hósdagur 24. september 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
16
EYÐUN KLAKSTEIN
H
annis Martinsson
man vera millum
kendastu fiktivu
persónar í Føroyum,
og ivaleyst eru eisini mong, ið
kenna William Hammer.
Hannis og William eru
høvuðspersónar í krimisøgum,
sum Jógvan Isaksen hevur
skrivað. Higartil hevur hann
skrivað 10 bøkur við Hannisi og
6 bøkur við Williami og hansara
skansadeild.
Nú fara Hannis og William
at hittast í somu krimibók, tí
Jógvan Isaksen situr júst nú
og leggur seinastu hond á eina
krimisøgu, har bæði Hannis og
William eru høvuðspersónar.
Hetta er fyrstu ferð, at Hannis og
William hittast í einari krimibók.
– Onkur hevur nevnt hendan
møguleikan, at Hannis og
William skulu vera við í somu
søgu, og eg havi hugsað um tað
í eina tíð. Nú skrivi eg so eina
søgu, har báðir eru við, sigur
Jógvan Isaksen.
– Pultispælið verður størri,
tá ið tú skalt fylgja tveimum
linjum, sum av og á krossast,
men stundum fara hvør sín veg.
Hetta er í grundini meira krevj
andi, enn eg hevði ímyndað mær
frammanundan. Eg byrjaði at
skriva í summar og hevði roknað
við, at eg var liðugur nú, men
eg má helst brúka ein mánað
afturat at fáa søguna lidna, sigur
hann.
Byrjaði av tilvild
Jógvan Isaksen, sum er lektari í
føroyskum bókmentum á lærda
háskúlanum í Keypmannahavn,
hevur síðani sjeyti árini verið
virkin rithøvundur, og hann
hevur skrivað fleiri enn fimmti
bøkur. Nógvar av bókunum
eru um bókmentir, listafólk og
mentan, men í breiðu fjøldini
er Jógvan Isaksen helst best
kendur fyri krimibøkurnar, sum
hann byrjaði at skriva – mest
sum av tilvild – í 1990.
– Mær hevur altíð dámt væl
at lisið krimibøkur og havi lisið,
síðani eg var smádrongur, men
tað var av tilvild, at eg fór at
skriva krimi. Eg fekk eina teldu,
sum hevði floppy disk, og fólk
høvdu sagt mær, at tað var stór
ur vandi fyri at missa tilfarið.
– Tí tordi eg fyrstu tíðina ikki
at skriva mítt ordiliga tilfar á
telduna, tí eg stúrdi fyri at missa
tað. Eg helt fram at skriva á
skrivimaskinu, men fyri at læra
meg at brúka telduna, byrjaði
eg at skriva eina krimisøgu.
Ætlanin var als ikki at skriva
eina skaldsøgu, men tað kom ein
kapitul fyri og annar eftir, og eg
mundi vera komin í helvt, tá ið
tað gekk upp fyri mær, at her var
ein bók á veg. Eg upplivdi tað
sum eina fullkomna tilvild, at eg
skrivaði »Blíð er summarnátt á
Føroyalandi«, sigur Jógvan Isak
sen.
Hannis Martinsson var
høvuðspersónur í hesari fyrstu
krimisøguni, og hann er síðan
vorðin landskendur sum tann
váttligi blaðmaðurin, sum dugir
at loysa fløktar krimigátur.
Samanlagt eru 10 bøkur við
Hannis Martinsson.
Í 2012 skrivaði Jógvan Isak
sen fyrstu bókina um William
Hammer og sonevndu Skansa
deildina. Nú var ein nýggjur
høvuðspersónur
komin
í
krimisøgurnar hjá Jógvani, og
samanlagt eru seks bøkur við
Williami Hammer.
Paranoia
Jógvan Isaksen skrivar nú
nýggja krimibók, ið hevur ar
beiðsheitið »Paranoia«. Tað ser
merkta og spennandi við hesari
bók er, at nú hittast Hannis
Martinsson og William Hammer
umsíðir í somu bók.
Jógvan Isaksen hevur áður
nevnt hetta hugskotið í samrøðu
við Sosialin, og nú ger hann
álvara av tí, hóast hann hevði
síni ivamál um tað.
– Eg havi ivast í, hvussu eg
skuldi fáa tað at rigga. Eitt nú
eru manningarnar á politi
støðini ymiskar í søgunum um
Hannis og William, men av tí,
at tað er aldursmunur millum
teir, fái eg tað at passa soleiðis,
at útskifting hevur verið í
politinum seinnu árini. Onkur
er pensjóneraður, onkur farin í
annað arbeiði, og onkur er deyð
ur. Tí verður tað manningin úr
bókunum um William, sum man
na politistøðina í nýggju søguni,
men aðrir kenningar hjá Hannisi
eru við í søguni.
– Eg skrivi um Hannis í fyrsta
persóni og um William í triðja
persóni. Eg skifti ímillum teirra
sjónarhorn, sum tað passar best
fyri søgugongdina. Hetta er øðr
vísi enn vanligt, tí eg eri vanur
skriva við at skriva um báðar
í fyrsta persóni, sigur Jógvan
Isaksen.
– Eg umhugsaði at skriva um
báðar í fyrsta persóni, men eg
stúrdi fyri, at eg fór ikki at duga
nógv væl at skilja ímillum teir, at
teir fóru at líkjast ov nógv, hóast
teir eru sera ymiskir. Tí valdi eg
hesa loynsina, sigur hann.
»Rache auf der tiefe des
meeres«. Tað er heitið á
krimibók, sum í vikuni kom
út á týska marknaðin.
Hetta er krimisøgan
»Hevndin úr havsins dýpi«,
sum Steintór Rasmussen
skrivaði, og sum nú er út
givin á týskum máli.
»Hevndin úr havsins dýpi«
er partur av sonevndu bindi
klubbarøðini, sum er krimi
røð við fimm bókum. Tann
fyrsta bókin var »Deyðin fer
í bindiklubb«, sum kom út í
2016, og tann seinasta bókin,
sum kom úr í fjør, var »Ein er
tíðin at liva«.
»Deyðin fer í bindiklubb«
var týdd til týskt og útgiv
in í fjør. Hon hevði heitið
»Hass stirbt nie«. Nú kemur
so onnur bókin út á týskum
máli. Tað er Martin Schür
holz, sum hevur týtt bøkur
nar til týskt.
– Eg kann ikki annað enn
vera eitt sindur errin av
hesum, men ikki minni takk
samur fyri, at hetta hevur
borið á mál, sigur Steintór
Rasmussen á facebook
vanganum.
Steintór Rasmussen er
sera virkin høvundur, og
hann gav í heyst út bók við
søgum og krimigátum til
familjuna. Bókin kallast
»Mín gløggi vinur«. Í bókini
eru 77 stuttar krimisøgur,
sum fylgja álmanakkanum.
Eydna J. Steinberg hevur
gjørt tekningar til bókina.
Steintór
verður
lisin á
týskum
Onnur krimibókin hjá
Steintór Rasmussen er nú
útgivin á týskum máli
Jógvan Isaksen hevur skrivað 16 krimibøkur um
Hannis Martinsson og William Hammer hvør
sær, men nú verða báðir við í nýggjari krimibók.
Hetta gevur høvundanum nýggjar avbjóðingar,
tá ið hann skal snikka saman krimisøguna
NÚ HITTAST
NÚ HITTAST
HANNIS OG
HANNIS OG
WILLIAM
WILLIAM