hósdagur 24. september 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
11
Marin Katrina gevst
Royndasti býráðs
limurin hjá Tjóð
veldinum í Tórshavn
ar býráð gevast nú í
kommunupolitikki
Á býráðsvalinum í Havn hesa
ferð verða nakrar kvinnur færri
at velja í.
Fyri nøkrum vikum síðani
boðaði Javnaðarflokkurin frá, at
tær báðar Halla Samuelsen og
Bjørghild Djurhuus, sum hava
umboða Javnaðarflokkin síðani
ávikavist 2008 og 2012 ikki stilla
uppaftur á valinum hesaferð.
Í vikuni visti in.fo at siga,
heldur ikki Marin Katrina Frýdal
verður millum valini á komandi
vali.
Marin Katrina Frýdal hevur
umboðað Tjóðveldi íbýráðnum
síðani 2004.
Men hetta er ikki ein avgerð,
hon hevur tikið brádliga.
Longu á valinum fyri fýra ár
um síðani, gjørdi hon nevniliga
av, at hetta skuldi vera tann sein
sta setan, sigur hon.
– Eg haldi ikki, at nakar eigur
ein sess í býráðnum og nú eg
havi sitið í sekstan ár, haldi eg, at
tað er nóg mikið, sigur hon.
– Nú er tíð upp á at finna
hurðina, og eg haldi, at tað hevur
stóran týdning, at vit ikki leggja
okkum á ein býráðsess, men eis
ini lata onnur, og yngri fólk, fáa
møguleikan. Tað hevur Havnin
og kommunan stórliga brúk fyri,
sigur Marin Katrina Frýdal.
Annars heldur hon ikki, at tað
er ikki frítt, at okkurt er komið
burtur úr hesi árini, hon hevur
verið í býráðnum, tí hon hevur
verið við til at fremja eina ør
grynnu av stórmálum.
Tær báðar fyrstu seturnar var
hon forkvinna í teknisku nevnd,
har hon sigur, at hennara
fremsta raðfesting var at fáa klo
akkviðurskiftini í rættlag. Eitt
úrslit av hesum, eru blómandi
trivnaðarøki í Vágsbotni og í
Nólsoy, sigur hon.
Bussleiðin var eisini hennara
hjartamál, har hon stóð fyri at at
skipa bøta um koyringina, og at
gera hana ókeypis at brúka.
– Onnur avrik, eg havi verið
við at fremja, er Skúlin á Argja
hamri, Boðanesheimið og, ikki
minst sjógvhitin, sum var eitt
tógvið, politiskt stríð, men sum
tíbetur eydnaðist at fáa framt,
sigur Marin Katrina Frýdal.
Musikkskúlin, skúlin á Fløt
um, brúgvin um Sandá, eru onn
ur mál, sum eru framd á hennara
vakt í býráðnum.
Hesa setuna hevur hon verið
forkvinna í byggi- og býarskip
anarnevndini, har hon sigur, at
bústaðarneyðin hevur verið
stórsta málið.
– Í hesum sambandi er ein bú
staðarpolitikkur gjørdur við
grundarlagi í eini tørvsmeting,
sum byggir á borgarafundundir
og spurnarkanningar. Í hesum
sambandi eru yvir túsund nýggir
bústaðir útvegaðir, eisini leiguí
búðir. Samstundis verða 160 bú
staðir útvegaðir í Stórubrekku,
sum verður ein nýggjur býlingur
í Hoyvík. Og harafturat er klárt
at fara undir Stórutjørn, sum
verður nýggi býlingurin í Hoy
vík.
Arkitektakapping hevur eisini
verið um, hvussu Vágsbotnur
skal skipast og í næstum verður
farið undir at gera hann til eitt
ordiligt trivnaðarøkið í høvuðs
staðnum.
Nøkur av hennara hjartamál
um hevur eisini verið at økja um
trivnaðin hjá fólki við grønum
økjum og lendisgøtum um alla
kommununa, og í so máta er
Havnin ein heilt annar býur í
dag, enn hann var fyri 15 árum
síðani, heldur hon.
Hon dylur ikki fyri, at tað er
krevjandi at vera býráðslimur, tí
fleiri og fleiri uppgávur verða
lagdar undir kommunurnar.
– So skal starvið sum býráðs
limur, serliga tá ið tú er for
kvinna í eini nevnd, røkjast til
lítar, verður neyðugt at fara nið
ur í tíð í tí borgarliga starvinum
og tað havi eg eisini gjørt, sigur
hon. Hon er eisini nevndarlimur
í Sev, og tað krevur eisini sítt,
leggur hon afturat.
Men tað er ikki tí, at eg gevist
nú. Eg havi aldrin ætla mær, at
býráðsarbeiðið skuldi vera eitt
lívsstarv og nú er stundin komin
at lata onnur fáa møguleikan,
sigur hon.
SJÚRÐUR OLSEN FER IKKI AFTUR Í BÝRÁÐIÐ
Í fleiri ár var hann vinnuprofilurin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar
býráð. Hann umboðaði flokkin frá 2000 til 2016 í býráðnum.
Sjúrður var ov stuttur á seinasta býráðsvali. Hesaferð stillar
hann ikki uppaftur. Eitt av hjartamálunum hjá honum vóru
havnarviðurskiftini í Havn, og stóð hann sum formaður í
havnarnenvdini fyri stóru verkætlanini, sum nú er í gongd.
Fýra ferðir er Marin Katrina Frýdal vald í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi.
Nú gevst hon í politikki og stillar ikki uppaftur. Hon gjørdist nummar tvey
á tjóðveldislistanum seinast við 468 persónligum atkvøðum
1
KLUMMA
VAGINA
Ja, »kært barn har mange
navne«, verður ofta sagt um
okkurt, sum er okkum kært
og er tað nokk ongin kropps
partur, sum hevur fingið so
nógv ymisk heiti sum tað
allarheilagasta staðið hjá
kvinn uni, nevniliga:
Vaginan
Har nýtt lív kemur til verðina.
Vegurin til nýtt lív og njóting.
Staðið, har ein so sterkur
máttur sum seksualiturin
hevur búgv og hugur, sum al
tíð er til staðar.
Tó verður hann ofta køvd ur
orsakað av elligamlari skuld
ar og skommkenslu og læru
setningum.
Frígering
At tora at vera forvitin er ein
veg ur til at læra seg sjálva bet
ur at kenna.
Hvat ger tað við náttúruna
hjá kvinnuni, tá hennara dýra
barasta, vakra og mystiska
stað verður fjalt?
Hvat er tað, sum liggur
aftan fyri slørið?
Kroppurin er okkara besta
njótils isljóðføri, um vit læra
okkum at spæla upp á tað.
Í nógvum ymiskum ment
an um er sjálvserotikkur sædd
ur sum nakað heilt natúrligt.
Ein natúrligur máti at kenna
og varða um sín kropp. Eisini
er tað ein vegur til at koma í
sam band við sín seksualitet og
finna útav, hvat fjalir seg í inn
asta njótilsisrúminum.
Í gomlu egyptisku skapan
arsøguni bleiv jørðin til við at
sólin elskaði við sær sjálvari,
ein vøkur mynd at hava huga.
Jómfrúgvin og Skøkjan
Hvat fyri fyrimyndir hava vit?
Nógvar elligamlar forð
ingar, sum okkara ment
an ararvur, moralur og ótti,
hava slóðað fyri at nakað so
naturilgt sum okkara seksual
it etur er vorðin eitt misskilt og
fjalt fyribrigdi.
Innan kristindómin er tann
heilaga jómfrúgvin Maria,
mamma Jesusar og tann væl
signaða skøkjan Maria Magda
lena, vinkona Jesusar, tvær,
sum uttan iva hava givið mest
íblástur til bæði listina og
sum kvinnuligar fyrimyndir.
Báð ar hava fingið síni heitið
eftir, hvussu tær reint seksuelt
vórðu sæddar.
Jómfrúgvin tann reina og
skøkjan tann vanvirda.
At vera tilvitaður um sín
egna seksualitet og kropp er
vegurin til nýtt lív.
At verða góður við sítt egna
undirlív og geva tí kærleika
og virðing kann vera við til
at ein kann seta seg frían frá
óskynsamun gomlum mynstr
um og søgum.
Kunnleiki er við til at fyri
byrgja og tryggja, at vit sum
menniskju kunnu taka sunn
og góð val fyri egnan kropp
frá byrjan til enda.
Kunnleiki gevur ræði á egn
an kropp og vilja.
VIVIAN
SJÓÐKLETT
Sexologur, pedagogur og
Kunstterapeutur
Kunstterapi.fo
Vakra Madonna