Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 31 tað kann verða einasti fyrimunurin AB fáa í hesum dystinum. Við Løkin í Runa­vík er ko­ m m u n u ­u p p ­ gerð millum NSÍ og Skála. Runavíkingar hava fingið f e r ð á kappingarárið aftur, eftir at teir vunnu á B36 í innn­hýsis dystinum um bronsu heiðurs­ merki. Við sigrinum í Trongis­vági eru teir nú fýra stig frammanfyri B36, men hava spælt tveir dystir fleiri. Gestirnir eru í góðari gongd, so nú er spurningurin um tað er nokk til at arga NSÍ í eini kom­ munu- og grannauppgerð. Í Trongisvági fær TB vitjan av Víkingi, sum hevur vunnið teprar sigrar í seinastuni. Heima­liðið er komið fyri seg í botnstríðnum, eftir at teir vunnu 3-0 á Argjum. Síðani tóku teir stig frá KÍ og taptu tepurt fyri NSÍ í Trongisvági. Víkingur hevur vunnið fimm sigrar upp í slag. Allar við einum máli. Heldur tað fram, so verður ferðin norður góð, men tað eru tekin um, at hetta kann blíva ein avbera spennandi dystur. Í Fuglafirði verður dysturin um sætta plássið millum ÍF og EB/Streymi. Hetta eru tvey feløg, sum hava valt hvør sín leist. ÍF hevur satsað nógv og fing­ið fleiri spælarar inn til hetta kappingarárið. Tað hevur riggað væl fyri summarsteðgin, men síðani 12. juli hevur ÍF ikki fingið fult. Hinvegin hevur EB/Streymur, sum hevur arbeitt nógv við nær­umhvørvinum seinastu tey árini, víst stóra framgongd fyri fyrstu ferð í næstan trý ár. Nú hevur liðið fingið 19 stig og liggur undir liðið á ÍF, sum hevur fingið nógv rós í ár. Tað merkir eisini rós til EB/Streym. Mánakvøldið verður granna­ upp­gerð á Tórsvølli millum B36 og HB. Higartil hevur luturin verið, at HB vinnur innanhýsis dystir­nar. Tað hevur smakkað illa í B36-húsinum. Tí verður hetta uttan iva ein hendingarík upp­gerð við nógvum dramatikki. WWTRONDUR@SOSIALURIN.FO TB - NSÍ 0-1 (0-0) 0-1: Jann Benjaminsen 50. Dómari: Aron Sofus Vest TB: Mads Altschuler – Jens Erik Bruhn, Rasmus Møller (Bárður Dimon, 88.), Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Sebastian Kroner, Dánjal Godtfred – Andreas Midjord (Poul Ingason, 74.) Nikolei Johannesen, Einar Thorsteinsson – Filip Obadovic (Ken Fagerberg, 59.) Gult kort: Ndende Adama Guéye Venjari: Michael Winter NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen – Jann J. Benjaminsen, Jesper F. Christjansen, Rógvi Egilstoft, Salmundur Bech (Betuel Hansen, 60.), Pætur Turiðarson Skipanes – Steffan A. Løkin (Búi Egilsson, 67.), Petur Knudsen (Jørgen Nielsen, 90.) Gult kort: eingin Venjari: Glenn Ståhl EB/Streymur – HB 1-5 (1-2) 0-1: Hilmar Leon Jakobsen 20. 1-1: Andras Ó. Olsen 24. 1-2: Daniel Johansen 26. 1-3: Adrian Justinussen 48. 1-4: Hilmar Leon Jakobsen 77. 1-5: Øssur M. Dalbúð 82. Dómari: Dagfinn Forná EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Olsen, Petur Zachariasen, Ragnar B. Danielsen (Magnus Jarnskor, 75.) – Rói H. Olsen, Bárður Olsen (Høgni Hummeland, 68.), Hjalti Kárason Djurhuus (Magnus Heinason, 59.), Símun Sólheim – Gutti Dahl-Olsen Gult kort: Hjalti Kárason Djurhuus, Bárður Olsen Venjari: Jákup Martin Joensen HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalti Mohr, Bartal Wardum (Hørður H. Askham, 61.), Heðin Hansen – Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard, Dan í Soylu (Tróndur Jensen, 61.), Daniel Johansen – Pætur J. Petersen (Øssur M. Dalbúð, 71., Hilmar Leon Jakobsen, Adrian Justinussen Gult kort: eingin Venjari: Jens Berthel Askou Skála – ÍF 4-4 (2-2) 0-1: Filip Djordjevic 20. 0-2: Filip Djordjevic 23. 1-2: Kristian Martin Jakobsen 36. 2-2: Andreas Egeberg Jacobsen 39. 3-2: Ronni Møller-Iversen 58. 3-3: Filip Djordjevic 65. 3-4: Uros Stojanov 67. 4-4: Jóhan Bergsson Johansen 95. Dómari: Kári J. á Høvdanum Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg (Aksel B. Danielsen, 81.), Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Hjalti Strømsten (Karl Martin Johansen, 70.) – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein (Jóhan Bergsson Johansen, 78.), Ronni Møller-Iversen, Poul Kallsberg – Andreas Egeberg Jacobsen Gult kort: Jóhan Bergsson Johansen Venjari: Sorin Anghel ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Gundur E. Petersen – Sámal Joensen (Andy Ó. Olsen, 56.), Hákun Edmundsson – Filip Djordjevic (Bogi Løkin, 85.), Karl Løkin, Hans Jákup Lervig – Uros Stojanov Gult kort: Jens Joensen Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen Víkingur – AB Útsettur vegna sóttarhald Víking og AB verður útsettur, tí AB hevur seks spælarar, sum ganga á Glasi og verða ikki testaðir fyrr enn hósdagin. - Dysturin verður fluttur, tí seks av okkara spælarum eru í sóttarhaldi og verða ikki testaðir fyri aðru ferð fyrr enn hósdagin. Ta er út frá tilmælinum, sum eru komin. Vit hava skotið utt at spæla komandi mikudagin, men nú fáa vit at síggja, sigur Símun Samuelsen, annar av venjaranum hjá AB. Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1 HB 20 17 1 2 62 17 45 52 2 KÍ 20 15 3 2 58 18 40 48 3 NSÍ 20 14 2 4 39 15 24 44 4 B36 18 13 1 4 54 24 30 40 5 Víkingur 20 12 2 6 41 29 12 38 6 ÍF 20 6 3 11 26 44 -18 21 7 EB/S 21 6 1 14 18 49 -31 19 8 TB 21 3 5 13 14 28 -14 14 9 AB 20 0 7 13 12 58 -46 7 10 SKÁLA 20 0 3 17 14 56 -42 3 Betri deildin menn 22. umfar: SUNNUDAGIN 27. SEPTEMBUR: NSÍ-SKÁLA (15.00) KÍ-AB (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 TB-VÍKINGUR (15.00) ÍF-EB/STREYMUR (15.00) MÁNADAGIN 28. SEPTEMBUR: B36-HB BEINLEIÐIS Á FM1 Fleiri spennandi dystir Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Kringvarpið, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt. fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Í fjør vann Jákup Ósá við einum stigi. Tipping: Tipping 21. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: NSÍ-SKÁLA 1 KÍ-AB 1 TB-VÍKINGUR X ÍF-EB/STREYMUR 1 B36-HB 2 JÁKUP ÓSÁ: NSÍ-SKÁLA 1 KÍ-AB 1 TB-VÍKINGUR 2 ÍF-EB/STREYMUR 2 B36-HB 2 TRÓNDUR ARGE: NSÍ-SKÁLA 1 KÍ-AB 1 TB-VÍKINGUR X ÍF-EB/STREYMUR X B36-HB 2 STIGATALVAN: 1. JÁKUP ÓSÁ 73 STIG 2. TRÓNDUR ARGE 71 STIG 3. LEIVUR FREDERIKSEN 68 STIG