Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen E in av teimum, sum vóru við í flogfarinum henda vanlukkudagin 26. september 1970, var Knút Olsen úr Havn. Hann doyði í 2003, men vit hava prátað við hansara trý børn um, hvussu tey upplivdu hetta, og um tað, sum tey minnast pápan greiða frá. Tey eru Hedvig, sum í løtuni er í Føroyum, Niclas, sum býr í Danmark, og Johannes Juul, sum býr í California í USA. Knút var nakrar dagar frammanundan flogferðina avmynstraður í New York av skipinum Lica Mærsk. Hann var farin til Keypmannahavnar, og haðani fór hann umvegis Bergen til Føroya. Mangt er millum himmal og jørð…. Hedvig fortelur um eina løgna hend­ing, sum var Knúti fyri nøkur ár framm­an­ undan. Einaferð pápin var í landi í Japan, fór hann út at eta saman við nøkrum sam­ starvs­feløgum. Prátið fór at snúgva seg um at ”síggja” tað ókenda, eitt ikki ókent fyri­brigdi í Føroyum. Tá sigur ein av hesum monnum við Knút: ”Tú er ein loyalur persónur. Tú hevur avgjørdar meiningar, men okkurt fer at henda tær, tá ið tú verður 40-42 ára gamal. Hetta fer at krevja styrki, men eg veit ikki, hvat ið tað er.” Hedvig sigldi saman við pápanum eitt skifti í 1970. Eitt kvøldið sigur Hedvig við pápan: ”Nú gleði eg meg til at koma heim.” Hann svaraði aftur: ”Eg veit ikki, um eg nakrantíð komi heim aftur!” Hetta ljóðaði løgið og skelkandi fyri Hedvig, og so segði pápin henni frá hesi samrøðu í Japan, og nú var hann blivin 41 ára gamal. Hetta hevur so havt sína ávirkan á Knút. Tá ið hann kom í flogfarið til Føroya, hevði hann eina kenslu av, at nú fór hetta at ganga út, og hann setti seg á aftasta setur í flogfarinum, har tað var tryggast at sita. Onkur kenningur vildi hava hann at seta seg frammarlaga, men hesum sýtti hann fyri. Fóru at leita Sjálva vanlukkuna mintist Knút einki til, tí hann hevði mist vitið, tá ið hon hendi. Tá ið hann raknaði við, helt hann, at tey vóru lend, og at motorurin var sløknaður. Men skjótt varnast hann, at okkurt var galið. Flogfarið var brotnað beint aftanfyri, har hann sat. Hann var skjótur út úr flogfarinum. Hann sá eisini tá, hvussu fólk vóru meiðslað. Eitt teirra var Oluffa, sum hevði verið niðri at fáa heilsubót. Hon hevði fingið stóran skaða í beininum, og maðurin var deyður Tað var skjótt, at tað var greitt, at tað mátti farast eftir hjálp. Teir, sum fóru, vóru Knút og Poul Grunnveit úr Vík. Trupulleikin var, at teir vistu ikki, hvar teir vóru. Tað kundi eins væl vera í Vágum. Og tá myndugleikarnir fingu staðfest, at flogfarið var dottið niður í Mykinesi, vistu teir ikki í fyrsta umfari, hvar í Mykinesi tað var. Dánjal J. Bærentsen, djóralækni, var eisini við, og hann luttók virkin í at bjarga og hjálpa teimum, sum vóru skadd. Hann greiddi frá, at hann kendi als ikki Knút frammanundan. Men so einaferð sigur Knút: “Har er ein varði.” Dánjal helt, at hetta mundi vera ein marknavarði. So fara Knút og Poul Grunnveit at hyggja nærri, og teir síggja fyrst ein annan og so ein triðja varða longur burturi. Tá verður avrátt, at teir skuldu fara at royna at finna fólk, so boð kundu latast um, hvat ið var hent og hvar. Teir báðir, Knút og Poul, fara so til gongu. Knút hevði sjálvur brotið halin og meiðslað fleiri ryggjargeislar, umframt at hann var skaddur í høvdið. Kortini helt hann seg til at fara. Hann segði, at tað vóru rópini hjá teimum neyðstøddu, sum eggj­ aðu honum. Tað var honum greitt, at uttan mun til, hvussu teir kendu seg, so máttu teir ikki steðga á, tí so løgdust teir fyri, og tað hevði helst verið ein vanlukka, eisini fyri teir. Tað var tjúkt í mjørka, men tá ið mjørkin lætti, møttu teir tveimum ella trimum konum. Tær vóru púra forsagdar at síggja hesar fremmandu menn í teirri støðu, teir vóru í. Men tá varð teimum greitt, hvar teir vóru. Teir komu júst í túnið í Mykinesi, tá ið boð komu til bygdina um, at vanlukkan var hend. Tá kundu Poul og Knút greiða frá varðunum, sum staðfestu, hvar flogfarið var dottið niður. Hetta gjørt sítt til, at hjálp­in kundi koma skjótari fram. Inn til Fíu og Benadikt Knút kom inn til Fíu og Benadikt Davidsen, har hann kundi greiða frá støðuni. Poul fór inn í eitt annað hús. Knút var væl móttikin inni hjá teim­um báðum. Nú ráddi um at boða myndug­leik­ unum frá støðuni, og síðan at ringja heim til konuna og siga frá. Heima vistu tey tá ikki annað enn tey tíðindi, sum høvdu verið í útvarpinum, har tað var ógreitt, hvat var hent fólkunum um borð. Knút var tá so illa fyri, at hann kláraði ikki sjálvur at reisa seg úr stólinum inni hjá Benadikt. Hann mátti leiðast yvir á eina sofu at leggja seg. Her bleiv vinskapur langa tíð. Seinni Tað var sagt Knúti, at okkurt serligt fór at henda honum, tá ið hann varð 40-42 ár gamal. Tá ið hann fór við vanlukkuflogfarinum, var hann 41 ár! SIÐSØGA Flogvanlukkan: KNÚT HEVÐI ÁNILSI FRAMMANUNDAN Knút sum yvirmaður Knút og Mary