hósdagur 24. september 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
22
men sum eru farin aðrastaðni
- kanska heim til familju, sigur
Regin Winther Poulsen og legg
ur aftrat, at tað kunnu tey, tí
neyðugt er við fjararbeiði.
– Vit kunnu ikki møtast. Al
Jazeera hevur stongt - eingin
sleppur inn.
Hóast Regin Winther Poulsen
ikki hevur møtt starvsfeløg
unum hjá sær, hevur hann kort
ini havt nógvar redaktiónsfund
ir við teimum umvegis netið, og
kenslan er, at hann kennir tey
longu væl. Fatanin er, at tey
eru ímøtikomandi, blíð og hart
arbeiðandi fólk.
– Men annars er tað undarligt.
Tá tú ert á einum arbeiðsplássi,
hevur tú kaffipausur og gert
small-talk. Og tann parturin
er nú nógv minni. Arbeiðið hjá
okkum er annars tað sama, og
vit gera tað sama, sum vit ann
ars høvdu gjørt.
Korona ávirkaði í New York
Koronustøðan í New York hevur
stundum verið heilt álvarsom,
og í eitt tíðarskeið var New York
miðdepil fyri koronusmittuni í
USA. Tað merktist í býnum, at
fólk vóru bangin, og býurin var
merktur av panikki, sigur Regin
Winther Poulsen, sum ikki slapp
at taka lut á vanligu ovurstóru
próvhandini á Columbia í
summar, tí hon varð avlýst.
– Eingin visti, hvat tey
kundu, og hvat tey ikki kundu.
Matstovur og alt stongdi, men
nú er tað soleiðis, at tú kanst
sita uttanfyri og eta. Nú er tað
frægari, og nú sleppa matstovur
og drekkistøð eisini at selja rús
drekka til klokkan 11 á kvøldi,
sigur Regin Winther Poulsen
og ger greitt, at býurin nú kann
slettis ikki samanberast við
býin, sum hann flutti til í fjør.
– Vit halda enn frástøðu, og
vit heilsa við albogunum. Tað er
undarligt og strævið - troyttandi
at tað er so leingi. Men tað er
heilt nógv frægari nú. Fólk vóru
ræðuliga bangin í mei, sigur
Regin Winther Poulsen og for
telur, at hann hevur eina vin
konu í New York, sum so at siga
sat fyri seg sjálva í einum kamari
í 60 dagar, tá harðast herjaði á.
Lærdi arabiskt í Jordan
Áðrenn Regin Winther Poulsen
fór undir lesnað á Columbia, var
hann í Íslandi, har hann las søgu,
og í Jordan, har hann lærdi seg
arabiskt.
Undir lesnaðinum í Íslandi
hevði Regin Winther Poul
sen valt sær okkurt fak í
Miðeystursøgu,
og
hetta
sampakkaði væl við áhuga
hansara fyri nationalismu og
nationalstatinum, tí national
statirnir í Miðeystri eru mun
andi yngri enn teir, ið vit hava
um okkara leiðir, og teir eru
eisini mentir á annan hátt.
Og tað var undir lesnaðinum
í Íslandi, at tað kom upp á talu
bæði at fara til Miðeystur og
til USA at lesa. Magnus Bern
hardsson, sum var professari hjá
Regini Winther Poulsen, skjeyt
upp, at hann fór til USA at lesa
journalistikk, og hann skjeyt
eisini upp, at Regin fyrst fór til
Miðeystur at læra seg arabiskt
og royna at búgva í økinum, nú
hann hevði áhuga fyri tí.
– Eg vildi læra málið, og eg
vildi longu tá royna meg við
journalistikki á einum inter
nationalum platformi. Og
eg visti tá, at eg mátti gera
nøkur ting fyri at sleppa inn á
Columbia. Eg hevði forvitni, og
eg vildi royna tað.
Endin varð, at Regin Winther
Poulsen flutti til Amman í
Jordan, har hann las arabiskt
í tvey semester, og har hann
annars búði í eitt ár.
Søkti bert inn á Columbia
Tað er ikki ein og hvør, sum kann
erpa sær at hava lisið á Columbia
School of Journalism. Colum
bia University telist millum
tey átta sokallaðu Ivy League
universitetini í USA, sum aftur
teljast millum tey bestu í heimi
num.
Regin Winther Poulsen hevði
tó sett sær fyri at royna at sleppa
inn á Columbia, og hann sókti
heldur ikki aðrastaðni.
– Eg søkti bara eitt universitet,
og tað var Columbia. Teirra
journalistútbúgving er góð, og
tað er ein kendur journalistskúli.
Tað er tann fyrsti Ivy League
skúlin, sum hevði journalistikk
sum grein yvirhøvur.
– Tað er ein ótrúliga
traditiónsríkur skúli, og har
vit húsast eitur Pulitzer Hall,
sigur Regin Winther Poulsen
og greiðir frá, at tað er Joseph
Pulitzer, ið hevur fíggjað
húsið, sum eisini er karmur um
Pulitzer virðislønirnar, sum eru
tignaðarligu journlistavirðisløn
irnar, ið verða latnar á hvørjum
ári.
Regin Winther Poulsen sigur,
at hann roknaði í grundini ikki
við, at hann fór at sleppa inn á
skúlan, men tað eydnaðist kort
ini.
– Tað hevur verið eitt hart ár
upp á nógvar mátar, men eitt
fantastiskt ár. Í byrjanini var
eg øgiliga nervøsur og spentur.
Lesnaðurin var sum at fáa nevan
í gronina. 100 til 200 síður um
dagin, ofta meira. Og eg hevði
eitt valfak, har vit fingu eina til
tvær bøkur um vikuna at lesa.
Aftrat hesum skuldu næm
ingarnir arbeiða við ritgerðini
við síðuna av. Regin Winther
Poulsen gjørdi av at skriva um
veðurlagsbroytingar við fokus
á makrelfiskiskapi, og í tí sam
bandi var hann eisini eitt skifti í
Norra, har hann gjørdi samrøður
og savnaði tilfar til ritgerðina.
Av tí at lesnaðurin var so
harður, komu tey í flokkinum
at kenna hvønn annan væl heilt
skjótt.
– Aftaná tríggjar ella fýra
vikur føldu vit, at vit høvdu
kent hvønn annan í fleiri ár. Tú
fekst fantastisk vinfólk og tøtt
vinfólk. Tað var eitt øgiligt um
skifti og ein øgilig uppliving.
Men tað var ein broytandi og
spennandi uppliving, og tú
mennist nógv undir so stórum
pressi, sigur Regin Winther
Poulsen.
Fyrireika seg til valstríð
Regin Winther Poulsen hevur
nú búð á Manhattan í New York
í meira enn eitt ár, og í New York
merkist, at samfelagið fyrireikar
seg til val. Og tað er ikki hissini
væl, ið stendur fyri durum.
Amerikanska politiska lands
lagið og samfelagið yvirhøvur er
uttan iva meira tvíbýtt, enn tað
hevur verið í eitt mannaminni,
og talan verður um eitt søguligt
val, metir Regin Winther Poul
sen.
– Eg haldi ikki, at eg taki
munnin ov fullan, um eg sigi,
at hetta er eitt søguligt val. Ikki
bara orsakað av virusinum,
men eisini orsakað av Black
Lives Matter mótmælunum.
Eisini tí at USA hevur ikki verið
so tvíbýtt, sum tað er nú, í eitt
mannaminni ella tvey, sigur
Regin Winther Poulsen og vísir
á, at her er talan ikki bert um
gitingar, men kanningar vísa, at
samfelagið er óvanliga tvíbýtt.
– Fólk identifisera seg við
flokk, og tað er geografiskt
uppbýtt, soleiðis at summi
øki hoyra til ein flokk, meðan
onnur hoyra til ein annan. Og
tað skapar ein destruktivan
tóna í politikkinum, sigur Reg
in Winther Poulsen um harða
retorikkin millum demokratar
nar og republikanarar.
– Tað verður bara meira og
meira tvíbýtt, nærri vit koma
valinum, og retorikkurin verður
harðari og harðari. Manhattan
er totalt demokratiskt, so
akkurát her er eingin ivi um,
at Joe Biden fer at vinna. Men
mann merkir á fólki, at hetta er
eitt týdningarmikið val, sigur
Regin Winther Poulsen.
Men tað er heilt
nógv frægari nú.
Fólk vóru ræðuliga
bangin í mei
Tað verður bara
meira og meira
tvíbýtt, nærri vit
koma valinum,
og retorikkurin
verður harðari og
harðari