hósdagur 24. september 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
25
Komandi partur
Í komandi viku verður enn ein
partur um sponsku sjúku.
sendi Knút teimum úr Hong Kong eitt skáp
sum gávu. Tað er framvegis í ættini.
Fía hevur seinni greitt frá í Siðsøguni, at
hetta var eitt skakandi upplivilsi. Eingin
visti tá nakað, men tey høvdu hoyrt flog
farið uppi yvir.
Benadikt var við at bera eina íslendska
flogternu heim til bygdina. Hon hevði
brotið ryggin. Fólk komu inn í hvørt hús í
bygdini, eisini inn hjá teimum.
Lætti heima
Heima var tað sjálvsagt ein lætti, at Knút
var sloppin við lívinum. Tey hjá Knúti
vóru millum tey fyrstu, sum fingu boðini,
meðan onnur framvegis vóru í óvissu um,
hvat ið var hent teirra kæru. So tað var
ein rættulig ringing til teirra frá øðrum
avvarðandi, sum vildi frætta, um tey hjá
Knút vistu nakað um hini ferðafólkini.
Men tey kundu einki siga.
Aftaná hevði Knút eina sera stóra um
sorgan fyri teimum, sum ikki vóru sloppin
so væl frá vanlukkuni sum hann sjálvur.
Og hetta skapti vinaløg, sum vardu til
gravarbakkan. Eitt av teimum var um
røddu Oluffa.
Tá ið verjuskipið kom á Havnina við
ferðafólkunum av flogfarinum, var ein
hópur av fólki og tók ímóti, millum hesi
vóru eisini tey hjá Knúti. Tað vóru so nógv
fólk, at tey fingu ikki eygað á Knút. Familjan
fór tí út á Landssjúkrahúsið, og tá lá Knút
og bíðaði at koma til røntgenkanning. Í tí
Knút fekk eyga á tey, vendi hann sær til
Hedvig og segði: ”Minnist tú tað, eg fortaldi
tær?”
Knút varð innlagdur í ein mánað. Hann
lá á stovu saman við Dánjal Jacob Bær
entsen. Hann var einsamallur djóralækni
í Føroyum, so hann mátti røkja sítt arbeiði
frá sjúkrastovuni.
Knút var sjúkrameldaður í átta mánaðir.
Hann fór tá aftur at sigla. Tá var hann
boðin inn á skrivstovuna hjá Hr. Møller,
stjóranum, til eitt longri prát, eisini um
tað, sum var hent honum.
Knút var ein merkismaður
Knút var sonur Hedvig og Johannes Juul
Olsen, ættaður úr Nólsoy, og hann vaks
upp úti á Reyni.
Mamma Knút, Hedvig, var dóttir
gamla Knút skómakaran og Isalinu, sum
var systir Djóna í Geil og Elspu Sloan,
kona gamla Soan. Hetta gjørdi okkum
báðar til skyldmenn, og tá Knút var sera
familjukærur, kendu vit okkum sum
næstringar. Knút átti eina systir, Súsanna.
Tað var eisini dagar eitt sera inniligt
samband millum systkini bæði.
Byrjaði sum fiskimaður
Tað var ikki so vanligt fyri havnardreingir
at fara til skips, tá farið var úr skúlanum.
Men Knút hevði sjóhug, og tá var besti
møguleikin at sleppa sær við eini slupp á
snørisveiðu. Knút fór sum heilt ungur við
”Gudrun Zoegu”, har Des Egholm, systkina
barn mammu hansara, var skipari.
Seinni sigldi Knút við ”Streymoynni”, og
aftur í 1948 fór hann við nýggja trolaranum
“Nólsoyar Páll”, sum tá var eitt av okkara
flaggskipum.
Knút var eisini á sildaveiðu í 1948 við
“Silver Spray”. Teir trolaðu eftir sild, fyrst
undir Føroyum, síðan undir Íslandi og í
Norðsjónum. Men teir vóru eitt tað fyrsta
skipið yvirhøvur á sildaveiðu við gørnum
norðanfyri, og var hetta byrjanin til eitt
týdningarmikið skeið í okkara fiskiveiðu
søgu.
Teir høvdu 45 gørn og høvdu bara átta
setur hendan túrin. Veiðan var 60 tons,
sum hevði verið nógv, um hon varð saltað
í tunnur, sum seinni varð gjørt. Men sildin
var avreidd til bræðingar í Kollafirði fyri 15
oy/kg, og hetta var ikki lønandi.
Gjørdist yvirmaður hjá Mærsk
Knút hevði nú sett sær fyri at halda fram
á sjónum, men hann vildi víðari út enn
at sigla við fiskiskipum. Hann fór tískil
á stýrimansskúla í Havn, og seinni fekk
hann prógv sum skipsførari á Fanø.
Stórt sæð alla restina av sínum arbeiðs
lívi arbeiddi hann hjá A. P. Møller. Eigil hjá
Pól á Borð greiddi frá, at Knút var stýri
maður á fyrsta skipinum í reiðarínum, sum
fór at nýta plattar. Hetta ljóðar kanska
ikki av so nógvum í dag, men var eitt stórt
framstig tá. Í staðin fyri at handfara hvørt
kolli, bæði við lasting og lossing, skuldu tey
nú bert eina ferð leggjast á ein platt, og so
kundi vøran flytast í heilum líki aftur og
fram á trukkum. Hetta var sera arbeiðs
sparandi.
Hetta var møguliga við til at leggja lunn
ar undir hansara framtíðar arbeiði í San
Francisco, har hann var ein av arkitekt
unum við byggingini av kontainarahavn
um hjá Mærsk vestantil í USA.
Knút gjørdist eisini skipari í reiðarínum
og fyrsta skip, hann var skipari á, var “Anna
Mærsk”.
Mærsk: Knud har været
os en god mand
Í 1972 gjørdist Knút portcaptain hjá A. P.
Møller í USA í San Fransisco/Oakland,
sum var ein av teimum stóru havnunum
hjá reiðarínum. Knút hevði ábyrgdina av
avgreiðsluni av teimum skipum, sum komu
higar, og tey vóru ikki so fá. Knút var tískil
ein av varastjórunum hjá Mærsk í USA.
Her arbeiddi Knút í 19 ár, til hann gjørdist
pensjónistur.
Knút var ein framúr álitismaður, og
hetta varð eisini virðismett av Mærsk Mc
Kinney Møller sjálvum. Eg hitti harra Møll
er eina ferð, hann var í Føroyum. Tá mátti
eg nýta høvi til at fortelja, at eg var í ætt við
Knút. “Ja, han har været os en god mand”,
svaraði gamli, sum annars ikki plagdi at
taka munnin ov fullan.
At Knút var familjukærur fekk eg eisini
at sanna, tá eg í 1976 vitjaði tey eina viku
í California. Tey bæði vóru so serstakliga
blíð, og eg fekk eina uppliving fyri lívið.
Beinasamur sum fáur
Knút var annars so serstakliga beinasamur.
Hann himpraðist ikki við at gera alt tað,
sum stóð í hansara makt at hjálpa øðrum.
Eitt dømi var Dagbjartur Johansen, sum
var giftur við Elmu, dóttir Petur Háberh,
systkinabarn Knút. Tá ið Dagbjart gjørdist
álvarsliga sjúkur í 1995 umborð á skipi og
mátti leggjast á sjúkrahús í USA, var ikki
mark fyri, hvussu Knút og eisini sonur
hansara, Johannes Juul, vóru honum til
hjálpar. Teir vóru um hann hvønn dag á
sjúkrahúsinum bæði við vitjan, og tá ið tað
ikki lá fyri, í telefonini. Og tá ið Dagbjart og
Elma fóru heim úr USA syrgdi Knút fyri, at
tey komu at ferðast á 1. klassa.
Knút var eitt stak gott umboð fyri
Føroyar í útlondum. Hann hevði sínar
føstu meiningar, og sum prestur segði
við jarðarferðina: “Hann kundi altíð siga
sína meining um USA í Føroyum og um
Føroyar í USA”. Hann var sera áhugaður
í politiskum viðurskiftum, og hevði eisini
sínar greiður meiningar á tí økinum.
Náddu at enda sínar
dagar í Føroyum
Knút giftist við Mary Davidsen, sum var
ættað av Toftum. Tey høvdu gullbrúdleyp
í 2002. Tey bæði riggaðu serstakliga væl
saman, og Mary var Knúti ein framúr
stuðul. Hon var eisini eins og Knút sera
fyrikomandi og blíð.
Aftaná at vera farin frá, fluttu Mary
og Knút til Seattle økið norðast á vestur
strondini á USA. Her livdi Knút sum ein
føroyingur. Hann hevði bát og róði út.
Men tey vildu aftur til Føroya, og tey
høvdu vónað at kunna hava nøkur góð ár í
Føroyum aftaná, at Knút var komin nakað
til árs. Men Knút fekk Alsheimer-sjúkuna,
og tað gekk skjótt afturá. Knút bleiv 74 ár
og Mary doyði nøkur ár seinni.
Teirra søgu er eisini ein partur av søguni
um minniligu flogvanlukkuna. Tí eiga vit
eisini at minnast tey.
Knút er uttast høgrumegin saman við ovasta stjóranum
“Hr. Møller”, næstuttast vinstrumegin
Knút kom inn til Benadikt og
Fíu Davidsen í Mykinesi
Lonin vinstrumegin á myndini eru hjá Fíu og Benadikt,
har Knút fór innar, tá ið hann kom til bygdina