hósdagur 24. september 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
13
inum tveir sessir í býráðnum.
Heðin Mortensen misiti 131 at
kvøður og fekk 2.506.
Sambært kanningini hesa
ferð, so er stóri spurningurin,
um Heðin Mortensen aftur fer
at sláa metið. Flokkurin stendur
til eitt kanónval, og tað ger Heð
in Mortensen eisini.
Tjóðveldi fær toyggið
Sambært kanningini fær Tjóð
veldi toyggið frá veljarunum
hesaferð.
Í seinasta valskeiði kom vátt í
reiðrið millum Tjóðveldi og
Javnaðarflokkin í býráðnum.
Serliga millum Marin Katrinu
Frýdal og Heðin Moretensen.
Tað endaði við, at Tjóðveldi fór
úr samgonguni.
Tað var Tjóðveldi, sum gav
Anniku Olsen høvi at gerast
borgarstjóri, eftir at Annika
Olsen og Bogi Andreasen vegna
Fólkaflokkin høvdu skrivað und
ir samgonguavtalu við Javnaðar
flokkin og Sambandsflokkin um
at at skipa samgongu við Heðini
Mortensen sum borgarstjóra.
Tað er komið fram seinastu
dagarnar, at tveir profilar hjá
Tjóðveldinum ikki stilla uppaft
ur, Marin Katrina Frýdal og
Jógvan Arge, sum var seks at
kvøður ov stuttur seinast.
Eingin borgarstjóraeffekt
Heðin Mortensen er uttan líka
besta dømið um ta sokallaðu
»borgarstjóra-effektina«. Hann
hevur størri undirtøku persón
liga, enn allir hinir flokkarnir
hava hvør sær.
Men sambært veljarakann
ingini kunnu Fólkaflokkurin og
Annika Olsen ikki rokna við
somu effekt. Flokkurin gongur
fram sløk tvey prosent, sum tó
ongan mun ger, tí flokkurin sein
ast var um reppið at missa ann
an býráðssessin.
Gongur ongan veg
hjá Sambandsflokkinum
Sambandsflokkurin hevur havt
tað tungt í Tórshavnar býráð,
síðani Lisbeth L. Petersen legði
frá sær í 2000 og síðani Heðin
Mortensen varð koyrdur úr
flokkinum í 2004. Hon megnaði
at fáa flokkin upp um 26 prosent
og fýra býráðslimir. Men síðani
hevur tað bara gingið afturá –
sjálvt um fyrrverandi løgmaður
stillaði upp seinast, so hjálpti tað
heldur ikki. Og tað sær út til at
versna hesaferð, sambært kann
ingini.
So Annfinn Brekkstein skal
ikki vænta sær selskap í Sam
bandsflokkinum í Tórshavnar
býráð.
Framsókn fótað sær
Nýggjasti flokkurin í býnum,
Framsókn, sær út til at hava
fótað sær í Tórshavnar býráð.
Hóast flokkurin hevur sitið í
samgongu, so gongur tó skeiva
vegin. Kanska flokkurin ikki
hevur verið nóg sjónligur í bý
ráðnum, har hann átti at kunna
tikið kappingina upp við Fólka
flokkin um liberalu linjuna.
Hóast flokkurin gongur aftur,
so skal hann rokna við afturvali
– hann eru jú framman fyri Sam
bandsflokkin og stendur til at
fáa 11. mandatið í býráðnum.
Hann hevur í løtuni 10.
Statistiska óvissan til veljara
kannigina er 2.3 - 4.5%. Men
harumframt koma metodisk
ar avboðingar við at gera velj
arakanningar, og eru tær
størri til eitt býráðsval enn
eitt løgtingsval, sí niðanfyri.
Nakrar viðmerkingar um
avbjóðingar við at veljara
kanningar til kommunuval:
Royndir úr øðrum londum
vísa, at til kommunuval er
nógv truplari at gera veljara
kanningar, sum raka beint,
enn til landsfevnandi val.
Fleiri dømi eru, har veljara
kanningar hava rakt nógv við
síðuna av endaliga úrslitinum.
Fleiri orsøkir eru til hetta,
sum skal vera greitt frá niðan
fyri, og hvussu hesar orsøkir
gera, at veljarakanningar
kunnu blíva meira skeivar
enn vit eru von við.
Í Føroyum eru ikki so
nógvar royndir við veljara
kanningum til kommunuval,
men somu avbjóðingar mugu
væntast at vera í Føroyum.
1) Til býráðsval eru vanlig
atkvøðumynstur ikki gald
andi í sama mun sum til løg
tingsval, m.a. tí fleiri velja per
sónligt.
2) Til býráðsval eru nógv
fleiri sum avgera í síðstu løtu,
hvønn tey velja, tvs. tá kann
ingarnar til býráðsval verða
gjørdar eru fleiri sum enn ikki
hava avgjørt hvønn tey velja,
enn er galdandi til løgtingsval.
3) Ein týðandi partur av ar
beiðinum at gera góðar veljar
akanningar er vektingin, og
hon krevur at hava góð stat
istisk model, sum umfatar at
seta tey rætt saman og at
hava nøktandi data at stilla
modellið við. Tá vanlig at
kvøðumynstur ikki halda,
mugu modellini stillast øðr
vísi, men tá fáar kanningar
eru gjørdar til býráðsval, hev
ur man ikki nógvar royndir at
læra av og sum hava validerað
modellini. Man er noyddur at
taka nakrar kjansir.
4) At nógv fleiri velja per
sónligt umframt at fleiri av
gera í síðstu løtu, kann gera at
nógv broyta meining tá tey
standa á vallistanum og síggja
valevnislistan.
Til
eina
veljarakanning siga tey seg
velja sum tey plaga, men á
valstaðnum finna tey okkurt
annað.
5) At nógv fleiri velja per
sónligt og harvið ikki tað tey
plaga ger eisini, at fleiri enn
vanligt minnast ikki hvat tey
valdu seinast. Nøkur minnast
og upplýsa skeivt. Hetta
ávirkar vektingina og harvið
úrslitið av veljarakanningini.
Fólk øðrvísi til kommunuval enn til
løgtingsval
Truplari at kanna
kommunuval
Heðin er valdur 12 ferðir
• Hetta verður 13. ferðin, Heðin Mortensen verður valdur í
Tórshavnar býráð. Hann er valdur í 1972, 1976, 1980, 1984,
1988, 1992, 1996, 2000, 2004, 2008, 2012, 2016 og »kanska"
aftur í 2020.
• 1972-1984 fyri Uttanflokkalistan
• 1988-2004 fyri Sambandsflokkin
• 2008-2020 fyri Javnaðarflokkin
NAN MEIRILUTA
Sambært kanningini hjá spyr.fo henda stórar forskjótingar á býráðsvalinum í Havn – sum tó bara ávirka tveir
flokkar: Javnaðarflokkurin fær helmingin av býráðssessunum hjá Tjóðveldi og fær einsamallur meirilutan í
Tórshavnar býráð