Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 20 STEINAR PATURSSON R egin Winther Poulsen ar­beið­ir hvønn dag fyri The Stream, sum er ein aktuelt send­ ing hjá enska partinum av Al Jazeera. Sendingin er fýra ferð­ ir um vikuna, og uppgávan hjá Regini Winther Poulsen er at gera research til tvær av send­ ing­un­um. – Arbeiðið er upp á tann mát­an, at eg geri research til sendingina. Vit hava fýra send­ ingar um vikuna, har eg eigi tvær av teimum, og av og á skal eg eisini finna gestir til sendingina. –Innihaldið í The Stream er ofta aktuel tíðindi, sum vit fara í djúpdina í. Eg kann nevna eina sending, sum vit høvdu í vikuni, sum snúði seg koronusmittuna í India, og hvussu fólk hava álit á koronu­vaccinu í USA. Vit hava havt sendingar um amerikanska valið, vit hava havt eina sending um gransking innan psykedelisk stoff­ir sum heilivág til sálarliga sjúk, sigur Regin Winther Poul­ sen um breiða innihaldið, og legg­ur aftrat, at í næstum verður farið undir eitt samstarv við ST Aðal­fundin í New York. – Tað spennir vítt, og sjálvur føli eg, at eg læri eina rúgvu. Vit hava tveir dagar ella hálvan annan dag at grava djúpt í eitt evni, og so skulu vit lata fýra síður av notatum og greinum til vertin, sum so hevur tveir tímar at fyrireika seg. At arbeiða fyri ein tíðindabera sum Al Jazeera í USA krevur nógv, og tað er einki, sum eitur ikki at lata inn til tíðina. – Amerikanar hava eina ógvis­ liga arbeiðsmentan. Tú arbeiðir altíð. Eg havi eina dead­line annan hvønn dag, og eg ar­beiði, til eg eri liðugur. Tú fært ikki yvirtíð fyri tað. Upp á tann mátan er mentanarmunurin nokk so stórur, sigur Regin Winther Poulsen og sipar til tíðina heima í Føroyum, har hann hevur arbeitt í Kring­varpi­num, í Sosialinum og á Portali­num. – Al Jazeera er eisini ein ógvi­ liga international redaktión. Redak­tiónin, sum eg arbeiði á, er ikki ovurstór, men hon er størri enn ein vanligur redaktións­ fundur í Føroyum ella í Íslandi. Og so er hon eisini international, vit hava 13 ymiskar tjóðskapir á okkara toymi. Tað er stuttligt, og tú lærir nógv av tí eisini. Útlitini vóru góð - so kom korona Regin Winther Poulsen er út­búgvin journalistur frá Columbia School of Journalism, og tá hann fór undir lesnaðin har, vóru útlitnini fyri at fáa starv eftir lokið prógv góð. Skúl­in skipar við skúlaársenda á hvørjum ári fyri stórari starvs­stevnu, ið telist millum størstu starvsstevnur innan journalistik í heiminum. Undan koronu­farsóttini høvdu næm­ ing­arnir fingið at vita, at útlitini fyri at fáa starv vóru heilt góð. Amerikanski búskapurin koyrdi við fullari ferð, og harumframt var val í hondum, og væntast kundi, at redaktiónirnar kring USA fóru at hava brúk FRÁ COLUMBIA UNIVERSITY TIL AL JAZEERA Regin Winther Poulsen gjørdist í summar útbúgvin journalistur á víðagitna Columbia School of Journalism í New York, og eftir lokið prógv fekk hann arbeiðið hjá einum av heimsins størstu tíðindaframleiðarum, Al Jazeera. Tað er hart, men gevandi, arbeiði, sigur Regin Winther Poulsen, sum eins og allir aðrir amerikanskir journalistar í løtuni fyrireika seg til eitt tað harðasta forsetavalið í mannaminni Amerikanar hava eina ógvisliga arbeiðsmentan. Tú arbeiðir altíð