hósdagur 24. september 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 67
30
JÓANNES HANSEN/TRÓNDUR ARGE
T
að hava verið tríggir
dystir í 21. umfari
í Betri deildini hjá
monnum mikudagin.
Seint seinna partin vann NSÍ
1-0 í Trongisvági, har Jann
Julin Benjaminsen skoraði
avgerandi málið. Á Skála var
málrok og dramatikkur til
langt inni í yvirtíðini, tá Jóhan
Bergsson Johansen javnaði til
4-4 og tryggjaði Sorini Anghel
sítt annað stig sum venjari hjá
Skála.Dysturin millum Víking
og AB bleiv útsettur vegna
sóttarhald, meðan KÍ og B36 eru
í Evropa. Í Streymnesi vann HB
5-1 á EB/Streymi. Tann dysturin
verður viðgjørdur aðrastaðni í
blaðnum.
NSÍ vann í Trongisvági
NSÍ er komið norður við 1-0 sigri.
Málið varð skorað fimm minuttir
eftir steðgin, og málskjútti var
Jann Benjaminsen, sum varð
spældur leysur í brotsteiginum
og setti bóltin framvið nýggja TB
málverjanum Mads Altschuler.
Leygardagin endaði tað mál
leyst, tá ið KÍ var í Trongisvági.
Tá vístu heimamenninir meiri
ágangandi avrik, enn teir gjørdu
mikudagin.
NSÍ hevði alla tíðina yvirvág,
og gestirnir spældu seg til fleiri
góðar málmøguleikar. Tað var
ikki fyrr enn síðstu løtuna, tá
ið bæði Ken Fagerberg og Poul
Ingason vóru skiftir inn í TB
álopið, at tað var eitt sindur av
tyngd og broddi í, og tá ið tíðin
var um at vera farin, var um
reppið, at Poul Ingason javnaði,
men Tórður Thomsen í NSÍ
málinum bjargaði.
At TB spenti álopsbogan bar
við sær, at tað eisini var opið í
hinum endanum, har TB verjan
bjargaði á strikuni. Úrslitið ber
við sær, at NSÍ hevur 44 stig og
er fýra stig aftanfyri KÍ, sum er
á øðrum plássi.
TB er á áttanda plássi við 14
stigum. Næsti dystur hjá TB
verður sambært skránni sunnu
dagin, tá ið Víkingur verður
gestur við Stórá í Trongisvági.
Næsti dystur hjá NSÍ verður
sunnudagin, tá ið grannarnir á
Skála koma at vitja í Runavík.
Høvuðsvenjarin hjá TB,
Michael L. Winther er glaður fyri
hvussu væl hansara spælarar
stríddust og vardu, men við
gongur, at NSÍ hevði bestu
málmøguleikarnar. Michael
L. Winther er vónríkur um, at
sami hugburður aftur verður
at síggja móti Víkingi við Stóra
sunnudagin, og tað tá fer at føra
við sær betri úrtøku.
Høvuðsvenjarin hjá NSÍ,
Glenn Ståhl greiðir frá, at NSÍ
lat einki til tilfeldigheitirnar.
Hópurin hjá NSÍ fór suður ígjár,
og Glenn er sera fegin um leikliga
avrikið, har NSÍ fekk skapt teir
flestu málmøguleikarnar, og
megnaði eisini at taka trý stig við
sær norður um Suðuroyarfjørð.
Undirhald og
spenningur á Skála
Tað vóru skálamenn, sum fegn
aðust um, at teir í nógva regni
num vunnu eitt stig, og tað vóru
fuglfirðingar, sum iðraðu seg
um, at teir høvdu tapt tvey stig.
Úrslitið var 4-4 og boðar
frá, at talan var um undirhald
og spenning til síðsta bríksl.
Hálvleiksstøðan var 2-2, og inn
skifti Jóhan Bergsson Johan
sen javnaði til 4-4 í síðstu
sekundunum. Hann varð skiftur
inn, tá ið tað restaði eitt korter.
27 ára gamli Jóhan Bergsson
Johansen er ikki so ofta millum
málskjúttarnar í bestu deildini.
Hann hevur skorað eitt mál í
bestu deildini áður. Tað var í 2014
ella fyri seks árum síðani.
Gestirnir løgdu ógvuliga
bragdliga
fyri,
og
miðskeiðis
í
fyrra
hálvleiki
var
ÍF
frammanfyri 2-0. Filip
Djordjevic skoraði til 1-0
í 20. minutti, og tríggjar
minuttir seinni økti hann
um munin til 2-0.
Skála hevði í fyrra hálvleiki
væl fleiri royndir ímóti málinum
enn ÍF hevði, og tað eydnaðist
eftir lítlari løtu at skora
tvey mál. Tað fyrra skoraði
miðverjin Kristian Martin
Jakobsen, eftir at Niels
Pauli Danielsen við horna
legði innfyri. Tað seinna
skoraði Andreas Egeberg
Jacobsen eftir innlegg
frá vongverjanum í
vinstru Hjalta Strøm
sten.
Ronni Møller Iversen
legði Skála framum 3-2,
tá ið hann eftir langa
sending frá Poul Kalls
berg og fram í vinstru
sneiddi seg leysan og
setti bóltin framvið ÍF
málverjanum. Tá var ein lítil
tími farin.
So spenti ÍF álopsbogan, og
eftir lítlari løtu svaraði ÍF aftur
og skoraði tvey mál. Tað fyrra
skoraði Filip Djordjevic, sum
harvið gjørdi hattrikk. Eftir
innlegg úr høgru sneiddi Gund
ur E. Petersen seg leysan og
sendi bóltin í handara stólpa, og
so var Filip Djordjevic fyrstur á
returbóltinum.
Uros Stojanov legði seg ovast
á máltindin, tá ið hann við
høvdinum og úr stuttari fjar
støðu smekkaði bóltin í nettakið
úr stuttari fjarstøðu. Uppleggið
úr høgru átti Hans Jákup Lervig.
Tá restaðu 23 minuttir,
og síðstu løtuna var tað sera
undirhaldandi, tá ið bólturin
ferðaðist úr brotsteigi og í brots
teig.
Og so var tað, at Niels Pauli
Danielsen royndi seg við skoti,
bólturin varð blokeraður og
stakk til innskifta Jóhan Bergs
son Johansen, sum skoraði. Tað
endaði 4-4. Skála hevur ongan
tíð fyrr í ár skorað fýra mál,
og javnleikurin ber við sær, at
mótið um, at tað skal eydnast
at sleppa undan niðurflytingini,
ikki er burtur.
Eftir dystin var Hans Jørgen
Djurhuus, annar av venjarnum
hjá ÍF, í øðini um seinasta málið
hjá Skála.
-Eg plagi ikki at snakka um
dómaran, men hatta var eitt
elendigt avrik frá honum. Hatta
er ikki gott nokk. Hann tekur
bóltin við hondini og skorar í
yvirtíðini,
har vit missa
tvey stig. Hann
førir bóltin framvið
einum spælara hjá okkum, men
tað er heldur ikki gott nokk, sum
vit gera í verjustøðu, sigur Hans
Jørgen Djurhuus.
Grannauppgerðin er flutt
Dysturin millum B36 og HB,
sum skuldi verða sunnudagin
er fluttur til mánakvøldið. Hetta
so B36 fær fýra hvílidagar frá
dystinum í Bulgaria móti CSKA
Sofia. Annars verður 22. umfar
sum ætlað sunnudagin. KÍ fær
á heimavølli vitjan av argja
monnum, sum hava tað óvanliga
torført í løtuni. KÍ spælir
hóskvøldið í hesi vikuni móti
Dinamo Tbilisi úr Georgia, og
Samanum 21. umfar:
NSÍ STÓÐ ROYNDINA
NSÍ STÓÐ ROYNDINA
– SKÁLA STÓÐ FYRI
– SKÁLA STÓÐ FYRI
SPENNINGI
SPENNINGI
Betrideildin menn 21. umfar: NSÍ stóð royndina uttan Klæmint A.
Olsen, tá runavíkingar vunnu 1-0 í Trongisvági. Á Skála var spenningur
til seinasta bríksl, tá skálamenn javnaðu til 4-4 í yvirtíðini