hósdagur 24. september 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
15
Til lukku við Útnorðurdegnum
Guðjón S. Brjánsson,
formaður fyri Útnorðurráðið
Henrik Old,
1. næstformaður fyri
Útnorðurráðið
Vivian Motzfeldt,
2. næstformaður fyri
Útnorðurráðið
Í dag, 23. september, hátíðarhalda
grannalondini í útnorði, Føroy
ar, Grønland og Ísland, Útnorð
urdagin. Henda dag varpa vit ljós
á tað góða samstarvið í útnorði
við tiltøkum í øllum trimum
londunum. Dagurin bjóðar okkum
eisini at eggja til alsamt tættari
samstarv í útnorði og at kveikja
áhugan fyri mentan og samfelagi
hjá hvørjum øðrum.
Útnorðurráðið hátíðarheldur
eisini 35 ára stovningardag. Frá
fyrsta degi hevur ráðið verið
karmur um tætt samstarv millum
fólkavald umboð úr Føroyum,
Grønlandi og Íslandi.
Limirnir í ráðnum hava knýtt
tøtt bond og hava gjøgnum ráð
stevnur, fundir og tiltøk ognað
sær týðandi vitan um og fatan av
felags avbjóðingunum í teimum
trimum londunum.
Okkara samhaldsfesti og fel
ags uppfatan styrkir okkum og
gevur okkum møguleikan at orða
okkum í felag. Hóast Føroyar,
Grønland og Ísland eru lítlar
tjóðir, liva vit í einum stórum og
týdningarmiklum øki. Okkara
felags hugburður til umráðandi
mál sum veðurlagsbroytingar og
Arktis kunnu hava avleiðingar
kring allan heimin, og saman
kunnu vit seta okkara dám á al
heims dagskránna.
Okkara ungu eru okkara
framtíð. Tí er umráðandi, at okk
ara ungu eru fyrireikað at lyfta
komandi avbjóðingar. Útnorður
ráðið vil tí í næstum leggja dent
á framtíðarvánirnar hjá ung
dóminum. Ráðið vil serliga taka
atlit til umstøðurnar hjá ungum
í útjaðaranum og hvussu tey
verða javnsett við ung í miðstað
arøkjunum.
Hetta farna hálvárið hevur
verið øllum ein avbjóðing, og
ferðaavmarkingar hava skert
okkara møguleikar at vitja
hvønn annan. Vit viðurkenna og
virðismeta eldhugan hjá teim
um, ið hava tryggjað, at sam
starvið millum Føroyar, Grøn
land og Ísland hevur hildið áfram
hóast avmarkingarnar vegna
koronavirus. Tær eldsálir eyð
kenna sterka samanhaldið í út
norði.
Vit ynskja føroyingum, grøn
lendingum og íslendingum til
lukku við Útnorðurdegnum og
eggja øllum at hátíðarhalda dagin
við serligu tiltøkunum, ið verða
hildin í okkara londum.
Styrkt
gongubreytatoymi
Gunvá við Keldu
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin
í Klaksvíkar Býráði
Komandi býráðssetu eiga vegir,
gongugeilir- og breytir at verða
uppraðfest, bæði við manning
og játtan. Síðani seinnu helvt
av 90’unum hava vit havt eitt
gongubreytatoymi, sum hevur
virkað væl. Hóast hetta øki er
vorðið meiri og meiri ovbyrjað,
hevur tað ikki fingið lut í
fíggjarvøkstrinum
Tað var í 1997, at býarverk
frøðingurin Heri Hammer,
saman við borgarstjóranum,
vóru á vitjan í Íslandi. Henda
ferð kom í lag í sambandi við
ætlanirnar um fast samband
um Leirvíksfjørð, Norðoya
tunnilin. Á ferðini løgdu teir
eisini til merkis, hvussu tey
skipaðu seg við viðlíkahaldi
av býnum, har fólk burturav
vórðu sett til at taka sær av
gongubreytum og -geilum.
Hetta átak varð lagt fyri polit
isku skipanina í Klaksvík og við
góðari undirtøku, varð tað sett
í verk.
Nógvu fyrstu árini vóru tað
Trygvi Ragnarsson og Orla Pet
ersen, sum myndaðu gongu
breytatoymið. Eg minnist ein
dagin, sum borgarstjóri, at eg
var á veg inn í býráðshúsið og
sá Trygva liggja á knæ og bøta
um vakra steinsetta túnið. Eg
sigi við hann: Nú, Trygvi, er
nakað skil í? Hann svaraði: -
Ja, eg dugi so betri mítt arbeiði,
enn tú dugir at binda.
Júst tá hevði sending verið í
KvF, kallað, ”Tvey ættarlið”, har
eg, spurd um míni frítíðarítrív,
hevði svarað, at í hondarbeiði
var eg ongin ørn. Hesir báðir
fryntligu menn, ið báðir fóru
alt ov tíðliga, løgdu nógvar
kreftir í gongubreytatoymið.
Síðani hava Líggjas Hansen,
Hildebrand Andreassen og
Jan Simonsen verið partar av
gongubreytatoyminum. Í dag
hava Hildebrand og Jan ábyrgd
ina og gera eitt gott arbeiði. Tað
hevur fyri tað mesta verið í
nýggjum økjum, arbeiðini hava
verið framd, hetta hevur havt
við sær, at nógv eftirdrag er á
eldru økjunum vegna vantandi
uppraðfesting fíggjarliga og
viðvíkjandi manning.
Ein vøkur
kommuna eigur
at vera betri
viðlíkahildin
Vit hava alt ov nógv øki, ið líða
undir vantandi viðlíkahaldi og
harvið skemma okkara vøkru
kommunu. Seinastu árini
hava vit upplivað metstóran
inntøkuvøkstur, takkað verið
borgarunum og vinnulívinum.
Hetta hevur tíverri, ikki sæst
aftur í nóg stóran mun, í játt
anum til viðlíkahald av bygn
ingum, vegum, gongugeilum og
-breytum.
Manglandi viðlíkahald hev
ur við sær, at vit øll gerast
meiri líkasæl. Bygningar og
vegir fella í órøkt, meiri órudd
er at síggja, nógvir bilar uttan
nummarspjøldur standa á
almennum parkeringsplássum
o.s.fr.
Mítt uppskot er, sum eg
eisini havi roynt at framt í
verki sum býráðslimur, at vit
miðvíst seta meiri pening av í
2021, 2022 og 2023, so tekniska
økið fær rúmsáttari umstøður
at arbeiða við hesum so krevj
andi máli.
Tíðin er komin, har viðlíka
hald, reinhald og fríðkan fáa
størri lut í fíggjarliga vøkstr
inum.
Aldursmarkið má avtakast
– um vit skulu tosað um eitt Demensvinarlig samfelag
Tordur J. Niclasen
Eiði, tann 24. September 2020
Tá eldraøkið í 2015 varð lagt út,
fingu kommunurnar ábyrgd av
teim, ið eru 67ár og eldri.
Almannaverkið ábyrgdina av
stuðultænastuni til teirra millum
18-66 ár.
Nógvar kommunur hava lagt
stóra orku í, at veita tænastur í
mun til tørvin.
Verri stendur til við tilboðum á
hesum øki, ið Almannamálaráðið
hevur ábyrgd av. Tað er tíanverri
”sjón fyri søgn”
Fyri nøkrum árum síðan, sá ein
verkætlan “Demensur í Føroyum
– nú og í framtíðini”, dagsins ljós.
Hendan verkætlanin var gjørd
af fakfólki, sum starvaðust bæði
innan primeru og sekunderu
heuilsutænastuna í Føroyum.
Í fororðinum til hesa ætlan,
verður m.a. sagt:
“Komandi árini verður demens
sjúkurnar ein avbjóðing fyri
samfelagið, tí framskrivingar av
hagtølum vísa, at tað verða væl
fleiri føroyingar við demens sjúku,
enn tað eru í dag. Avbjóðingin
liggur í, at fáa politisku skipanina,
fakfólk og avvarðandi at taka
felags tøk á somu leið, soleiðis, at
skapast kunnu tey neyðugu korini
fyri hesi fólk, ið rakt verða.
Loksins í fororðinum til hesa
verkætlan verður sagt “ Ein ætlan
ger einki einsamøll, men krevur
eisini ein vilja og eina megi til at
seta í verk tey átøk, sum eru neyð
ug fyri at skapa bestu umstøður..”
Størsta forðingin fyri, at nakað
munagott er hent fyri tey, ið eru
yngri enn 67 ár, er aldursmarkið!
Hetta mark ger, at hesi, ið rakt
verða, ikki eru fevnd av tænastuni,
ið kommunurnar veita – og tað er
ein stórur trupuleiki, bæði fyri
tann sjúka og avvarðandi hansara.
Banka uppá – uttan úrslit
Fleiri dømi eru tíanverri um
hvussu avvarðandi “banka uppá
ein hurð fyri og aðra eftir” fyri at
fáa nøktandi hjálp – uttan úrslit.
Ja, konan var ikki 50, tá demens
sjúkan gjørdi vart við seg – og
skuldi tað ganga meir enn 10 ár,
áðrenn ein nøktandi og virðilig
hjálp var veitt teimum.
Eisini er dømi um persón yngri
enn 67 ár(ikki fólkapensjónistur)
sum í uml eitt ár var innlagdur á
LS - eftir at viðkomandi var lið
ugt viðgjørdur. Orsøkin, fyri hesi
óvirðuligu støðu viðkomandi
var komin í, skyldaðist, at hann
ikki hevði nátt pensjónsaldur, og
sostatt fall uttanfyri reglurnar um
upptøku til búpláss á ellis-og røkt
arheimum og eldrasambýlum hjá
kommununum.
Í løgtingslóg nr. 19 frá 2014 um
heimatænastu, eldrarøkt v.m.
verður í § 14, stk 2 sagt: “Í serlig
um føri kann røktarheim ella
eldrasambýli eisini hýsa øðrum
røktarkrevjandi persóni enn
fólkapensjónisti”.
Hóast hesar lógarfestu áset
ingar, so kemur tað, mær vitandi,
næstan ikki fyri, at nakar sum ikki
er fólkapensjónistur fær pláss
á ellis-røktarheimi – uttan so, at
Almannaverkið hevur játtað at
gjalda fyri uppihaldið. Og tað er
júst hetta – hvør skal gjalda – sum
ger at skipanin er so stirvin og í
mongum førum “ómenniskjalig”
mótvegis teim, sum hava tørv og
eru yngri enn 67 ár. Tað gest eitt
stríð um pening, har tann dem
ensrakti og avvarðandi hansara
liggja í klemmu og mega gjalda
prísin. Hetta er bæði óvirðiligt og
ómenniskjaligt!
Politiski mynduleikin hevur í
mong ár verið vitandi um hendan
trupuleika og verður í Marka
mótaskjalinum, sum sá dagsins
ljós 30. maj 2016 beinleiðis sagt um
aldursmarkið:”Almannamálaráðið
kannar, hvussu stuðulstænastan
kann gerast óheft av aldrinum og
hvørjar avleiðingar eru av hesum”.
Endi má nú fáast á hesi ótolandi
og mannminkandi støðu, sum so
mong sjúk og avvarðandi teirra
stríðast við hvønn einasta dag.
Míni ráð eru at ALDURS
MARKIÐ MÁ AVTAKST SUM
SKJÓTAST – og kommunurnar
fáa hendan partin av stuðulstæn
astuni at umsita. Sjálvandi skulu
tær so hava fulla afturbering
frá landinum fyri hesa týðandi
nýggju tænastau, tær tá koma at
hava ábyrgd av.
Í samgonguskjalinum hjá sit
andi samgongu verður m.a. sagt
“Føroyar verða skipaðar sum eitt
demensvinarligt samfelag”
Skal hesin setningur náðast, so
má vilji nú vísast í verki. T.v.s. at
neyðugur peningur til endamálið
verður settur av á komandi fíggj
arlóg!
Viðmerkingar