axel var sonur Anthonu
Elisabeth Vilhelminu
Gunnarstein, nevnd
Anthona, ættað úr Vági
og Einar Guðni Sigurðson
úr Fáskrúðsfirði.
Eva Maria Kruse, fødd
Joensen, ættað úr Klaks
vík, búsitandi í Alberts
lund, andaðist á ellis
heiminum 6. septembur,
90 ára gomul. Jarðar
ferðin verður í stillum í
Albertslund.
Eyðfinn Jallgrím Atli
Durhuus, ættaður úr
Vestmanna, búsitandi í
Lyngby, andaðist á Møl
lebo Plejecenter í Lyngby,
sunnudagin 6. september,
82 ára gamal.
Charles Amaliel Jakob
sen, Saltangará, andað
ist 6. september, 59 ára
gamal.
Bergliot Petursdóttir
í Hoydølum, vanliga
nevnd Begga, ættað úr
Trongisvági, andaðist 6.
september, 93 ára gomul.
ANDLÁT