hósdagur 24. september 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
21
fyri avloysarum, tí vanligu
journalistarnir skuldu taka sær
av valdekninginum.
Men so kom korona.
– Tað gingu tvær vikur, so
fóru útlitini frá, at øll fingu
arbeiði, til vit fingu at vita, at
tað nokk fór at ganga nakað av
tíð, áðrenn nógv okkara fingu
arbeiði, sigur Regin Winther
Poulsen.
Starvsstevnan helt fram sum
ein netstevna, og næmingar
nir høvdu, sum vera man, ikki
tær stóru vónirnar. Orsakað
av óvissuni kring koronu
farsóttina, høvdu so at siga
allar redaktiónirnar eitt so
kallað "hiring freeze" - forboð frá
leiðsluni fyri at seta fólk í nýggj
føst størv.
Regin Winther Poulsen fekk
kortini eitt prát við fleiri stórar
miðlar, og hjá Al Jazeera bar á
mál.
– Eg kom til samrøðu, og tað
gekk øgiliga væl. Eg hevði ikki
havt nakran kjans, hevði eg ikki
havt eina tílíka útbúgving, sig
ur Regin Winther Poulsen og
sipar til, at hann sat til samrøðu
umvegis Columbia School of
Journalism.
– Men eg havi eisini lisið
arabiskt í Jordan í eitt hálvt ár, og
eg búði har í eitt gott ár. Eg havi
búð í Íslandi, so eg tosi íslendskt.
Og føroyingar geva sær ikki far
um, at sum føroyingur tosar tú
føroyskt, danskt og enskt, og tú
skilir svenskt og norskt. Og eg
rokni við, at málførleikarnir var
ein av orsøkunum til, at eg fekk
starvið - út yvir journalistisku
eginleikarnar og royndirnar.
Av tí at eisini Al Jazeera hevði
setanarsteðg, gjørdist talan um
ein freelance sáttmála á tríggjar
mánaðir, ið sendingin, har Regin
Winther Poulsen arbeiðir fyri,
kundi gjalda úr egnum budgetti.
Tann sáttmálin er nú eisini
longdur fram til nýggjárs.
Hevur ikki møtt sínum
starvsfeløgum
Regin Winther Poulsen fór í
starv hjá Al Jazeera í summar -
mitt í koronutíð. Tað hevur eisini
sett sín dám á arbeiðið, tí New
York hevur stundum verið so at
siga afturlatin vegna smittuna.
Harumframt er høvuðssætið hjá
Al Jazeera í Washington verið
afturlatið, og Regin Winther
Poulsen hevur tí ikki møtt øllum
starvsfeløgunum.
– Eg havi møtt onkrum, sum
býr her í New York. Men tey
flestu eru í Washington, tí har
er høvuðssætið. So eru nógv,
sum hava búð í Washington,
Vit kunnu ikki
møtast. Al Jazeera
hevur stongt -
eingin sleppur inn.