hósdagur 24. september 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
17
Í vikuni vóru tveir málningar
eftir Samuel Joensen-Miki
nes seldir á uppboðssølu í
Danmark, og annar máln
ingurin fór væl upp um met
ingina.
Tann dýrari málningurin
var ein øðrvísi og litríkur
málningur av grindadrápi.
Mikines hevði málað við olju
máling á krossvið, og støddin
á málninginum var 67 x 105
sentimetrar.
Metingin hjá uppboðs
søluhúsinum Bruun Ras
mussen var, at málningurin
var verdur millum 80.000 og
100.000 krónur.
Tá ið hamarin fall, var
boðið 130.000 krónur. Aftur
at tí koma gjøld og avgjøld,
so at keyparin skal gjalda
nakað oman fyri 200.000
krónur fyri málningin.
Bæði seljari og keypari eru
ónevndir.
Ein annar málningur hjá
Mikinesi var eisini seldur
hendan sama dagin. Tað var
ein oljumálningur av illveðri
í Mykinesi. Støddin var 55 x
70 sentimetrar, og metingin
var millum 40.000 og 50.000
krónur. Málningurin varð
seldur fyri 48.000 krónur
umframt gjøld og avgjøld.
Málningar hjá Mikinesi
verða javnan seldir á upp
boðssølu í Danmark, og
vanliga er áhugin stórur at
keypa.
Hesin málningurin hjá Mikinesi var í vikuni
seldur á uppboði í Danmark
Mikines
seldur á
uppboði
Øðrvísi málningur av
grindadrápi fór langt
upp um metingina
Brennidepilin
Søgan í nýggju bókini gongur
sum vant fyri seg í Føroyum,
sum eru meira áhugaverdar hjá
stórveldunum enn nakrantíð.
USA, Russland og Kina sýna øll
størri áhuga fyri Føroyum, nú
økið kring Arktis fær alt størri
týdning.
– Føroyar eru í brennidepli
num sum ongantíð, tí vit liggja
so væl fyri strategiskt. Siglingar
farleiðin norðan fyri Russland er
opin alt størri part av árinum, og
tað hevur við sær skipaferðslan
úr eystri til Europa kann fara
norðurum, og tað hevur við
sær, at øll hendan ferðslan skal
fram við Føroyum. Tað hendir
nógv rundan um okkum og hjá
okkum, og tað kann geva fólki
eina paranoida kenslu. Tað er í
hesum umhvørvi, har Føroyar
eru spælipláss hjá øllum hugs
andi kreftum, at nýggja søgan
gongur fyri seg, sigur Jógvan
Isaksen.
Krimibókin kemur út seinni í
ár, og verður sum vanligt, verður
hon bestseljari til jóla. Og so er
spurningurin, um Jógvan Isak
sen kundi hugsað sær at roynt
nakað nýtt í komandi tíðum.
– Eg havi hugsað um ein
kvinnuligan høvuðspersón.
Bókmentasøgan vísir, at menn
kunnu saktans skriva um kvinn
ur og kvinnur um menn, bæði
tá ið tað snýr seg um vanligar
skaldsøgur og krimisøgur. Men
nú fáa vit at síggja, sigur Jógvan
Isaksen.
Fyrst sleppa vit at uppliva
eina krimisøgu, har bæði Hannis
Martinsson og William Hammer
vera partur av søgugongdini.
FAKTA
Jógvan Isaksen er 68 ára gamal og úr Havn – bæði
foreldrini vóru ættað úr Gøtu – og síðani 1970 hevur
Jógvan verið búsitandi í Danmark. Síðani 1986 hevur
hann verið lektari í føroyskum bókmentum og máli á
Københavns Universitet. Jógvan Isaksen hevur síðani
sjeyti árini skrivað bøkur – nógvar um bókmentir
og list – og samanlagt hevur hann skrivað 53 bøkur.
Síðani 1990 hevur Jógvan Isaksen verið kendur sum
krimihøvundur.
– Pultispælið
verður størri,
tá ið tú skalt
fylgja tveimum
linjum, sum av og
á krossast, men
stundum fara
hvør sín veg, sigur
Jógvan Isaksen