Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 14 Havnarfólk vilja hava gamla borg­ ar­stjór­an aftur til róðrið EIRIKUR LINDENSKOV Sambært kanningini hjá spyr.fo, so er eingin ivi um, hvønn havnarborgarar vilja hava sum borgarstjóra. Í kanningini eru fólk biðin hum at nevna, hvønn tey vildu havt til borgarstjóra. Hóast tað er lætt at seta nøvn á borg­ar­ stjór­a­evni hjá Fólkaflokkinum og Javn­aðarflokkinum, so er tað verri hjá hinum flokkunum. Tí eru fólk biðin um at nevna eitt navn. Hesum hava 65% av teim­ um spurdu svarað, og tí er ó­vissan tað størri og skal úrslitið tak­ast við størri fyrivarni, enn kann­ingin annars. Men sambært kann­ingini er púra greitt, at fólk­ ið í Tórshavnar kommunu vil hava Heðin Mortensen aftur til róðr­ið í høvuðsstaðnum. 53,2 prosent siga, at Heðin Mort­ensen skal vera borgarstjóri. Annika Olsen, borgarstjóri, fær undirtøku frá 15,5 pro­sent­ um, og Gunvør Balle, vara­borg­ar­ stjóri hjá Tjóðveldi, fær undi­r­ tøku frá 6,2 prosentum. Tróndur Sigðursson hjá Javnaðarflokkin er framman fyri varaborgarstjórin, tí 9,7 prosent siga, at tey vilja hava Trónd Sigurðsson til borgarstjóra. Nummar fimm er Annfinn Brekkstein úr Sam­bands­flokk­i­ num, sum fær undirtøku frá 1,7 pro­sent­um at gerast borgarstjóri. Veljarakanning FÓLKAFLOKKIN SAMBANDSFL. JAVNAÐARFL. TJÓÐVELDI FRAMSÓKN IKKI VALRÆTT Í TK VAR IKKI Á VALI MINNIST IKKI Fólkaflokkin 45% 11% 6% 4% 4% 18% 3% Sambandsflokkin 6% 39% 2% 5% 3% Javnaðarflokkin 9% 19% 73% 14% 6% 30% 8% 13% Tjóðveldi 2% 2% 48% 3% 14% 3% Framsókn 2% 1% 2% 49% 9% 3% Annan 2% 2% 8% Fari ikki á val 1% 1% 3% 22% Veit ikki 24% 27% 15% 27% 40% 17% 38% 60% Búgvi ikki longur í TK 10% 4% 1% 2% 25% 8% 5% N = 82 26 168 126 36 23 12 27 53,2% VILJA HAVA HEÐIN TIL BORGARSTJÓRA NEVNA EITT NAVN 65,0% Heðin Mortensen 34,6% 53,2% Annika Olsen 10,1% 15,5% Tróndur Sigurðsson 6,3% 9,7% Gunvør Balle 4,0% 6,2% Annfinn Brekkstein 1,1% 1,7% Nevna bara hvønn tey ikki vilja hava 6,4% Harav 5,2% ikki vilja hava Anniku, og 1,4% ikki vilja hava Heðin. Nøkur vilja hvørgan hava 53,2% 15,5% 9,7% 6,2% 1,7% Hetta eru toppskorararnir í kanningini at gerast borgarstjórar í Havn. Tølini skulu takast við størri fyrivarni enn kanningin annars, tí bara 65 prosent av teimum spurdu hava svarað, tá tey verða spurd, hvønn tey vilja hava til borgarstjóra 53,2% 15,5% 9,7% 6,2% 1,7% Heðin Mortensen Annika Olsen Tróndur Sigurðsson Gunvør Balle Annfinn Brekkstein Flytimatrisan vísir, hvønn fólk valdu seinast í mun til hvønn tey velja hesaferð.